Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-10-06, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 6. oktober 2020síða 11

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 7. oktober 2020 · Nr. 70 TÍÐINDI Eyðun Klakstein – Vit meta ikki, at tað er leiklistafakliga for­svar­ ligt, at sami stjóri skal mynda leiðsluna á Tjóð­ palli Føroya í 20 ár.  Tað sigur Leik­lista­ fylkingin 2020, sum um­ fatar 22 føroysk yrkis­ leik­listafólk og seks frí­yrkisleikbólkar, í mót­ mælisskrivi. Millum tey, sum eru partur av mót­ mælisskrivinum, eru Gunnvá Zachariasen, Búi Dam, Ria Tórgarð, Olaf Johannessen, Sóley Daniel­sen, Sámal Blak og Vár Berghamar Jacobsen. Fyrr í ár setti Leik­ lista­ráðið, ið hevur yvir­ skipaðu leiðsluna av Tjóðpalli Føroya, fyri fjórðu ferð Jen­ny Pet­er­ sen í ára­máls­starv sum stjóri á Tjóð­palli­num. Hvør setan er fyri fimm ár, og Jenny Petersen skal nú røkja starvið fram til 2025, og tá hevur hon verið stjóri á Tjóð­palli­ num í 20 ár. Hesum mótmælir Leik­ listafylkingin, tey kalla. – Stjórastarvið á Tjóð­ palli Føroya er eitt av hægstu størvum innan listarliga økið í Føroyum. Í lógini um Tjóðpall Før­ oya stendur, at stjór­in er áramálssettur í mesta lagi fimm ár.  Leik­lista­fylk­ ingin 2020 mót­mælir, at Leik­lista­ráð­ið ikki virðir áramálssetanina í lógini, men setur sama stjóra á Tjóðpall Føroya í eitt fimm ára skeið afturat. –  Ferð eftir ferð hava yrkisleiklistafólk gjørt Leiklistarráðið vart við síni sjónarmið viðvíkjandi áramálssetanini. Við at endurseta stjóran, velur Leiklistaráðið ikki at lurta eftir meginpartinum av yrkisleiklistafólkunum og skapar soleiðis eina álvars­liga kreppu á leik­listaøkinum, sigur Leiklistafylkingin. Settu tann best skikkaða Leiklistaráðið hevur hevur sambært lóg og kunngerð fyri Tjóð­ pall Føroya yvir­skip­aðu leiðsluna av Tjóð­palli­ num. Leiklistaráðið setir stjóran fyri Tjóð­pallin, viðger leik­skrá, fíggj­ ar­støðu, fíggjar­ætlan og onnur mál av týdn­ ingi fyri Tjóðpallin og leiklistina sum heild. Leiklistaráðið skal eisini tryggja sam­starvið millum Tjóð­pallin og aðrar partar sjón­leika­ øki­num í Føroyum. Leik­lista­ráðið verður valt fyri trý ár í senn og telur sjey fólk. Lands­ stýriskvinnan tilnevnir tvey umboð, har annað er for­maður. Hinir limirnir í Leiklistaráðnum verða tilnevndir av ávika­vist Leikarafelag Før­oya, Meginfelag Áhuga­leik­ara Føroya, Lista­fólka­sam­ bandi Føroya, Tórshavnar Býráð, umframt at starvs­ fólkini á Tjóðpalli Føroya velja eitt umboð.  