Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-10-01, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 1. oktober 2020síða 24

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 2. OKTOBER 2020 SOSIALURIN 68 24 J óan Símun Edmundsson hev­ur skrivað ein heilan nýggj­an kapittul í før­ oysk­ari fótbóltssøgu. Hann er fyrsti føroyingurin, sum er komin á vøllin í Bundesliguni, sum er besta deildin í Týsklandi, tá hann leygardagin bleiv skiftur inn eftir 67 minuttir í dystinum mill­um Arminia Bielefeld og FC Køln. Tá hann hevði verið á vølli­ num í 11 minuttir skoraði hann eisini tað, sum skuldi vísa seg at verða avgerandi málið í dysti­ num. -Eg haldi ikki eg havi fing­ ið armarnar niðuraftur. Tað má eg viðganga. Tað er ein fantast­isk kensla. At fáa debut (í Bundesliguni, blaðm) á heima­ vølli, vinna og skora tað av­ gerandi málið. Tað kundi ikki verið betri. Tað er ein heilt fantast­isk kensla eg siti eftir við, sigur Jóan Símun Edmundsson dagin eftir stóru hendingina. Toftamaðurin kom inn á høgra miðvøllinum, og tað var eisini úr høgru síðu, at hann skoraði málið, eftir at Stefan Or­tega sendi hann avstað. Vinkulin bleiv nakað spískur, men Jóan Símun Edmundsson var neyvur við høgra beininum og sendi bóltin lágt framvið mál­ verjanum og inn um nærmaru stong. Síðani megnaði Arminia Bielefeld at halda FC Køln vekk frá málinum og vinna 1-0. -Eg vil siga, at eg meinti at skjóta har, men eftir reak­tión­ unum, sum eg havi fingið aftaná, so eri eg farin at ivast um tað var eitt skot ella eitt innlegg. Eg standi enn við, at hatta var eitt skot. At tað var eitt sindur held­igt, tað kunnu vit nokk siga tað var, men eg haldi tað var eitt skot, sigur toftamaðurin. Málið er at yvirliva Hetta er annar dysturin hjá Arminia Bielefeld í týsku Bundes­liguni í hesum kapp­ ingar­ári­num, eftir at felagið vann seg upp í bestu deildina faran kappingarár. Umframt at hava vunnið á FC Køln, so hevur Arminia Bielefeld eisini spælt javnleik móti Eintracht Frank­furt. - Tað er umráðandi at fáa ein góða byrjan upp á kappingarárið. Vit eru undirmettir av næstan øllum liðnum. Tí er hvørt stig vit fáa umráðandi. Tað er kanska ser­liga í byrjanini, har kappingin skal seta seg, at vit skulu fáa nøkur stig at byggja víðari uppá. Okkara uppstartur hevur ikki verið nøktandi og tí hava vit verið eitt sindur ótryggir við okk­ara støðu í deildini. Tað er fantast­iskt, at vit kunnu býta frá okkum longu, sigur føroyski lands­liðsspælarin og leggur aftur­at: - Vit skulu yvirliva. Tað er greiði málsetningurin og tað vita vit. Vit halda vit hava ein góð­an møguleika at gera tað. Tað eru nøkur stórfeløg, sum eru í einum flokki fyri seg, men vit halda vit hava ein møguleika móti hinum. Hvørt kappingarár eru tað lið sum avrika betri enn væntað, og tað vóna vit verður okkara lutur í ár, sigur Jóan Símun Edmundsson, sum eftir dyst­in mátti royna seg á týskum. Eg haldi eg gjørdi fimm ella seks samrøður eftir dystin. Tað var alt á týskum, so eg var press­aður, sigur Jóan Símun Ed­mundsson í skemti og leggur afturat: -Tað týska situr ikki ordiliga enn, men um nakrar mánaðir, so ber tað at sita ordiliga. Tað er ein blanding av týskum, enskum, donsk­um og føroyskum og eg haldi tað er for nógv til høvdið, sigur toftamaðurin brosandi. Jóan Símun Edmundsson hevur ein skaða í knænum, sum hevur órógva leingi. Hann hevur verið partur av liðnum í upp­ startinum, men tað hevur verið eitt ivasamt nær hann verður tøkur at spæla. Í dag fekk hann møguleikan í 23 minuttir. Tað var nokk til at skriva ein heilan kapittul í føroyskari fót­ bólts­søgu og síðani blíva úttikin til lands­liðið. - Eg hopi eg sleppi við og so fáa vit at síggja hvussu verður við spælitíð. Tað er altíð ein æra at umboða landsliðið og tað er nakað, sum eg ógvuiga gjarna vil sleppa at uppliva nakrar ferð­ir afturat, sigur 29 ára gamli