mikudagur 2. august 2000síða 2
‹ fyrra síða allar 11 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
3
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 145 - 2. august 2000
Ábyrgdarblaðstjóri:
Jan Müller
Blaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
Marknaðardeild:
Jonhard Hammer
Dagbjørt S. Hansen
Hjørdis Árnadóttir
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen,
Turið Kjølbro
Dagfinn Olsen
John Johannessen
Sveinur Tróndarson
Eyðun Klakstein
Edvard Joensen
Rúnar Reistrup
Dia Midjord
Stefan í Skorini
Ítróttur: Jákup Mørk
Myndamenn:
Jens Kristian Vang
Álvur Haraldsen
Útgevari, uppseting:
Sp/f Sosialurin
Bústaður: Argjavegur 26, Argir
Postadr: Postsmoga 76,
110 Tórshavn
Telefon: 311820 Fax. 314720
e-mail: post@sosialurin.fo
Lýsingar: lysing@sosialurin.fo
Internet: www.sosialurin.fo
Prent: P/F Prentmiðstøðin
Sosialurin
Oddagrein
Íløga – ikki útreiðsla
Í EINI áhugaverdari samrøðu í Sosialinum ólav-
søkuaftan vísir Hans Holm – fráfarandi lærari í
landalæru og náttúrufrøði – á, at útbúgvingarnar
í einum framkomnum samfelag eru ikki ein
útreiðsla, men ein íløga í framtíðina. Hann upp-
lýsir m.a., at í Japan verður roknað við, at tað
tekur bara fimm ár at rinda hesa íløgu aftur.
Hetta vita myndugleikar og hetta veit vinnulív.
Tí rindar vinnulívið fyri útbúgvingar og hava
sínar egnu hægri útbúgvingar.
TEY lond, sum hava ásannað, at fólkið – the
human capital – er besta »rávøran«, eitt land
eigur, eru millum fremstu lond í heiminum í
dag. Afturímóti eru lond, sum eiga rávøru í
undirgrund ella í fjøllum, ofta afturúrsigld.
HENDA staðfesting eigur at fáa okkum før-
oyingar einaferð enn at gera upp við okkum
sjálv, tí enn halda mangir føroyingar – eisini á
vinstraveingi –, at ov nógvur skúli og útbúgving
er óneyðugt í einum fiskivinnusamfelagi. Henda
áskoðanin umboðar trongskygni og hevur ikki
ásannað, at føroyingar mugu eisini ganga aðrar
leiðir, um vit skulu hava eitt betri búskaparligt
grundarlag at byggja okkara samfelag á.
VIT eru eitt rávørusamfelag. Stórur partur av
okkara rávøru fer framvegis óvirkaður av land-
inum, hóast 25 ára langar royndir, og drúgvt
orðaskifti um hesi viðurskifti, hava roynt at fáa
føroyingar at skilja, at vit mugu hagreiða okkara
rávøru betur og meira. Hugsið um ótroyttiliga
virksemið hjá tí framskygda John Smith – bæði
við tekniborð, á skipasmiðjum og í blaðgreinum.
Men nýggju og yngru virkisleiðslurnar hava
tíbetur ein framskygdan hugburð, so tað er ljós
fyri framman – væl og virðiliga.
HARAFTURAT hava vit í dag nógvar ungar og
væl útbúnar virkisleiðslur innan aðrar vinnur,
sum ásanna, at tað eru møguleikar fyri, at vit
eisini kunnu gera okkum galdandi innan nútím-
ans tøkni. Eisini skal Vinnumálastýrið hava eitt
herðaklapp fyri, at tað hevur samskipað og latið
orðað ein vinnupolitikk, sum er kunngjørdur í
fleiri ritum.
MEN vinnupolitikkur og útbúgvingar er ikki nóg
mikið. Tað er eisini neyðugt at granska og á
hesum øki er eisini ein hugburðsbroyting við at
henda í Føroyum. Tað er eydnast fleiri stovnum
– t.d. Fiskirannsóknarstovuni og Starvsstovuni
– at fáa fatur á útlendskum granskingarpengum
og hetta kann verða við til at menna fólk og
vinnu.
