Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-10-06, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 6. oktober 2020síða 10

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 7. oktober 2020 · Nr. 70 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Archibald Black Stutt frá Biskupsstøðni var Tingstøðin, har allir norð­oy­ingar hittust og løgdu sínar bátar fyri at halda Várting í Innistovu í Vági. Navn­ið á hesum søgu­ liga staði hevur Gøtu­ navna­nevndin broytt við einum einkisigandi uppfunnum navni við ongum uppruna og sum onga undirtøku hevur. Fak­kunnleikin var settur til viks, og hevur eingin í Gøtunavnanevndini nakran­tíð verið á gátt á Biskupsstøðgarðinum. Hetta er stór skomm. Nú er ætlanin at staðseta eitt stórt skrímsl á hetta økið, Føroya Húsarhaldsskúla. Tað eru fleiri g r u n d g e v i n g a r fyri ikki at staðseta Hús­ ar­haldsskúlan norðan fyri Betesda. Borgarstjóri og býráð hava ongar al­ mennar grundgevingar givið, ið siga, hví skúlin skal liggja har.  Fyri nøkr­um árum síðani bygdi Kl. Kommuna eitt stórt reinsiverk fyri eina tveysiffraða millióna­upp­ hædd, beint har skúlin skal staðsetast, og gevur hetta ein eykakostnað, um byggjast skal her. Stóra inntrivið júst á hes­um staðnum minnir mest um Karla Magnusar breyt í Havn. Hetta er so sera illa umhugsað, og er alt skrumblað ígjøgnum. Tá ið trupulleikarnir eftir­fylgjandi fara at stinga seg upp, skal kommunan finna loysnir á hesum. Hví ikki gera tað áðrenn? Tað er ikki í lagi, at býráðið ongantíð hevur kjakast um hetta mál, tað er hetta alt ov týdn­ingarmikið til. Hetta er eisini eitt talandi dømi um manglandi gjøgn­um­ skygni. Borgarstjóri og býráðslimir skulu tæna borg­arunum og ikki øvugt. At Svend Sivertsen frá Fuglark heldur hetta verða góðan arkitektur, undrar meg ikki, teir hava teknað bygningin og tænir hetta teirra fíggjar­ ligu áhugamálum. Búsetur og Menta­ mála­ráðið hava ikki biðið um hesa staðsetingina, tvørtur­ímóti undrar hend­an staðseting. Tað hava tey váttað fyri mær. Skúlin Glasir er fyri allar Føroyar, hann er bygdur av Føroya løg­ tingi, og keyptu teir grund­økið frá Tórs­ havnar kommunu. Tórs­ havnar kommuna hevur ikki goldið skúlan. Føroya Húsar­halds­ skúli er fyri allar Føroyar, men her vil Kl.Kommuna bæði lata grundøkið og gjalda stóran part av skúlanum. Tað er einki, ið forðar Húsar­halsdskúlanum og Kl. Róðrarfelag at býta um staðseting, uttan viljin til tess. Eg meti eisi­ ni, at Kl.Róðrarfelag nú man fara at staðfesta, at teir einki neyst fáa til komandi kappingarár. Hví ikki fylgja til­ráð­ ingini frá skúlaleiðsluni í Húsarhaldsskúlanum og byggja uppi við Bor­ oyðar­vík? Borgar­stjóri og býðráð skylda okk­um borgarum eina frá­greið­ ing.   Norðlýsið Norðlýsið var fyrr kallað blað norðoyinga, soleiðis er ikki longur. Eg haldi, at blaðstjórin er skilagóður, men hann er bundin av sínum arbeiðsgevarum og kann tí ikki skriva tað, hann vil. Blaðið tek­ ur ikki tað upp, sum fólk kjakast um og er púra ókritiskt mótvegis borgarstjóranum, hóast at har er nógv at fara eftir. Herfyri bar KVF tey tíðindi, at KL.Kommuna í 2019 hevði eitt hall upp á 27 mill. kr. í størstu inntøkutíð nakrantíð. Skuldin upp á 20 mill. til Bústaðir var ikki roknað uppí. Tá ið so Norðlýsið kom í hvørt hús vikuskiftið eftir, var einki skrivað um kom­ munuhallið. «Break­ing news» var ein stolin snella hjá Anskari Hansen til eitt virði á 17.000 kr. Hetta er at stinga høvdið í sand­ in. Í verkætlanini á Foss­ um skuldi fyrsta byggistig verða klárt í septembur. Har er einki hent, og nú eru heystfjøllini byrjað, hetta og annað áhugavert kundi blaðið skrivað um. Tað er skyldan hjá Norð­lýsinum at klæða okkum lesarar í, soleiðis at vit til komandi val kunnu velja eitt býráð, sum ger eitt gott arbeiði fyri borgara og bý. At renna sneisaørindi og seta umbidnar greinar í blaðið fyri at tæna borgar­stjóranum eitt nú til júst at staðseta Húsar­ haldsskúlan norðan fyri Betesda, tænir ikki býnum. Hetta er ein vandaleið.   Býráðið má leggja á annan bógv At klippa snórar og venda flagi er fínt, men okkurt má síggjast eftir, annars gevur tað onga meining. Alt liggur í hálvum gekki og kostar ov nógv. Av hesi vánaligu handfaring er tað skattgjaldarin, sum bløðir. Býráðið skyldar okkum borgarunum eitt veruligt kjak um staðsetingina av Húsarhaldsskúlanum, hetta er eitt stórt inn­ triv í miðbýin og drep­ ur allan hugnan her. Øðr­vísi hevði verið við lágum bygningum og stein­settum torgi mill­um Betesda og hesar bygn­ ingar. Er staðsetingin av skúla­num veruliga besta loysn­in? Fáa vit nú besta mið­býin? Fær hetta fólk aðrastaðni frá at ress­ ast, so tey tíma ein túr til Klaksvíkar? Tíma ferða­fólk til Klaksvíkar, tí at ein skúli stendur í mið­býnum?  Halda vit klaks­víkingar, at tað er hugnaligt at spáka fram við sjóvarmálanum við einum so stórum bygn­ ingini í hesum hugna­ liga øki? Hvussu við útsýn­inum hjá leigu­ íbúð­unum? Parkering til vitjandi og annað? Her er ein mongd av atlitum at kjakast um. Hava vit aðrar møgu­ leikar? Sjálvandi! Betesda og Áhuga­ felagið Nólsoyar Páll sendu býráðnum eitt mót­mælis­skriv og broyt­ ing­ar­uppskot í januar, men enn hava vit einki hoyrt aftur! NEYÐTØKA Á BISKUPSSTØÐ KJAK Kvinnur og menn hava nú í fleiri ár á hesum søguliga staði endurbygt garðin hjá Nólsoyar Pálli við søgufrágreiðing sum tema og vilja harvið skapa eina attraktión í Klaksvík fyri klaksvíkingar, føroyingar og fremmand ferðafólk