Tey sjey fólkini, sum sita í Leiklistaráðnum, eru Ingibjørg Berg, for­kvinna, tilnevnd av lands­stýris­ kvinnuni, Oddfríður M. Rasmussen, tilnevndur av landsstýriskvinnuni, Noomi Reinert, eftir til­ mæli frá Meginfelag Áhuga­leikara Føroya, Birna Heinesen, eftir tilmæli frá Lista­fólka­ sambandi Føroya, Turp­ in Napoleon Djurhuus, eftir tilmæli frá Leikara­ felag Føroya, Jóan Petur Hentze, eftir til­mæli frá Tórshavnar bý­ráð og Fríða Midjord, starvs­ fólka­umboð fyri Tjóðpall Føroya. Ingibjørg Berg segði við Kringvarpið, at Jenny Petersen var tann best skikkaði persónurin, sum søkti starvið sum stjóri í Tjóðpalli Føroya, og tí varð hon fyri fjórðu ferð sett at røkja starvið í fimm ár. Halda fast Leiklistaráðið sendi í gjár út nýtt mótmælisskriv, har tey gjøgnumganga mál­ið við nógvum smá­ lutum. Tey finnast at arbeiðshátti hjá Leik­lista­ ráðnum og halda, at ráðið tulkar áramálssetanina á sín egna hátt. – Leiklistafylkingin 2020 ger vart við, at tað er fakliga óforsvarligt, at einasta føroyska yrkis­leikhús hevur ein og sama stjóra í 20 ár. Leiklistaøkið er í eini kreppu, sum hevur stað­ ið við og er versnað síða­ni 14.februar, sigur Leik­lista­ fylkingin. Tey halda, at tað skulu verða sterkar grundir fyri ikki at skifta stjóra. –  Tað er vandamikið fyri ein so lítlan stovn, at vera tengdur at einum og sama persóni í 20 ár. Kort­ini hevur Tjóðpallur Før­oya havt ein og sama stjóra alla sína livitíð, sigur Leiklistafylkingin. STRÍÐ UM STJÓRAN Á TJÓÐPALLINUM Yrkisleiklistafólk mótmæla, at sami stjóri er settur í áramálsstarv á Tjóðpalli Føroya fyri fjórðu ferð Kreppa er á Tjóðpallinum, nú yrkislistafólk mótmæla, at sami stjóri er áramálssettur fyri fjórðu ferð Mynd: Tjóðpallur Føroya Nú er Palllistafelag Før­oya stovnað. Hetta er fakfelag, sum skal fevna allar tær listarligu og hand­ verksligu yrki­stætt­ irnar, sum hava við før­oyska palllist at gera. – Fleiri nýggj pall­ lista­fólk við nýggj­um spennandi út­búgv­ ingum eru løgst afturat seinnu árini og hava latið upp fyri nýggj­um møguleikum og nýggj­ um upplivingum inn­an føroyska palllist. Skal framførslu-um­hvørv­ ið fáa gagn av hes­um nýggju fólkunum, krevst eitt palllistarligt fak­felag sum megnar at lofta teirra før­leik­ um og menna teirra møguleikar, siga stovnararnir av felag­ num. Nýggja felagið skal eitt nú røkja listar­ligu, starvsligu og upp­havs­ rættarligu áhugamálini hjá limunum og veita lim­unum hjálp, ráð­ gev­ing og stuðul í rætt­ indum teirra. Pa l l ­l i s ta ­f e l a g ­i ð hevur fyri­bils 38 limir, sum til­sam­ans hava eina fak­liga sterka og breiða um­boðan av før­oyskum yrkis­pall­ lista­fólki og leik­hús­ starvs­fólki ann­ars. Í felag­num eru eitt nú koreo­grafar, dans­ar­ar, operasangarar, musical­ sang­arar, dramaturgar, sjón­leikarar, leik­stjó­ r­ar, ljós­snið­gev­ar, búna­snið­gevar, pall­ snið­gevar, pall­smiðir, tøkn­ing­ar og onnur leik­hús­starvsfólk. Fyrsta nevndin í Palllistafelagnum er man­n­að soleiðis: Ann­ finn­ur Heinesen, leik­ stjóri, Birita Adela David­sen, opera­ sangari, Edith Dahl Jakob­sen, musi­cal­ sangari, Jón Thor­ steinsson, drama­turg­ur og rithøvundur, Krist­ ina Sundar Hansen, sjón­leikari, Laura Joen­sen, sjónleikari og Rúna Volmarsdóttir Højgaard, koreografur og dansari. Palllist fær fak­ felag