Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-10-06, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 6. oktober 2020síða 8

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 7. oktober 2020 · Nr. 70 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 TÍÐINDI Eirikur Lindenskov Koronafarsóttin hevur forð­að áskoðarum í at sleppa til landsdystir í alt ár, men nú hevur UEFA gjørt av, at eitt avmarkað tal av áskoðarum aftur sleppur til dystir. Hetta merkir, at áskoð­ arar nú sleppa til dystir­ nar, tá A-landsliðið í næst­um tekur ímóti Let­landi og Andorra. Talið av áskoðarum er av­markað til 500, og tí verður netsølan skipað við lutakasti, sum er eitt sindur øðrvísi enn van­ ligt. Vit hava roynt at gjørt tað so rættvíst sum gjørligt, og tí hava vit gjørt henda leist, har fólk kunnu skráseta seg við ynski um keyp av atgongumerki í einum ávísum tíðarskeiði, og so kasta vit lut millum hesi um møguleikan at keypa atgongumerkir. Hetta gera vit, so øll hava møgu­leika fyri at vera við og ikki bara tey, sum sita klár við telduna, tá ið atgongumerkjasølan letur upp, sigur Krist­ in Dam Ziska, vara­aðal­ skrivari í FSF. Skansin fær 20 atgongumerki Fótbóltssambandið hev­ ur tó valt at taka 20 at­ gongu­merkir burtur úr rúgvu­ni og tillutað tey til fjeppara­felagið Skansan. Skansin hevur gjørt nógv fyri at skapa góðar kar­mar til landsdystirnar, og okkara vón er, at vit við at fáa 20 av teimum inn til dystin kunnu fáa hesi at ganga á odda við at skapa góðan stemning til dystirnar móti Letlandi og Andorra, sigur Kristin Dam Ziska. Hann leggur tó afturat, at fólkini hjá Skansanum skulu eins og allir aðrir áskoð­arar halda seg til tær reglur, ið eru ásettar av UEFA í sambandi við dystir­nar. Tað vil siga, at tey hava frástøðu til hvønn annan, og man situr niðri undir dysti­ num. Tað er so mikið av­ mark­að við tali av fólki til dystirnar, og tí býta vit heldur ikki ókeypis atgongumerkir út, og talið av fíggjarligum stuðlum hjá FSF, ið fáa atgongd til dystirnar, verður eisini sera avmarkað, sigur varaaðalskrivarin í FSF. Liðskiparin fegnast Í føroyska leikara­hópi­ num er sjálvsagt stór gleði um, at áskoðarar nú sleppa inn aftur til lands­ dyst­irnar. – Hetta vóru góð boð at fáa. Stuðulin frá føroysku áskoðarunum hevur altíð verið ótrúliga góður, serliga á Tórsvølli, men eisini tá vit hava spælt uttan­lands. Og eingin skal ivast í, at vit saknaðu teir til dystin móti Malta. Tí verður tað ótrúliga dei­ligt at síggja teir aftur, sigur liðskiparin, Hallur Hansson, við heima­ síðuna hjá FSF. UEFA Nations League dysturin millum Føroyar og Letland verður á Tórs­vølli leygardagin 10. oktober kl. 17:00, og týsdagin komandi verð­ur spælt móti An­dorra á Tórsvølli. 150 áskoðarar sleppa eisi­ni á Tórsvøll, tá U21- lands­liðið tekur ímóti Spania í EM-undan­kapp­ ingar­dysti hóskvøldið kl. 17:45. eirikur@sosialurin.fo NÚ SLEPPA FØROYINGAR AFTUR TIL LANDSDYST Eitt avmarkað tal av áskoðarum sleppur inn til næstu heima­ dyst­ir­nar hjá føroyska A-lands­ lið­num við monnum