týsdagur 6. oktober 2020síða 3
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
3
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 7. oktober 2020 · Nr. 70
torshavn.fo
Robert Vilhemsen
Eg eri 69 ár og ein av okkum umleið 5000, 60 ár og eldri. Nógv eru enn virkin á arbeiðsmarknaðinum,
men nógv eru eisini vit, ið tørva og krevja serligar tænastur og umstøður í kommununi og tær skulu
raðfestast. Eg vil tryggja okkum eina virðiliga ávirkan, sum veruliga munar í kommununi - ein kommuna
fyri øll – eisini okkum eldru!
Hjartamál
• Burtur við bíðilistum til tey sum hava serligan og átrokandi tørv á røktarplássi
• Eldrabústaðir
• Tryggleiki á gongubreytunum og -teigunum og lætt at ferðast í kommununi
Turið Holm
Eg eri 79 ara gomul, eigi 3 døtrar og 5 ommubørn.
Havi arbeitt sum lækni á landssjúkrahúsinum i 25-30 ár. Eri serlækni í kvinnusjúkum og burðarhjálp og
var yvirlækni á føðideildini.
Havi altið havt stóran áhuga i samfelags- og javnstøðumálum og serliga kvinnu- og barnarættindum.
Hjartamál
• Gera munagóð átøk fyri heilsu og trivnaði.
• Vil fegin, at býráðið i øllum málum og viðtøkum hugsar um tey eldru, eins og børnini og familjurnar
umframt umhvørvið og javnstøðu.
Bjørghild Djurhuus
Eri 67 ár ára gomul og útbúgvin sjúkrarøktarfrøðingur og heilsufrøðingur. Havi sitið í býráðnum
seinastu 8 árini, av hesum 4 ár sum forkvinna í eldranevndini. Við hesum royndum og førleikum
bjóði eg meg fram til Eldraráðið.
Hjartamál
• Stuðla Tilhaldinum við fjølbroyttari skrá og víðka tilboðið seinnapartar og um kvøldið
• Eldraíbúðir
• Okkara rødd skal verða hoyrd, tá ið avgerðir á eldraøkinum verða tiknar
Ingigerð á Trøðni
Eg eri barnvaksin í Havn og í Danmark. Eri útbúgvin lærari og havi undirvíst á Venjingarskúlanum,
Handilsskúlanum og kvøldskúlanum. Frá 1986-2012 var eg leiðari á Kunningarstovuni.
Hjartamál
• Vaksinundirvísing, infrastruktur, ferðavinnan, upplivingar og náttúran hevur havt og
hevur framvegis stóran áhuga
• Vónandi kann eg virka fyri einum góðum samstarvi millum Eldraráðið og kommununa
Julianna Klett
Eg havi sitið 4 ár í eldraráðnum. Í tí tíðarskeiðinum gjørdi Eldraráðið eina Gallupkanning, sum
vísir, hvørjar umstøður eldri hava/ynskja at hava í framtíðini. Ætlanin er at arbeiða víðari við
høvuðsmálunum.
Hjartamál
• At fáa ávirkan á arbeiðið at byggja eldraíbúðir til frísk eldri og vardar íbúðir
• At fáa beinleiðis samband við eldri í Havnini umvegis nýggja heimasíðu
• At víðka virksemið hjá Tilhaldinum
Katrin Holm
Havi verið forkvinna í eldraráðnum seinastu 4 árini.
Hjartamál
• Eldraráðið skal leggja meiri orku í at fáa bústaðarviðurskifti hjá eldri lagaligari
• Góða heilsu. Leggja dent á venjingarmøguleikar
• Ein grønan bý