Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-10-06, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 6. oktober 2020síða 12

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 7. oktober 2020 · Nr. 70 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 KJAK Arne Thorsteinsson Í Sosialinum mikudagin 30. september 2020 er eitt lesarabræv, har Bo­ zena Rasmussen ger viðmerkingar til eyka­ aðal­fundin hjá Lands­ felag Pensjónista í fjør­ heyst, har hon ikki sjálv var til staðar. Eg var á eykaaðalfundinum, virk­ aði sum fundarskrivari, og av tí at Bozena Ras­ mus­sen dregur mítt navn upp í sínar við­merk­ingar, fari eg at loyva mær at gera onkra rættleiðing til pá­standir, misskiljingar og ilgitingar hennara. Fyrst fari eg tó í stutt­ um at lýsa, hvat Lands­ felag Pensjónista er fyri eitt meginfelag. Kring landið finnast ymisk pensjónista- og eldra­feløg hvørt við sín­ um limaskara, hvør síni nevnd og hvør sín­um við­tøk­um. Í 1986 tóku nøkur av hesum feløg­ um seg saman um at stovna eitt lands­felag, sum kundi vera felags rødd teirra, ser­stakliga mótvegis lands­myndug­ leik­unum. Í dag eru 16 pensjónista- og eldra­ feløg limir í Lands­felag Pensjónista. Av givnum orsøkum noyðist eg at leggja áherðslu á hetta, at tað eru feløg­ini, sum eru limir í lands­felag­ num, meðan ein­staku pen­sjón­ist­ar­nir eru limir í lokalu feløg­ unum. Tó hava limirnir í lokalu feløg­unum rætt at møta á aðal­fun­di lands­ felagsins við talu­rætti og at­kvøðu­rætti. Feløgini hava á hvørj­ um ári høvi til at stilla upp valevni síni til nevnd landsfelagsins, og tey val­evni, sum fáa flestar at­kvøður á aðal­ fundi­num, fáa sæti í nevndini. So­leiðis er manna­gongdin í megin­ feløgum. Hava feløg­ini ikki stillað upp nóg nógv valevni, hevur nevndin í landsfelagnum, alt tað eg veit um, sjálv roynt at funnið fram til val­evni, so nevndin kundi verða fullmannað. Til aðalfundin 2019 hendi tað margháttliga, at ein nevndarlimur í Lands­felag­num lat inn síni egnu persónligu uppskot til valevni. Sambært við­tøk­unum kundi meiri­lut­in í nevn­ dini ikki góð­taka hetta og vrakaði upp­skotið, tí sum Bo­zena Ras­mus­ sen sjálv so rám­andi sigur tað: ”Upp­still­ ingar­rætt­urin er ein grund­arsteinur í lima­ rætti­num”. Snøgt sagt, nevnd­in í lands­felag­num kundi ikki góð­taka, at ein einstakur nevndar­lim­ur í lands­felag­num skuldi kunna stilla upp egin valevni ímóti teimum valevnum, sum lima­ feløgini høvdu stilla upp. Slíkt hevði verið álop á rættindini hjá lima­feløgunum. Henda rætt, sum Bozena Ras­ mus­sen sigur vanligu limir­nar í pen­sjón­ista­ feløg­unum hava mist, hava teir ongantíð havt. Rætt­urin at stilla upp val­evni liggur i fyrsta lagi hjá limafeløgunum og ongum øðrum. Á aðalfundinum varð mælt til, at nevndin fór við­tøkurnar ígjøgnum og lúkaði burtur slíkt, sum kundi misskiljast fyri at gera ásetingarnar greið­ari, og varð hetta gjørt. Uppskotið til nýggjar við­tøkur varð lagt fyri formansfund, har flestu limafeløgini vóru um­boðað. Farið varð ígjøgnum broytingarnar, og semja var um at leggja við­tøkuuppskotið fyri eyka­aðalfund. Til eykaaðalfundin ein mán­aða seinri hevði ein limur í lands­felags­ nevnd­ini til­evnað eitt broyt­ingar­upp­skot til upp­skot nevnd­ar­inn­ar, men eyka­aðal­fund­ur­ in feldi broytingar­upp­ skotið og samtykti upp­ skotið frá nevndini til nýggjar við­tøkur. So skuldi málið verið avgreitt. Men nei. Bozena Ras­ mus­sen góðtekur ikki eina meirilutaavgerð. Hon tykist hava eina rang­vørga fatan av hug­ taki­num demokrati, tá hon saman­ber demo­krat­ isku av­gerðartilgongdina í Lands­felag Pensjónista við skipanina í ”DDR og øðr­um sosialistiskum lond­um”. Um meirilutin ikki skal sleppa at ráða, hvør skal so? Rættleiðing til Bozenu Rasmussen Suðurstreymoyarmál og ljóðfíla Sprotans LEINGI: Sum suðurstreymoyingur og føroysklærari veit eg, at vit í Suðurstreymoy siga og hava sagt ”LEINGI” og ikki ”LO(Y)NGI”! Sand­oyarfólk siga eisini ”LEINGI”. Tað