Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-10-06, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 6. oktober 2020síða 9

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 7. oktober 2020 · Nr. 70 TÍÐINDI Steinar Patursson Helgi Abrahamsen, lands­ stýri­s­maður í vinnu­mál­ um, hevur lagt fram upp­ skot fyri tingið, ið skal leingja um felagskvotuna í barsilsskipanini við fýra vikum. Hóast javn­støðu­ nevnd­in og undanfarni for­mað­urin í javn­støðu­ nevndini høvdu ta støðu, at pápaluturin í barsils­ skipanini skuldi leingjast, hevur javn­støðu­nevndin í løtuni ikki eina felags mein­ing um málið. Orsøkin er, at javn­ støðu­nevndin er í stóran mun útskift, og nýggja nevndin hevur ikki havt stundir at viðgera barsils­ skipanina. – Har eru fleiri mein­ ingar, og vit hava ikki viðgjørt mál­ið enn, soleiðis at vit kunnu fara út við ein­ari felags meining. Onk­ur sigur, at hasar fýra vikur­nar skuldu av­gjørt verið lagdar aftrat pápa­kvotu­ ni. Onkur annar heldur, at tað skal vera meira frítt hjá foreldrunum at velja, tí tey eru nóg kroyst frammanundan, sigur Mai Laksafoss Simon­ sen, sum varð vald sum for­kvinna í javn­støðu­ nevndini í januar í ár. Pápin hevur bert rætt til fýra vikur Í uppskotinum hjá Helga Abrahamsen verður lagt upp til, at barsilsfarloyvið skal leingjast við fýra vikum, soleiðis at samlaða vikutalið verð­ ur 52. Í uppskotinum stendur eisini, at tær fýra vikurnar skulu leggjast aftrat felagskvotuni. Í løtuni hevur mamm­ an rætt til fýra vikur av barsil undan føðing, um­ framt fyrstu 14 vikurnar eftir føðing. Pápin hevur rætt til fýra vikur, með­an hinar 26 vikurnar kun­ nu foreldrini býta sína­ millum. Við nýggja upp­skoti­ num verður felagsluturin 30 vikur, og pápaluturin verður ikki øktur. Við Sosialin í januar í ár segði Ólavur Ellefsen, tá­verandi formaður í javn­støðunevndini, at tað var eitt mál hjá javn­ støðu­nevndini, at pápar skuldu fáa eins nógv av barsilsfarloyvinum og mammurnar. Javnstøðunevndin hev­ur í løtuni kortini ikki somu støðu, tí at nevnd­ in hevur ikki havt stund­ir at viðgerða málið. Og har eru fleiri ymisk sjónar­ mið, staðfestir Mai Laksa­ foss Simonsen. – Eitt er tíðin, sum for­eldrini hava við børn­ unum, eitt annað er, hvussu tað fíggjarliga hongur saman. Har er tað ofta í familjum, at páp­in tjenar meira. Tá siga foreldur tað, at tað verður ein fíggjarligur missur hjá teimum, skal pápin vera heima longri. – Og har eru ymiskir holdn­ingar hjá limunum í nevndini um tað. Og so kemur prinsippið aftr­ at, um mann skal fara inn at gera av, at tað er ikki gott nokk, at tað er mamman, sum fyri tað mesta er í barsil. Skulu vit loyva pápum at slep­ pa bara at taka fýra vik­ ur? Skulu vit siga tað, at tekur pápin ikki átta vik­ ur, so fella tær burtur, og barnið fær minni av sínum foreldrum, spyr Mai Laksafoss Simon­sen og leggur aftrat, at enda­ málið við barns­burð­ ar­far­loyvinum er fyrst og fremst barninum at frama. Fleiri spurningar enn svar Mai Laksafoss Simon­sen greiðir frá, at javn­støðu­ nevndin er í stóran mun útskift, øll sum hon er, og av tí at nevndin ikki hevur fingið viðgjørt málið um farloyvi, situr nevnd­in í løtuni við fleiri spurn­ingum enn svarum. Ein av spurningunum, ið nevndin framvegis hevur, er, um hvørt rætta loysn­in er at marka barsils­gjald til hvørt for­ eldur, um endamálið er at fremja javnstøðu. – Vit eru øll samd um, at pápar skulu taka meira farloyvi. Men hvar skal mann trýsta, fyri at fáa tað henda? Har eru onnur støð, mann kann trýsta, sigur Mai Laksafoss Simon­sen og nevnir arbeiðs­marknaðin. – Mann kann gera tað á arbeiðsmarknaðinum. Vit kunnu seta gjaldið upp. Ein stórur spurningur í sambandi við barns­ burð­ar­farloyvi er, at um út­gjaldið er so lágt, so fer húsarhaldsinntøkan niður hjá teimum, sum tjena meira 25.000, sigur Mai Laksafoss Simonsen og leggur aftrat, at ynskja vit frá politiskari síðu, at páp­in skal fara meira í barns­burðarfarloyvi, so er neyðugt at hækka barsils­út­gjaldið. – Vit í javn­støðu­ nevnd­ini hava ikki ásett eina upphædd, men hon skal munandi upp. Og vit eiga sum samfelag og sum arbeiðsmarknaður - sum almennir stovnar og sum privatar fyritøkur - at vísa sosiala ábyrgd, soleiðis at tað vera virði­ lig viðurskifti. – Eg haldi, at vit eru øll samd um, at vit vilja, at vit skulu fáa børn, og at familjurnar skulu trívast. At vit skulu skapa virðiligar karm­ar, og at pápar verða veru­ liga aktivir lut­takar­ar í farloyvinum - í tíðini, tá barnið er pinka­lítið. Tað setur for­treyt­irnar fyri, hvussu aktivur mann er seinni í lívi­num hjá barninum, sigur Mai Laksa­foss Simon­sen, for­kvinna í javn­støðu­ nevdini. EINGIN FELAGS MEINING UM BARSILSKVOTURNAR Vinnumálaráðharrin vil leingja felagskvotuna í barsilsskipanini við fýra vikum. Javnstøðunevndin er so at siga útskift, og nýggja nevndin hevur ikki havt stundir at viðgera barsilsfarloyvi. Nevndin hevur tí ikki eina felags meining, um hvørt vikurnar, ið nú verða skoyttar uppí, skuldu verið latnar í pápalutin Har eru fleiri mein­ing­ ar, og vit hava ikki við­ gjørt málið enn, soleiðis at vit kunnu fara út við einari felags meining