týsdagur 6. oktober 2020síða 2
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 7. oktober 2020 · Nr. 70
2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
VALEVNI TIL ELDRARÁÐIÐ
Val til eldraráðið verður í oktobur 2020. Brævatkvøðurnar verða sendar øllum borgarum 60 ár og eldri 7. okt. 2020,
og so ber til at atkvøða fram til 22. okt. 2020 kl. 12.
Uppstillingarfreistin er farin, og greitt er, at hesi 11 bjóða seg fram til eldraráðið.
Petur Rouch
Uppvaksin í Vági, búð í Havn síðani 1967. Umsitið telduskipanir alt arbeiðslívið.
Hjartamál
• Bústaðarviðurskifti hjá teim eldru
• Tættari samstarv millum eldraráð og býráð
• Eina grønari og brúkaravinarliga kommunu
Annars virkin og vakin.
Marin Rasmussen
Eg eri 61 ára gomul starvist sum harrafrisør.
Ynski at størri dentur verður lagdur á tey, sum eru 60+. Serliga á demensøkinum og onnur øki.
Hjartamál
• Kommunan skal vera eldravinarlig
• Okkara eldru skulu vera hoyrd og tikin við, nú alt skal talgildast
• Dent á tørv heldur enn aldur, øll skullu hava somu møguleikar
Eyrith Guttesen Leyni
Eri leiðari á vitjanartænastuni hjá Reyða Krossi Føroya og komi nógv út í heimini og havi gott samband
við tey eldru og síggi, hvussu tey búleikast.
Hjartamál
• Eg vil virka fyri at bøta umstøðunar hjá teimun eldri í samfelagnum
• Smærri íbúðir til eldri fólk, sum hava tørv á at flyta úr sínum egnu húsum
til eina nýggja íbúð við øllum hentleikum
Ingrid S. Henriksen
Eri virkin á eldraøkinum. Havi arbeitt hjá Landsfelag Pensjónista í 10 ár.
Hjartamál
• 70 ára fráfaringaraldurin á kommunala arbeiðsmarknaðinum má burturbeinast
• Kommunan má útvega góðar karmar til likamligt og sálarligt virksemi
• Tey, sum fáa heimahjálp, eiga sjálvi at gera av, hvat hjálpin skal nýtast til (eitt nú reingerð)
Birgit Hansen
Eri fødd og uppvaksin í Havn. Útbúgvin tollfólk.
Hjartamál
• Lívsgóðsku fyri eldri í kommununi
• At eldravinarligar íbúðir verða bygdar
• At tey, sum gerast sjúk, fáa neyðuga uppvenjingina, taluvenjinginar, rørsluvenjingar
td. á venjingarstøð saman við fakfólki, og fáa møguleika fyri sosialari samveru