Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-10-01, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 1. oktober 2020síða 27

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 2. OKTOBER 2020 SOSIALURIN 68 27 Størsti dysturin í føroyskari søgu KÍ skal nú spæla móti Dun­ dalk úr Írlandi. Vinnarin kem­ur í bólkaspælið í Europa League. Tað er vert 22 milliónir krónur í vinningi frá UEFA. Hesir pengarnar skulu tó brúkast til at hýsa heima­dystunum, sum hava væl fleiri útreiðslur við sær enn teir dystirnir í Evropa, sum føroysk feløg hava roynt. Hartil kemur ferðingin og fyri­reiking til útidystirnar. Tí er talan um eitt bruttutal, meðan eitt nettotal er væl lægri, men talan verður fram­ vegis um nógvar pengar. So er spurningurin eisini hvørjar inn­tøkur fylgja við. Eitt nú sjón­varpsrættindi, stuðlar og annað. Tað er ongin ivi um, at hetta er størsti einstaki dyst­ ur­in, sum eitt føroyskt lið hevur spælt. Umframt nógvu pengarnar, so er talan um ein sýnisglugga, sum einki annað føroyskt lið hevur verið nær­ nám­ind at røkka. Hetta er eitt frambrot í føroyskum fót­bólti, sum ikki er sæð fyrr. Tað eru dystir, sum hava havt stóran týdning fyri før­ oyska liðfótbólt. Vit kun­nu nevna teir fyrstu dystir­nir, har millum annað B36 skor­ar fyrsta málið í Evropa, 3-2 sig­ urin hjá KÍ á Maccabi Haifa, har Olgar Danielsen skorar hat­trikk og víðari luttøkurnar hjá ser­liga B36 bæði mið­skeið­ is í 2000 árunum og seinnu árini, umframt víðari lut­ tøkan hjá Víkingi. Tað er eisini ivasamt, um eitt føroyskt lið nakrantíð aftur kemur í eina støðu, har eitt mótstøðulið við styrkini hjá Dundalk stendur í vegin. Onn­ur feløg møta væl sterk­ ari mótstøðu. TRONDUR@SOSIALURIN.FO JONN ER MAÐURIN TI EVROPA-DYSTIR Jonn Johannesen er í holt við fáa sær ein góða vanan. Hann skorar í Evropa. 18 ára gamli KÍ arin hevur longu skorar fýra mál í Evropa. – Tá Páll skoraði fyri triðju ferð væntandi eg ikki at fáa kjansin, men eg kom inn og alt arbeiðið var gjørt, so eg skuldi bara skora, sigur Jonn Johannesen Europa League 3. undanumfar KÍ 1 6 DINAMO TBILISI 0 1 24. SEPTEMBUR 2020 – TÓRSVØLLUR 8 9 9 8.5 8 KRISTIAN JOENSEN HEINI VATNSDAL ODMAR FÆRØ JESPER BRINCK JÓANNES K. DANIELSEN 8 David Škrbec (Inn 75.min) 8.5 Jonn Johannesen, (Inn 82.min) Boris Došljak (Inn 89.min) Lukasz Jarosiński Dávid Langgaard Ísak Simonsen Børge Petersen Dómari: Thorvaldur Árnason (Ísland) Bleiv eitt sindur óviðkomandi, tá KÍ vann so stórt og tí standa fáar dømingar eftir, sum fingu avgerandi týdning 7.5 KÍ – Dinamo Tbilisi 6-1 (1-0) 1-0: Deni Pavlovic 22. 2-0: Patrik Johannesen 58. 3-0: Páll A. Klettskarð 60. 4-0: Páll A. Klettskarð 69. 4-1: José Vitor Dos Santos 71. 5-1: Páll A. Klettskarð 73. 6-1: Jonn Johannesen 85. Dómari: Thorvaldur Árnason (Ísland) KÍ: Kristian Joensen – Jóannes K. Danielsen, Odmar Færø, Heini Vatnsdal, Jesper Brinck – Jóannes Bjartalíð, Deni Pavlovic (David Škrbec, 75.), Jákup B. Andreasen, Patrik Johannesen (Boris Došljak, 89.)– Páll A. Klettskarð (Jonn Johannesen, 82.), Ole Erik Midtskogen Á beinkinum: Lukasz Jarosiński, Dávid Langgaard, Ísak Simonsen, Børge Petersen Gult kort: Patrik Johannesen, Jákup B. Andreasen Venjari: Mikkjal K. Thomassen Fakta: KÍ-Dinamo Tbilisi Mál: 6-1 Skot: 14-11 Skot á mál: 10-3 Hornaspørk: 3-1 Rangstøður: 2-1 Gjørd fríspørk: 15-11 Gul kort: 2-2 NÝGGJAR SPÆLARA­METINGAR (2020): 1-3: Avrikið er ikki gott og tað kostar liðnum meir ella minni 4-6: Avrikið er miðal. Spælarin ger tað, sum verður væntað av honum 7-9: Avrikið er yvir miðal og spælari eigur lut í liðið kemur betri frá uppgávuni 10: Verður bara givið heilt framúr avrik, sum er alt avgerandi fyri dystin. Verður bara givið í serligum føri. 8 9 8 9.5 8.5 9 JÁKUP B. ANDREASEN ERIK MIDTSKOGEN DENI PAVLOVIC PÁLL A. KLETTSKARÐ PATRIK JOHANNESEN JÓANNES BJARTALÍÐ