hósdagur 1. oktober 2020síða 25
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 2. OKTOBER 2020
SOSIALURIN 68
25
Landsliðsúttøka:
Á
tíðindafundi á Tórs
vølli hevur Håkan
Ericson, A-lands
liðsvenjari
hjá
monnum, kunngjørt hópin
til venjingardystin móti Dan
mark, sum verður í Herning
mikudagin 7. oktober, og UEFA
Nations League dystirnar á
heimavølli ímóti Lettlandi og
Andorra, sum verða 10. og 13.
oktober.
Millum teirra, sum eru við í
mun til seinast, eru Jóan Símun
Edmundsson, Gilli Rólantsson,
Kaj Leo í Bartalsstovu, Ári M.
Jónsson og Rógvi Baldvinsson,
sum allir eru útisetar. Jóan
Símun Edmundsson, Gilli
Rólantsson, Kaj Leo í Bartals
stovu og Rógvi Baldvinsson
góvu avboð seinast, men eru
við hesaferð.
Landsliðsvenjarin hevur
úttikið 24 spælarar, men kann
bara brúka 23. Her hevur lands
liðsvenjarin gjørt pláss fyri, at
Klæmint A. Olsen skal verða
pápi í næstum, og at hann tí
møguliga ikki verður við allar
dystirnar.
Hartil eru avbjóðingar við
spælarunum i Íslandi, tað eru
sóttarhaldskrøv við komu til
Íslands. Her verður fylgt við
støðuni leypandi.
Innrás av útisetum
Tað er fimm útisetar við hesa
ferð, sum ikki vóru við seinast.
Talan er um áðurnevndu Jóan
Símun Edmundsson, Gilli
Rólantsson, Kaj Leo í Bartals
stovu, Ári M. Jónsson og Rógvi
Baldvinsson, men landsliðs
venjarin væntar ikki at brúka
teir í fullari longd í øllum dyst
unum.
-Tað er kanska nakað tíðliga
hjá Jóan Símuni, Gilla og
Rógva at koma á landsliðið og
spæla fleiri dystir, men av tí
at vit hava eitt nýtt set-up og
nýggjar umstøður, so haldi eg
tað er týdningarmikið, at vit
fáa so nógvar spælarar við sum
gjørligt hesa báðar fyrstu saml
ingarnar, sigur Håkan Ericson
og leggur afturat:
-Vit hava eisini gjørt at til
vitað val, at lata U21-spælarar
nar spæla á U21-landsliðnum
hesaferð, fyri at fáa ein so
spennandi dyst sum móti
Spania. Tað kann verða, at tað
ikki heldur um vit fáa fleiri
avboð, men sum tað sær út í
løtuni, so er hetta raðfestingin,
sigur Håkan Ericson.
Hann hevur í hesum førinum
valt tríggjar útisetar framum
tríggjar á U21-landsliðnum.
Eg haldi allir tríggir U21-
spælararnir gjørdu tað væl,
men teir vóru ikki ordiliga í spæl
til at byrja inni. Vit komandi
mótstøðu hjá U21, so haldi eg
tað er týdningarmiklari at
teir spæla á U21-landsliðnum
hesaferð. Umframt at teir tríggir
eg nevndi áðrenn, Jóan Símun,
Gilli og Rógvi, hava brúk fyri
spælitíð, og vit hava tríggjar
dystir og fimm útskiftingar, so
tað er møguleiki spæla teir inn
uttan at spælibyrðan verður ov
tung fyri teir. Teir koma ikki at
spæla 90 minuttir, men vónandi
nakrar minuttir, sigur Håkan
Ericson.
Hallur Hansson bleiv út
skiftur í hálvleikinum seinast
AC Horsens spældi, men hann
verður væntandi tøkur.
-Hann beklaði í upphitingini
og talan er um eina skaða, sum
hann ikki hevur havt fyrr, so
vit vænta at hann spælir sum
vanligt. Teir royndi at binda
fótin inn umgangandi, men
tað helt ikki, sigur føroyski
landsliðsvenjarin.
