hósdagur 1. oktober 2020síða 28
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 2. OKTOBER 2020
SOSIALURIN 68
28
-EITT STÓRT ÚRSLIT
Tað er eitt stórt úrslit. Hetta er fyrstu ferð, at
HB vinnur allar tríggjar grannauppgerðirnar móti
B36. Tað eisini flott, at vit halda høvdið kalt í
dag og fáa løn fyri at halda fokus á spælinum.
Tað eri eg eisini glaður fyri at dómararnir sóu til
seinast, sigur Jens Berthel Askou, venjari hjá HB
TRÓNDUR ARGE – TÓRSVØLLUR
T
að er ongin kærleiki
millum B36 og HB í
løtuni. Tað er ísakalt
millum venjaratoym
ini. Á vøllin var ilt at fáa eyga
á boðini, um at elska næsta tín.
Forspælið er fyrst ein viðmerk
ing frá venjarnum hjá HB, Jens
Berthel Askou, um at B36 ikki
er ein kappingarneyti um FM.
Hetta segði hann fyrr í ár í send
ingini ”Fótbóltspanelið”, sum er
á FM1 hvønn fríggjadag klokkan
16.
Stutt seinni prikaði Jákup
á Borg, venjari hjá B36, aftur.
Hetta eisini á FM1, eftir at B36
hevði vunnið góðan sigur á Vík
ingi á ólavsøku.
Tað sigst úr Gundadali, at
venjaratoymini hyggja ikki upp
á hvønn annan, hóast feløgini
deilast um sama heimavøll og
venja fáar metrar frá hvørjum
øðrum.
Mánakvøldið brustu grann
arnir so aftur saman. HB hevur
undan dystinum vunnið báðar
innanhýsis uppgerðirnar, meðan
B36 hevur verið úti í Evropa og
spælt í summar. Nakað, sum tey
í HB ikki hava upplivað enn.
HB hevur betri treytir
B36 spældi hóskvøldið, undan
grannauppgerðini, móti CSKA
Sofia í 3. undanumfarinum í
Europa League. B36 tapti 3-1
í Bulgaria og spælarar sum
Andrias H. Eriksen og Magnus
H. Jacobsen máttu geva skarvin
yvir við skaðum. Teir eru ikki á
B36-liðnum, sum kemur inn á
vøllin á Tórsvølli mánakvøldið.
Tað er heldur ongin Rói M.
Hentze í málinum. Hann fekk
ein heilaskjálvta í 3-0 sigrinum á
AB fyri eini viku síðan. Tí stend
ur Símun Rógvi Hansen í mál,
sjálvt um hann hevur trupul
leikar í knænum.
Gestirnir, sum HB er á pappíri
num, hava havt tveir dagar
longri hvíld. Hartil er Mikkel
Dahl við aftur. Hann sat yvir, tá
HB vann 3-1 á EB/Streymi týs
kvøldið 22. septembur. Danski
áleyparin heldur tó bara fáar
minuttir, so má hann av vølli
num við nýggjum skaða. Hesa
ferð í fótinum. Fyri HB byrjar
Tróndur Jensen eisini inni fyri
fyrstu ferð, síðani hann bleiv
skaddur í knænum í fjør.
B36 leggur fyri –
HB svarar aftur
Tað er B36, sum leggur seg á
odda. Eftir hornaspark í vinstru
dettur bólturin niður í brots
teiginum. Har stendur Eli F.
Nielsen og prikar bóltin í málið.
13 minuttir og 1-0 til B36. Tá
kundi tað eisini staðið 2-0, men
eftir framúr skjótálop hyggur
Hannes Agnarsson ikki upp, tí
kann kundi lættliga spælt upp
á tvørs til ein leysan viðspælara.
Nú svarar HB aftur. Liðið
hevur leikliga kanska sítt besta
tíðarskeið í dystinum næstu
minuttirnar, og tá klokkan sigur
tjúgu minuttir javnar innskifti
Hilmar Leon Jacobsen. Gott upp
spæl í høgru endar við, at Símun
Rógvi Hansen stórbjargar frá
Pæturi Petersen, men bólturin
dettur fyri føturnar á Hilmari
Leon Jakobsen, sum lættliga
kann javna.
