hósdagur 1. oktober 2020síða 26
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 2. OKTOBER 2020
SOSIALURIN 68
26
AB HJÁLPIR KÍ
Upprunaliga skuldi KÍ spæla móti AB sunnudagin, men
ynski frá KÍ var at fáa dystin útsettan. Kappingarnevndin
vildi ikki, men nú hevur AB veitt KÍ eina hjálpandi
hond. - AB hevur víst stórsinni. Teirra stórsinni setir teir
enntá í eina torføra støðu, har teir mugu spæla ein sera
avgerandi dyst 4. november, sigur Mikkjal K. Thomassen
TRÓNDUR ARGE – TÓRSVØLLUR
“Tað ber ikki til” er tankin, tá
KÍ enn eina ferð skorar móti
Dinamo Tbilisi. Stórfelagið úr
Georgia er komið til Føroya
at spæla seg víðari til Play-off
dystin, um at koma í bólkaspælið
í Europa League, men teir høvdu
vist nokk ikki lisið upp á Páll A.
Klettskarð og KÍ.
KÍ setur punktum, tá innskifti
Jonn Johannesen skorar sítt
fjórða mál í Evropa fyri KÍ. Hann
er bara 18 ára gamal, og hevur
sett eina tjúkka striku undir
søguskrivingina hjá KÍ hend
an dagin. Við sigrinum er KÍ
komið longri enn nakað annað
lið í Europa, umframt at sigurin
er tann størsti hjá einum før
oyskum felagi í Evropa nakran
tíð. KÍ tók sítt egna met, sum
teir fingu móti Tre Fiori úr San
Marino, tá teir vunnu 5-1. Eitt
met teir deildu við EB/Streym
og NSÍ, sum bæði eiga 5-1 sigrar
í Evropa.
Hartil bleiv Páll A. Klettskarð
tann triði spælarin at skjóta hat
trik í einum dysti í Evropa. Olgar
Danielsen legði fyri í 1995 móti
Maccabi Haifa í Cup Winners
Cup, tá KÍ vann heimadystin á
Svangaskarði 3-2. Síðani hevur
Klæmint A. Olsen skorað tvey
hattrik. Eitt móti skotska
Hibernian í einum málríku 6-4
ósigri á Svangaskarði í 2018, og
í undanumfarinum í ár móti
Barry Town United. Somuleiðis
á Svangaskarði.
KÍ í kendari útgávu
Tað er sama liðið, sum tapti
tepurt 3-1 í Bern móti Young
Boys, ið kemur á vøllin á Tórs
vølli hóskvøldið 24. septembur.
Jesper Brinck er aftur á vinstra
bakkinum og Deni Pavlovic er
á miðjuni saman við Jákupi B.
Andreasen.
KÍ er at kenna aftur í fyrra
hálvleiki, har liðið er avgjørt í
verjustøðu og mótstøðuliðið í
løtum sleppur at spæla bóltin
runt, men nærkast teir málinum
hjá KÍ, so verður lagt nógv fyri
at steðga teimum.
KÍ setti hol á miðskeiðis í fyrra
hálvleiki. Patrik Johannesen
stríddist í eyðkenda lagnum,
sneiddi framvið fleiri, áðrenn
hann vann horna í høgru. Jóan
nes Bjartalíð legði innfyri, og
tá ið ein av verjuspælarunum
hevði snittað bóltin framvið
sínum egna málverja, stóð Deni
Pavlovic við handara
stólpa og sendi við
høvdinum bóltin í
málið.
Og tá ið eitt lítið korter
var farið av seinna hálvleiki
øktu klaksvíkingar um munin.
Jóannes Bjartalíð snaraði seg
úr tronga í høgru, rak inn ímóti
miðjuni, áðrenn hann sendi bólt
in í vinstru til Jesper Brinck,
sum sneiddi framvið verju
spælaranum og sendi innfyri,
og við nærra stólpa var Patrik
Johannesen á rætta staðnum í
røttu løtu og økti til 2-0.