Fimm útskiftingar
UEFA hevur kunngjørt, at
feløg kunnu brúka upp til
fimm útskiftingar í øllum
UEFA-kappingum restina
av árinum. Tað fegnast bæði
Håkan Ericson og danski lands
liðsvenjarin, Kasper Hjulmand,
um.
-Ja, tað eru altíð fyrimunir
og vansar, men tá vit hugsa
um nógvu dystirnar, so er tað
ein fyrimunur, sigur Håkan
Ericson.
- Eg havi boðað frá, at eg
haldi tað er eitt gott hugskot
við fimm útskiftingum. Tað er
av fleiri orsøkum og serliga fyri
spælararnar, so spælbyrðan
ikki verður ov tung, sigur Kasp
er Hjulmand, og leggur afturat:
- Tað gevur nakrar taktiskar
møguleikar. Móti Føroyum
vit – um ikki allar – so hvørt
fall nær við, fyri at fáa fordeilt
spælitíðina. Tá verða spælarar
nir eisini frískir til dystin móti
Íslandi, sigur Kasper Hjulmand,
men leggur dent á:
- Tað merkir ikki, at vit ikki
fara eftir at vinna dystin og
gera okkara besta, tí tað eru
ting í hesum dystinum, sum vit
skulu brúka í framtíðini, men
vit koma at síggja skiftingar,
sigur Kasper Hjulmand á tíð
indafundi í dag.
Tað eru fýra nýggir spælarar
í hópinum hjá Danmark. Teir
eru Jonas Wind, Andreas Skov
Olsen, Philip Billing og Jesper
Hansen. Sambært landsliðs
venjaranum, so skulu vit eisini
rokna við at síggja nakrar av
teimum á vøllinum móti Før
oyum.
- Nú fáa vit at síggja um allir
teir nýggju koma á vøllin, men
tað verður brúk fyri nógvum
spælarum, sigur Kasper Hjul
mand.
Venjingardystin móti Dan
mark verður í Herning miku
dagin 7. oktober.
Hópurin:
Málverjar:
Gunnar Nielsen, FH (Ísland)
Teitur M. Gestsson, HB
Tórður Thomsen, NSÍ
Verjan:
Sonni Ragnar Nattestad, B36
Heini Vatnsdak, KÍ
Odmar Færø, KÍ
Rógvi Baldvinsson, Bryne BK (Noreg)
Heðin Hansen, HB
Jóannes Kalsø Danielsen, KÍ
Gilli Rólantsson Sørensen, SK Brann
(Noreg)
Viljormur Davidsen, Vejle BK (Danmark)
Ári Mohr Jónsson, Sandnes ULF (Noreg)
Miðvallarar:
Hallur Hansson, AC Horsens (Danmark)
Dan í Soylu, HB
Jóannes Bjartalíð, KÍ
Brandur Hendriksson Olsen,
Helsingborg (Svøríki)
Gunnar Vatnhamar, Víkingur
Sølvi Vatnhamar, Víkingur
Kaj Leo í Bartalsstovu, Valur (Ísland)
Meinhard Egilsson Olsen, GAIS (Svøríki)
Áleyparar:
Klæmint Andrasson Olsen, NSÍ
Andreas Lava Olsen, Víkingur
Jóan Símun Edmundsson, DSC Arminia
Bielefeld (Týskland)
Patrik Johannesen, KÍ
SEG Í SØGUBØKURNAR
SEG Í SØGUBØKURNAR
Jóan Símun er aftur á landsliðnum
DSC Arminia Bielefeld - FC Köln 1-0 (0-0)
1-0 Jóan Símun Edmundsson, 78
Áskoðarar: 5.460
DSC Arminia Bielefeld:
Ortega Moreno – Brunner, Pieper, van der Hoorn, Lucoqui –
Prietl, Hartel (88. Kunze), Doan (73. Schipplock) – Soukou, Klos
(C), Córdova (68. Edmundsson).
FC Köln:
Horn – Ehizibue, Bornauw, Czichos, J. Horn – Hector (C) (46.
Drexler), Skhiri – Rexhbecaj (87. Sörensen), Duda (75. Özcan),
Thielmann (62. Limnios) – Andersson (76. Arokodare).