LANDSSTÝRIÐ ásannar eisini henda veruleika,
tí í ólavsøkurøðu løgmans verður staðfest, at
»mentan, undirvísing og gransking verða mett
sum týdningarmestu íløguøkini hjá føroyska
samfelagnum komandi árini«. Og hesum kunnu
tey flestu taka undir við!
Viðmerking:
Fiskidagaskipanin
fyribeind sum skipan
Samb. føroysku orðabókini
merkir orðið skipan »eitt-
hvørt ið er lagt til rættis á
ávísan hátt«.
Tað var júst hetta, sum
var ætlanin við fiskidaga-
skipanini, tá hon var sett í
gildi í 1996. Frá at hava
havt eina kaotiska kvota-
skipan, skuldu vit nú hava
eina skipan, í orðsins rætta
týdningi, har vinnan skuldi
vita hvat hons kuldi hava at
halda seg til, ikki bert í løt-
uni, men eisini framyvir.
Ein partur av hesi skipan
var eisini ein skipanar-
nevnd. Tað skuldi vera eitt
arbeiðsbýti millum Skipan-
arnevndina, sum var mann-
að við serfrøðini á fiski-
veiðuøkinum, og so polit-
iska myndugleikan við til-
hoyrandi umsiting.
Serstakliga eftir framløg-
uni av uppskotinum til fiski-
dagatal fyri komandi fiski-
ár kann staðfestast, at tað
er lítið og einki eftir av
nakrari skipan. Politiski
myndugleikin hevur yvir-
tikið stórt sæð allar tær upp-
gávur sum skipanarnevndin
skuldi havt. Tískil eru nú
allar funktiónir samlaðar á
einum stað, nevniliga fiski-
málastýrinum, sum neyvan
kann sigast at umboða
nakra serfrøði innan vinnu
og fiskiskap í mun til hana
sum var í Skipanarnevndini.
Skal nýta eitt ár at
seta avtalu á pappír
Hetta stýri er serstakliga
merkt av einum heilt sjáld-
somum
atgerðarloysi.
Grundarlagið fyri politikk-
inum hjá landsstýrinum á
hesum øki er ein sokallað
»pappírsleys« semja, sum
skal hava verið gjørd í sam-
gonguni seinasta heyst.
Men enn er ikki so mikið
sum ein bókstavur komin
niður á pappír! Og samb.
nýliga framlagda uppskot-
inum um fiskidagar fer hetta
í fyrsta lagi at henda í heyst,
t.v.s. eitt heilt ár eftir at
semjan sigst at vera gjørd.
Samstundis verður boðað
frá, at nú skal samráðast í
samgonguni um hvat ið
pappírleysa semjan veruliga
inniber. Til sammetingar
kann verða nevnt, at tann
parturin av hesi semju, sum
snúði seg um lækking av
partafelagsskattinum, var
longu avgreiddur í lands-
stýrinum og løgtinginum í
vár.
Men samstundis kann
verða sligið fast, at hesin
»speedur« í fiskimálastýr-
inum samsvarar væl við ta
fatan og tær royndir, sum
vinnan hevur av virksemin-
um í fiskimálastýrinum
yvirhøvur.
Tískil skulu tey stig, sum
vinnan hevur tikið í hesum
máli, eisini fatast sum út-
trykk fyri tí ótryggleika,
sum vinnan kennir hvussu
áhugamálini
hjá
henni
verða umsitin av politisku
leiðsluni og umsitingini.
Hevur gjørt sær ómak
at útihýsa sjónar-
miðini hjá Skipanar-
nevndini
Í seinasta FF-blað er út-
greinað nærri sjónarmiðini
hjá vinnuni í sambandi við
viðgerðina hjá landsstýrin-
um av tilmælinum hjá
skipanarnevndini. Og feløg-
ini, sum vóru umboðað í
nevndini, hava annars sent
landsstýrinum eitt nýtt
skriv, har feløgini hava lýst
tær fyritreytir, sum skulu
vera til staðar, fyri at vinnan
skal meta tað vera grundar-
lag fyri at virka í Skipanar-
nevndini.
Men nú uppskotið hjá
landsstýrinum er framlagt
ber til at staðfesta, at lands-
stýrið má hava gjørt sær
ómak fyri ikki at taka til
eftirtektar so mikið sum eitt
tað einasta av almennu sjón-
armiðunum hjá Skipanar-
nevndini.