tofta­maðurin. Arminia Bielefeld hevur nú fýra stig fyri tveir dystir, sum má mestast at verða ein góðkend byrjan. Hartil hevur Jóan Símun Ed­mundsson prógvað, at hann eisini klárar at spæla í bestu deild­ini, sum vónandi kemur at geva honum fleiri møguleikar. Bundesligan: U21-landsliðið: TRÓNDUR ARGE - TÓRSVØLLUR Á tíð­inda­fundi í FSF- húsi­num mána­ dag­in kunngjørdi hjálpar­venjarin, Hegga Samuelsen, hópin til dystir­nar ímóti Spania og Monte­negro, sum telur 21 spælar­ar. Smávegis broytingar eru í hópinum hesaferð, í mun til seinast. Millum annað eru Jákup B. Andreasen, Daniel Johansen og Adrian Justinus­ sen tøkir hjá U21-lands­liðs­venj­ ar­unum til dystirnar í næstum. Spania er sterk mótstøða Teir vóru allir við A-lands­liðnum til seinastu saml­ing, men hesa ferð er brúk fyri øllum góðum kreftum á U21-landsliðnum. Tað verður oddaliðið í bólkinum, Spania, ið kemur á vitjan, tá føroyska U21-landsliðið hósdagin skal í eldin aftur. Talan er um eitt krútsterkt spanskt U21-lið, sum hevur vunnið fimm og spælt ein dyst javnan í undan­ kappingini higartil. -Spaina er fleirfaldir EM- vinnarar í U21. Teir hava bara latið eitt mál inn og skorað tíggju, so vit vita hvat vit eru uppi ímóti. Vit kunnu eisini venda tí á høvdið. Teir spældi javnt móti Ísrael og vunnu. Alt kann henda í fótbólti, sigur Hegga Samuelsen, hjálpar­ venjari á U21-landsliðnum. Tveir profilar á liðnum hjá Montenegro Seinni dysturin í hesum um­fari­ num verður ímóti Montenegro, sum higartil hevur vunnið sjey stig í undankappingini. Montenegrisku stigini eru komin í hús við sigrum ímóti Føroyum og Kasakstan, og javnleiki á útivølli ímóti Ísrael. -Vit hava spælt á Balkan móti Montenegro. Tá var 2-0 til teir longu aftaná ein hálvan tíma. Teir hava eina serliga góðan spælara í Ilija Vukotic og ein stóran og góðan áleypara í Nikola Krstovic. Tað vóru eisini teir, sum skoraðu málini. Tað er profilarnir, men annars er tað ikki eitt so tekniskt lið, sum vit annars hava upplivað móti øðrum liðnum, sigur Hegga Samuelsen. Teir royndu kunnu leiðbeina teir yngru Seinast U21-landsliðið var saml­ að vunnu teir 3-1 á Ís­rael og taptu 2-1 móti Norður­make­donia. Tað var eisini fyrsta royndin við Sámali Erik Hentze sum venjara. Tá segði Sámal Erik Hentze, at hann brúkti nógva tíð upp á at lurta og læra, men segði eisini at hann helt fast í sínum spælistíli og málið er avrika sum besta til hvønn dyst. -Vit iðraðu okkum um, at vit ikki fingu javnleik í seinna dysti­num. Hesa ferð er málið at fáa tvey avrik, sum eru í topp. So kunnu vit ikki gera meir og tað kunnu vit liva við, sigur Hegga Samuelsen. Við tilgongdini av Jákupi B. Andreasen, Adriani Justinussen og Daniel Johansen hevur U21- landlsiðið fingið fleiri royndar spælarar á liðið. -Tú kanst siga, at vit fáa ágóð­an av nógvu royndunum hjá teimum á liðnum, men tað fáa teir ungu spælararnir á lið­ num eisini. Vit hava hóast alt eitt lop upp á fimm ár í hópi­ num, frá tí yngsta til tann elsta. Har fáa teir eina uppgávu at leið­beina teir yngru og tað er bara gott, sigur Hegga Samuel­ sen. TRONDUR@SOSIALURIN.FO JÓAN SÍMUN SPARKAÐI JÓAN SÍMUN SPARKAÐI Hópurin: Rói Mørk Hentze, B36 Rói Zachariassen, EB/Streymur Bárður á Reynatrøð, Víkingur Ari Olsen, Víkingur Bjarni Petersen, B36 Jákup B. Andreasen, KÍ Samuel Johansen Chukwudi, HB Arnbjørn Svensson, Víkingur Andri Benjaminsen, B68 Magnus Holm Jacobsen, B36 Ragnar Samuelsen, B36 Ólavur Niclasen, KÍ Noah Mneney, Víkingur Lukas Giessing, AB (Danmark) Jonn Johannesen, KÍ Stefan Radosavljevic, B36 Petur Knudsen, NSÍ Daniel Johansen, HB Pætur Petersen, HB Steffan Løkin, NSÍ Adrian Justinussen, HB Fleiri profilar eru við aftur Sámal Erik Hentze og Hegga Samuelsen hava úttikið hópin, sum skal takast við Spania og Montenegro á heimavølli tann 8. og 13. oktober. Millum teirra eru Jákup B. Andreasen, Adrian Justinussen og Daniel Johansen