Tað eru ikki fleiri stórir mál
møguleikar í fyrra hálvleiki, men
B36 fær trý gul kort. Okkurt
fyri taklingar, men eisini fyri
at ilskast inn á dómaran, Kára
á Høvdanum. Tað merkist
ein øsing frá B36-leguni inn á
dømingina. Hon kemur ikki av
ongum, tí í B36 er ónøgd við
Kára á Høvdanum frá millum
annað 1-1 javnleikinum móti NSÍ
í Gundadali fyrr í ár, tá Jákup á
Borg bleiv tveittur av bonkinum.
Háðandi klappa áskoðararnir
hjá B36, tá teir tað einu ferðina
fáa fríspark, eftir at HB hevur
fingið nøkur.
HB fær sigursmálið
Tað er HB, sum er greitt omaná
fyrstu minuttirnar av seinna
hálvleiki. Eins og tá teir svar
aðu aftur í fyrra hálvleiki, so
gongur bólturin nú skjótt og
lætt. Smáspælið tykist sita væl.
Málið kemur tó upp á ein heilt
annan máta. Teitur M. Gestsson
tekur skjótt málspark, har hann
sparkar alt tað hann er mentur.
Pætur Petersen er farin avstað
og tað er ongin rangstøða, tá
talan er um málspark.
Tað endar við, at Pætur Peter
sen verður fyrstur á og heldur
Erlingi Dávidsson vekk frá bólti
num, sum hann prikar í málið.
Nú er 2-1 til HB og B36 byrjar at
leggja trýst. Talan er í fleiri før
um innkøst og deyðbóltar, men
eisini nógvum innleggum, sum
fær HB til at skifta Hørð Askham
inn og skifta spælskipan.
Rúkandi ósemja um
dystarendan
Tá tíðin er farin um teir 90
minuttirnar sendir B36 ein
langan bólt fram. Har fara
Sebastian Pingel og innskifti
Øssur Dalbúð rennandi eftir
bóltinum. Øssur hevur hondina
á Pingel, sum fer umkoll. Tað
sær í minsta lagi mistonkiligt
út, men Kári á Høvdanum velur
ikki at bríksla. Venjararnir eru
rúkandi ósamdir um støðuna.
-Tað er greitt, at Sebastian
Pingel hevur tikið avgerð um
at tveita seg áðrenn, sum hann
eisini plagar at gera, tá hann fer
í tvídystirnar. Hann hevur tikið
avgerð um at fara í nærdystin,
fyri síðani at tveita seg. Tú
mást gjarna brúka kroppin í
fótbólti, men um tú ikki hevur
til endamáls at spæla bóltin, so
skalt tú ikki lønast fyri tað, sigur
Jens Berthel Askou, venjari hjá
HB.
- Tað er slett yvirhøvur ongin
ivi. Øssur hyggur ikki eina ferð
eftir bóltinum. Hann hyggur
bara eftir Pingel. Og tú sær at
krossar beinini hjá Pingel og
teir detta, og tú sær aftaná at
tað er ein hond inn á kroppin
hjá Pingel, tá hann dettur. Tað
havi eg sæð eftir dystin og tað
djúpt frustrerandi. Dómarin
og linjuverjin hava allar møgu
leikar at síggja støðuna, tí tað
er ein langur bóltur, sum verður
sparkaður fram. Hatta er bara
ikki gott nokk, sigur Jákup á
Borg, venjari hjá B36.
TRONDUR@SOSIALURIN.FO
Betri deildin menn 22. umfar: Jens Berthel Askou og Jákup á Borg eru
rúkandi ósamdir avgerandi støður í grannauppgerðini, sum HB vann
2-1 á Tórsvølli mánakvøldið. Venjarin hjá HB heldur at B36 spælir
skitið spæl, meðan venjarin hjá B36 heldur seg eiga tvey brotsspørk
Fótbóltur
Dysturin
hesa vikuna...
B36-HB 1-2:
HAVNIN ER REYÐ
HAVNIN ER REYÐ
OG SVØRT
OG SVØRT – MEN
– MEN
IKKI UTTAN
IKKI UTTAN
DRAMATIKK
DRAMATIKK