Eitt gott dømi er við-
víkjandi tí sum kallast »líð-
andi batar í veiðuevnum« í
mun til upprunaliga grund-
arlagið fyri fiskidagaskip-
anini. Nevndin hevur víst á,
at roknast má við slíkum
batum, eins og tað má rokn-
ast við tí mótsatta, har t.d.
friðingar eru gjørdar.
Nevndin hevur sagt, at
hon, sum er, ikki hevur
møguleika fyri at gera hesar
batar í veiðuevnum ná-
greiniliga upp. Men hon
metir, at økt veiðuevni
liggja í hvussu er innan fyri
teir niðurskurðir í fiski-
dagatalinum, sum longu eru
gjørdir síðan skipanin var
sett í verk. T.v.s. fyrst tey
12,5% og síðan 5%.
Landsstovnur vil
ikki samsvara
Nevndin hevur eisini víst á,
at ein týðandi orsøk til, at
hon ikki er før fyri at gera
talið nágreiniliga upp er
tann, at almenni stovnurin
undir ábyrgdini hjá lands-
stýrismanninum, Fiskirann-
sóknarstovan, virkar sum
um fiskidagaskipanin als
ikki er til, hóast hon upp-
runaliga var við til at evna
skipanina til og tók undir vi
henni.
Fiskirannsóknar-
stovan hevur, hóast hon
hevur møguleikar til tess og
hóast limaskap í nevndini,
ikki á nakran hátt verið
nevndini til hjálpar við hesi
fyri hana uppløgdu upp-
gávu. Hetta er eisini alment
ført fram av formanninum
fyri Skipanarnevndina.
Hóast hetta nýtir Jørgen
Niclasen í viðmerkingunum
til sítt nýggja uppskot júst
»líðandi batar« og »lop í
veiðuevnum« sum eina av
sínum grundgevingum fyri
at minka um fiskidagatalið!
T.v.s. at loyvir sær at til-
einkisgera sjónarmiðini hjá
Skipanarnevndini á hesum
øki.
Afturat hesum verða
sjónarmiðini hjá nevndini
viðvíkjandi umrødda leik-
luti hjá Fiskirannsóknar-
stovuni ikki tikin upp á
tungu. Tað er nærmast tvørt-
ur ímóti. Landsstýrismað-
urin undirstrikar at tey
sjónarmið
hjá
nevnda
stovni, sum júst eru merkt
av at stovnurin arbeiðir sum
um fiskidagaskipanin ikki
er til, eru tikin við í hansara
meting.
Skipanarloysi heldur
enn skipan
Tískil eru vit við at koma
aftur í gomlu sugguna, sum
vit komu í við kvotaskip-
anini. Vinnan kann ikki
leggja nakað sum helst til
rættis út frá verandi um-
støðum, tí hon ikki kann
vita, hvat ið kann fara at
henda komandi ár, komandi
ár aftur osfr.
Samstundis verður grund-
arlagið tikið undan arbeiðs-
plássunum hjá fiskimonn-
um á einum grundarlagi,
sum fyrst og fremst er merkt
av, at eingin í vinnuni skal
fortelja fiskimálastýrinum
nakað!
Tórshavn, 31. juli 2000
FØROYA
FISKIMANNAFELAG
Óli Jacobsen
Óli Jacobsen
RÚNAR REISTRUP
Eftirspurningurin
eftir
dansistøðum og barrum í
Havnini er nógv vaksin
seinnu árini. Fyri fýra árum
síðan var ikki vanligt at
náttklubbarnir í Havn vórðu
fullsettir fyrr enn ein góðan
Nýggjur nátt-
klubbi í Havn
Leygarkvøldið letur nýggjur náttklubbi upp í Havn við navn-
inum »25:35«. Talan verður um eitt royndarkvøld, men um
ein mánaða ella so er ætlanin at hava opið hvørt leygarkvøld.
Málið er at fáa hendur á teimum, ið eru ov gomul til Club 20,
men ov ung til Kaggan
tíma áðrenn teir lótu aftur,
men nú ber oftast ikki til
hjá gestum at sleppa inn í
tey best umtóktu støðini eitt
leygarkvøld, koma tey langt
aftaná midnátt.
