Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-10-01, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 1. oktober 2020síða 29

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 2. OKTOBER 2020 SOSIALURIN 68 29 HB hevur munin Fyri triðju ferð í ár hevur HB vunnið á B36. Tað eru aftur støður í hesum dystinum, at HB megnar at spæla á einum so høgum stigi, at mótstøðan ikki megnar at standa ímóti. Hesa ferð megnaði B36 tó at svara aftur og var um reppið at teir fingu javnleikin. Tí er minni munurin á spælara­ met­ingunum, hóast spæli­ stíl­urin var ymiskur. Teitur M. Gestsson fær stórt pluss fyri at leggja upp til avgerandi málið. Í verju­ støðu var HB sterkt, men serliga Heðin Hansen kom væl frá uppgávuni í mið­ verjuni. Eisini Heri H. Mohr hevur fyri vana at spæla væl móti B36. Á miðjuni fall Tróndur Jen­ sen væl til, meðan Mathias Ny­gaard datt eitt sindur niður í millum. Dan í Soylu spældi væl og átti í fyrra málinum. Pætur Petersen tuskaði runt og fekk løn fyri stríðið, meðan Adrian Justinussen ikki er komin heilt í gongd enn eftir skað­an. Fyri B36 stóð Sonni Ragnar Natte­stad stekur í myndini í verju­støðu, meðan Erling Dávids­son verður harðari revs­að­ur fyri málið til 2-1. Alex Mellemgaard er altíð góð­ur fyri gott uppspæl og Árni Frederiksberg var nógv íbland­aður, men tað var fyri tað mesta líka við og næstan. Ringast stóð til í høgru og framrættaða miðvøllinum, har B36 hevði ilt við at finna stevið í serliga fyrra hálvleiki. Í álopinum er Sebastian Pin­ gel ein støðug hóttan og tvær ferðir vil hann hava brots­ spark. TRONDUR@SOSIALURIN.FO JÁKUP ÓNØGDUR UM DÓMARA -Eg eri stoltur av mínum monnum í dag og vit gera nokk til í minsta lagi ein javnleik, men tað eru aðrir dystir, har vit eisini hava tveitt stig vekk. Millum annað hinar báðar grannauppgerðirnar, tá hava vit ikki verið nóg nógv til staðar. Vit missa eisini stig á heimavølli móti NSÍ, har vit spæla sum einglar og missa trý stig aftur her. Tað, sum er til felags, er at tað er sami maður, ið hevur floytuna, sigur Jákup á Borg, venjari hjá B36. Spælarametingar: Betri deildin menn 22. umfar B36 1 1 HB 1 2 28. SEPTEMBUR 2020 - TÓRSVØLLUR 5.5 7 SÍMUN RÓGVI HANSEN TEITUR M. GESTSSON 4.5 Ragnar Samuelsen (Inn 70.min) 7.5 Hilmar Leon Jakobsen (Inn 11. miin) 7 Hørður Askham (Inn 72.min) Øssur Dalbúð (Inn 90.min) Dómari: Kári á Høvdanum Hendan er ring, tí í HB halda tey at hann dømdi væl, men tey í B36 er alt annað enn nøgd. Sannleikin er nokk, at Kári kundi dømd betri, men hann kundi eisini dømt verri. Brotsspark ella ikki – tað er ikki til at siga? Tað er ikki lætt at vera dómari! 5 B36 – HB 1-2 (1-1) 1-0: Eli Falkvard Nielsen 13. 1-1: Hilmar Leon Jakobsen 20. 1-2: Pætur J. Petersen 51. Dómari: Kári J. á Høvdanum B36: Símun Rógvi Hansen – Benjamin Heinesen, Erling D. Jacobsen, Sonni Ragnar Nattestad, Alex Mellemgaard – Eli Falkvard Nielsen, Stefan Radosavljevic – Hannes Agnarsson (Ragnar Samuelsen, 70.), Michal Przybylski, Árni Frederiksberg – Sebastian Pingel. Gult kort: Árni Frederiksberg, Erling D. Jacobsen, Sonni Ragnar Nattestad Venjari: Jákup á Borg HB: Teitur Matras Gestsson – Heri H. Mohr, Bartal Wardum, Heðin Hansen, Daniel Johansen – Pætur J. Petersen (Hørður H. Askham, 72.), Mathias Nygaard, Tróndur Jensen, Adrian Justinussen (Øssur M. Dalbúð, 90.) – Dan í Soylu, Mikkel Dahl (Hilmar Leon Jakobsen, 11.) Gult kort: Daniel Johansen, Heðin Hansen Venjari: Jens Berthel Askou NÝGGJAR SPÆLARA­METINGAR (2020): 1-3: Avrikið er ikki gott og tað kostar liðnum meir ella minni 4-6: Avrikið er miðal. Spælarin ger tað, sum verður væntað av honum 7-9: Avrikið er yvir miðal og spælari eigur lut í liðið kemur betri frá uppgávuni 10: Verður bara givið heilt framúr avrik, sum er alt avgerandi fyri dystin. Verður bara givið í serligum føri. 4 7 6 8 5 7.5 4.5 5 6 5 4 5.5 4 5 5 7 4 8 5 6 ERLING DÁVIDSSON BARTAL WARDUM SONNI R. NATTESTAD HEÐIN HANSEN ALEX MELLEMGAARD HERI H. MOHR BENJAMIN HEINESEN DANIEL JOHANSEN ELI F. NIELSEN ADRIAN JUSTINUSSEN HANNES AGNARSSON MATHIAS NYGAARD STEFAN RADOSAVLJEVIC MIKKEL DAHL SEBASTIAN PINGEL TRÓNDUR JENSEN MICHAL PRZYBYLSKI PÆTUR PETERSEN ÁRNI FREDERIKSBERG DAN Í SOYLU