Páll, Páll og aftur Páll
So gekk skjótt. Páll A. Klettskarð
var liðskipari og stóra stjørnan
á KÍ-liðnum, men hevur síðani
verið í lægri deildunum í Italia
og spælt, og eftirfylgjandi ikki
ordiliga funnið fótafestið. Nú er
hann aftur millum drúgvu mál
skjúttarnar hjá KÍ.
Fyrst fekk hann fatur á
langari sending fram eftir vølli
num. Tamdi bóltin, sneiddi
framvið verjuspælara og
skoraði. Løtu seinni var hann
hægstur eftir frísparksinnlegg
og so var 4-0, áðrenn innskifti
José Vitor Dos Santos skoraði
dagsins mál, tá hann meddaði
bóltin upp í málhornið úr
næstan 40 metrum.
KÍ svaraði tó skjótt aftur og
aftur var tað Páll A. Klettskarð.
hesa ferð var hann fyrstur á eitt
fríspark frá Patriki Johannesen.
Jonn Johannesen setur punkt
um, tá hann sendir bóltin í mál
ið eftir upplegg frá Jóannesi
Bjartalíð.
Tað er ikki so langt síðani, at
føroysk lið løgdu rygg til eyð
mýkjandi stórtap ímóti liðum
úr Georgia og øðrum londum
úr gamla Sovjetsamveldinum.
KÍ, at tað er heilt og fult vent í
holini, og søgan um stórsigurin
hjá KÍ fer nú kring alt Europa og
allan fótbóltsheimin.
Ringt at skilja støðuna
Trýmálsskjúttin hjá KÍ hevði ilt
við at seta orð á kensluna eftir
dystin.
-Eg dugi ikki ordiliga at lýsa
støðuna. Tað er óveruligt. Tað
er eitt sindur ringt at seta orð
á akkurát hvat hendi.
Vit fóru eftir sigrinum
og trúðu upp á at vit
kundu vinna, men eg skal
ikki siga at vit væntaðu at
vinna 6-1. Hetta er eitt sindur
øðrvísi uttan áskoðarar, men
vit vita at tey gleðast saman
við okkum heima, segði Páll A.
Klettskarð.
Mikkjal K. Thomassen, venj
ari hjá KÍ, er ikki bilsin av at teir
koma víðari, men hann er ikki
í iva um, at hetta er eitt stórt
úrslit.
-Eg haldi hetta er ótrúliga
stuttligt. Eg eri bilsin av at vit
fáa so nógv mál og tað er næstan
surrealistiskt, men eg eri ikki
bilsin av at vit koma víðari.
Hetta fer eisini at senda nakrar
bylgir út í Evropa, at vit klára at
skapa eitt slíkt úrslit. Tað haldi
eg er stuttligt fyri okkum øll,
segði Mikkjal K. Thomassen.
Dagurin endaði, tá bussurin
við KÍ-spælarunum kom til
Klaksvíkar. Har var stór mót
tøka við Djúpumýru, har við
haldsfólkini tóku ímóti. Sama
kvøldið verður greitt, at KÍ skal
spæla móti Dundalk í Írlandi.
Dysturin verður spældur eftir
prentstart.
TRONDUR@SOSIALURIN.FO
Europa League 3. undanumfar: Við 6-1 sigri á Dinamo Tbilisi
og hattriki frá Páll A. Klettskarð, hevur KÍ sett Føroyar á
altjóða fótbóltsheimskortið. Felagið er nú eitt dyst á spæla
seg í bólkaspælið. Tað er óhoyrt í føroyskum samanhangi
Fótbóltur
Dysturin
hesa vikuna...
Champions League:
KÍ SETUR
KÍ SETUR
FØROYAR Á
FØROYAR Á
HEIMSKORTIÐ
HEIMSKORTIÐ