Tíðliga uppmøtingin hjá
gestunum ger tað munandi
meira lønsamt at reka nátt-
klubbavirksemi, og gevur
samstundis pláss fyri einum
størri útboði.
Leygarkvøldið opnar ein
nýggjur náttklubbi, ið ætl-
andi skal nøkta ein tørv,
sum sambært stigtakarun-
um ikki verður nøktaður í
løtuni. Her verður sipað til
tey, ið hvørki kenna seg at
hoyra til í Kagganum ella í
Club 20, sum eru teir báðir
størstu náttklubbarnir í
landinum.
Ov gomul og ov ung
Stigtakararnir til nýggja
náttklubban ætla fyrst og
fremst at leggja seg eftir at
fáa fatur á teimum ungu
gestunum, sum seinnu árini
eru farnir at ganga í Kagg-
anum. Hesin náttklubbi var
upprunaliga mest fyri til-
komin, men hevur síðan
broytt bæði útsjónd og tiltøk
so hann passar betur til
yngra ættarliðið. Hetta hev-
ur eydnast væl hjá Kagg-
anum, men stigtakararnir til
nýggja klubban siga seg
ikki vera í iva um at tað fer
at eydnast at draga stóran
part av „nýggja klientell-
inum“ hjá Kagganum oman
í »25:35«, sum nýggi nátt-
klubbin kallast.
Hin parturin av gestun-
um, sum »25:35« hevur hug
á, eru tey, sum í veruleik-
Navnalógin skal broytast
RÚNAR REISTRUP
Navnalógin skal broytast.
Tað boðaði løgmaður frá í
ólavsøkurøðu síni.
Av løgmannsskrivstov-
uni, ið umsitur málsøkið,
siga tey, at arbeiðið at end-
urskoða galdandi navnalóg
er komið so langt, at í heyst
verður klárt at leggja upp-
skot til lógarbroytingar
fram fyri tingið.
Sambært løgmannsrøðuni
hevur spurningurin um
reglurnar um fornøvn eisini
í framtíðini einans skulu
grundast á málfrøðilig fyri-
lit, verið eitt av útgangstøð-
unum fyri arbeiðinum at
endurskoða navnalógina.
Hetta leggur beinleiðis
upp til, at reglurnar fyri
góðkenning av nøvnum
skulu linkast og at listin við
gókendum nøvnum helst
skal umfata fleiri nøvn enn
sum nú er.
Hørð linja
Í galdandi navnalóg, ið varð
samtykt á tingi í 1992,
stendur sum einasta treyt
fyri at eitt navn kann verða
góðkent, er at tað er í sam-
ljóði við føroyskar málreg-
lur.
Lógin gevur tó eisini
landsstýrinum eina ávísa
heimild at geva undantaks-
loyvi, um so er, at foreldrini
at einum barni eru útlendsk.
Onnur fyrilit verða ikki
tikin, og tað ber til dømis
ikki til at uppkalla forfedrar
við sama navni, um ikki
hetta navn er millum tey
viðurkendu.
Nú lógin hevur virkað í
átta ár er greitt, at listin við
viðurkendum nøvnum, ið
varð gjørdur í sambandi við
at lógin kom í gildi, aloftast
hevur havt seinasta orðið at
sagt, tá søkt hevur verið um
loyvi at geva børnum nøvn,
ið ikki eru viðurkend.
Nógv eru dømini um, at
foreldur eru farin uttanlands
at doypa børn síni fyri at
sleppa uttan um ásetingar-
nar í navnalógini.
Nøvn eru orð
Jóhan Hendrik Winther
Poulsen var ein av høvuðs-
kreftunum í arbeiðinum at
gera galdandi navnalóg.
Hann er onga løtu í iva um,
at tað eru tey málsligu fyri-
litini, ið eiga at liggja sum
grund fyri viðurkenning av
nøvnum.
– Nøvn eru partur av mál-
inum og eiga at verða við-
farin eins og málið. Tey eru
ikki annað enn orð og skulu
bendast. Tað setir síni krøv
til nøvnini.
– Men nógv nøvn eru
innkomin ígjøgnum allar
tíðir, og tað er tí altíð ein
spurningur um útveljing, tá
tú skalt gera ein lista við
góðkendum nøvnum, sigur
Átta ára gamla
navnalógin, sum
av summum
verður mett at
vera í so víð-
gongd, skal nú
endurskoðast.