sama er galdandi fyri Nólsoy, Hest, Koltur, og eg giti, eisini Skúv­oy. LO(Y)NGI: Onkur hevur róð fram­undir, at orða­bókin loyvir bæði ”longi” og ”leingi”. Tað er ikki so. M I Ð F Ø R O Y S K T KROYST?: Havi við undran hoyrt onkran suður­s­treymoying siga ”longi” og ”drongir”!? Ja, sjálvt í KVF havi eg hoyrt meir enn eitt suður­ streymoyartíðindafólk siga ”longi” og ”drongir” við norð­streym­oyar-, eyst­ur­oyar- og norðoya­ fram­burði!? Løgið! Man orsøkin vera, at annað av foreldrunum er haðani, ella úr Suðuroy, Vágum? L J Ó Ð F Í L A SPROTANS: Á ljóð­fílu Sprotans hoyra vit orð fram­borin / úttalað við suður­streym­oyar­fram­ burði (miðføroyskt, havnar­mál). Dømi: ”ein bók” verður á fíluni fram­borin ”ajn bovk” og ikki ”ojn bøvk”. Haldi annars sjálvur, at suður­streymoyarúttalan er tann vakrara. LJÓÐFÍLAN og EINGIL, LEINGI, DREINGIR!?: ”Eingil” verður á ljóðfíluni framborin á mið­før­ oyskum við ”ei”, men út­ talan skeiklast til ”oy” í øðrum ”eing”-orðum (og ”eink”-orðum): ”leingi, dreingir, streingir, leinkja einkja”!?? Her ruggar ikki rætt! Hetta má rættast! ÁHEITAN: Góðu sprotafólk, mál­fólk! Takk fyri tykkara góða mál­strev! Gott í tykkum, broytið/ rætt­ið hasi ”ei- orðini” á ljóðfíluni! FEINGI, MEINGI, GEINGI: Hasi orðini eiga eisini at hava ”ei-út­talu”! Latið okkum royna at hjúkla um miðføroyskt! Latið okkum siga við ”ei”: sjófeingi, fuglameingi og geingi! Geingi (ringt geingi, ringt at ganga) hava vit á Argjum altíð sagt við ”ei-framburði”. Suðurstreymoyingar, sleppið ikki tykkara ”ei- úttalu”! Spell, at ”EINKI” skuldi gleppa okkum av hondum! Bert nóls­oy­ ing­ar halda fast við ”eiið”. Við miðføroyskari ei- málkvøðu Eyðun á Borg Borg, Argir, mikkjalsmessa 2020 LEINGI (ikki LONGI)! Tíðindaskriv Leingi hevur verið tosað um tørvin á einum breið­um fakfelag, sum megnar at fevna allar tær listarligu og hand­ verksligu yrkis­tætt­irnar, sum hava við føroyska pall­list at gera. Fleiri nýggj palllista­ fólk við nýggjum spenn­ andi útbúgvingum eru løgst afturat seinnu árini og hava latið upp fyri nýggjum møguleikum og nýggjum upplivingum innan føroyska palllist. Skal framførslu-um­ hvørv­ið fáa gagn av hes­ um nýggju fólkunum, krevst eitt palllistarligt fak­felag sum megnar at lofta teirra førleikum og menna teirra møguleikar. Við hesum endamálið hevði Palllistafelag Før­ oya stovnandi aðalfund 29.sept 2020, har vit skipaðu okkum í eitt demo­kratiskt og fakliga sterkt felag sum skal arbeiða fyri: At røkja listarligu, starvs­ligu og upp­havs­ rættar­ligu áhugamálini hjá limunum. At veita limunum hjálp, ráðgeving og stuðul í rætt­indum teirra. At umboða limir okk­ ara í felagskapum og nevnd­um og í sáttmála- og fíggjarsamráðingum við arbeiðsgevarar av øllum slag. At menna pall­lista­ fakligu møguleikarnar og førleikarnar hjá limunum við tvørfakligum sam­ skifti og samstarvi. At arbeiða yvirskipað og langsiktað fyri at styrkja støðuna hjá pall­ listini í samfelagnum sum heild. Palllistafelagið hevur fyribils 38 limir, sum til­ samans hava eina fak­ liga sterka og breiða um­boðan av føroyskum yrkis­palllistafólki og leik­ hússtarvsfólki annars, av øllum handa slag. Í felagnum eru eitt nú koreografar, dans­arar, operasangarar, musical­ sangarar, dramaturgar, sjón­leikarar, leikstjórar, ljós­sniðgevar, búna­snið­ gevar, pallsniðgevar, pall­ smiðir, tøkningar og onn­ ur leikhússtarvsfólk. Saman vilja vit virka fyri betri fakligari breidd og størri listarligari dygd innan føroyskari palllist. Við at fagna fjøl­ broytninum í okkara yrkis­liga umhvørvi, kun­ nu vit saman mynda og menna palllistina í fram; Til gagns fyri føroyska áskoðaran. Vegna nývaldu nevnd Palllistafelagsins, Annfinnur Heinesen, leikstjóri Birita Adela Davidsen, operasangari Edith Dahl Jakobsen, musicalsangari Jón Thorsteinsson, dramaturgur og rithøvundur Kristina Sundar Hansen, sjónleikari Laura Joensen, sjónleikari Rúna Volmarsdóttir Højgaard, koreografur og dansari Nýstovnaða Palllistafelag Føroya