Spurningurin er,
um onnur fyrilit
enn bert tey
málsligu skulu
havast í geyma,
tá avgerð um
góðkenning av
nøvnum verður
tikin
Jóhan Hendrik Winther
Poulsen, málfrøðingur.
– Tað kann sjálvandi vera,
at vit hava verið ov stívir í
okkara útveljing av nøvnum
tá. Men tað haldi eg tó ikki
sjálvur, sigur Jóhan Hendrik.
Rætta leiðin
- Nøvn eru full av kenslum
og tað er ótrúliga ringt at
sigla millum boðar og skerð
í slíkum málum. Eg haldi
at tann leið, sum vit høvdu
valt, var í samsvari við teirri
hugsjón, sum var galdandi,
tá vit arbeiddu við navna-
listanum,
sigur
Jóhan
Hendrik.
Hann fegnast enn tann
dag í dag um at tað eydnað-
ist at fáa eina føroyska
navnalóg samtykta. Til fyri
átta árum síðan var eingin
lóg galdandi á økinum.
Arbeiðið at gera eina
slíka byrjaði longu í hálv-
fjersunum,
tá
Jóhan
Hendrik sjálvur var við í
eini trímanna nevnd, ið ar-
beiddi seg fram til eitt
lógaruppskot.
– Men tá ríkisumboðs-
maðurin hoyrdi um hetta,
fekk hann steðga arbeiðin-
um við at vísa til, at heima-
stýrislógin ikki gav lands-
stýrinum heimild at lóggeva
á navnaøkinum, greiðir
Jóhan Hendrik frá.
Hetta kom tó í rættlag
síðst í 80‘unum, og tá fór
ein fimmmanna nevnd so
undir at gera uppskot til
navnalóg.
– Tað bleiv eitt hart stríð
yvirhøvur at fáa eina navna-
lóggávu, og eg fegnist um
at tað lukkaðist, tí vit høvdu
nógv at vinna inn aftur á
navnaøkinum, sigur Jóhan
Hendrik Winther Poulsen,
málfrøðingur.
anum ikki kenna seg heima
í Club 20 og Casablanca,
men sum kortini eru har, tí
tey ikki hava aðrastaðni at
fara, verður sagt.
Navnið avdúkar nokkso
nógv um hvønn aldursbólk
»25:35« ætlar at fáa inn um
dyrnar, men sambært stig-
takarunum er tað ikki bind-
andi, og aldursmarkið er
sum á øllum øðrum skeinki-
støðum í landinum 18 ár.
Royndarkvøld
leygardagin
Nýggi náttklubbin verður
innrættaður í veitsluhøllini
í Havnar Klubba. Stigtak-
ararnir hava gjørt avtalu um
at langtíðarleiga hølið, og
tann avtalan kemur í gildi
um ein lítlan mánað.
Komandi leygarkvøld fer
»25:35« at vera opin, men
so letur hann ikki upp aftur
fyrr enn tríggjar vikur
seinni. Talan er um eitt
royndarkvøld nú leygar-
kvøldið, og stigtakararnir
leggja ikki lok á, at hetta
hevur samband við at fyrsta
vikuskiftið eftir ólavsøkuna
plagar at vera eitt vælmann-
að kvøld í býnum.
Av tí at talan er um eitt
royndarkvøld er ikki so øgi-
liga nógv gjørt við at broyta
veitsluhølið í Klubbanum,
men tað verður gjørt seinni,
sigur ein av stigtakarunum,
Petur Olsen.
Fyri fyrst er bert ætlanin
at hava opið leygarkvøld, tá
væl fleiri fólk eru í býnum
enn fríggjakvøld. Til at
draga fólk til nýggja staðið
í býnum nú leygarkvøldið,
hava teir fingið Ólavur
Øster Band at spæla.
Havnar Klubbi hevur ikki
annað við nýggja náttklubb-
an at gera, enn at hann leig-
ar hølið út. Men við at hava
náttklubban í hesum hølu-
num, hava stigtakararnir
longu tryggjað sær skeinki-
loyvi, sum er ein ógvuliga
umráðandi partur av nátt-
klubbavirksemi.