mikudagur 2. august 2000síða 3
‹ fyrra síða allar 11 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
300 krónur, takk
Royndartíðin er av og tygum fáa ikki fleiri ávaringar frá
løgregluni, um snakkað verður í hándhildnari fartelefon í
bilinum
DIA MIDJORD
– Ein stórur eldsbruni kann
altíð koma, men oddsini eru
sera vánalig, nú turkur er og
nærum onki vatn er til.
Orðini eigur maðurin, ið
stendur við ábyrgdini, um
eldur verður fráboðaður í
Tórshavnar Kommunu. Og
Sløkkiliðnum í Havn
manglar vatn
Ein størri eldsbruni hevði givið sløkkiliðnum stórar trupulleikar, tí vatn er einans
á goymslu til fimm minuttir. Og óvissað er, um nakar dropið yvirhøvur kemur úr
brandpostunum
sterkasta amboð hansara er
vatn, men tað hevur turr-
veðrið beint fyri.
Fólk spyrja tí, um sløkki-
liðið hevur nokk av vatni.
– Tað vita vit ikki, fyrr
enn eldur hevur verið, sigur
Peter Seloy, sløkkiliðsstjóri.
10 tons á goymslu
Verður eldur fráboðaður,
kann sløkkiliðið møta á
staðnum við trimum bilum,
ið tilsamans hava tíggju
tons av vatni. Ein bilur hev-
ur seks tons og tveir hava
tvey tons hvør.
Men er talan um stóran
eld í tættbygdum øki, røkk-
ur hetta ikki serliga langt.
DIA MIDJORD
Ein mánaði er liðin síðani
nýggja ferðslulógin kom í
gildi, og nú er ongin góða
mamma. Politistarnir, ið
blíðskortaðir hava vent sær
til fólk við ávaringum, fara
nú at biðja um navn og bú-
stað.
– Royndartíðin er av, og
bøtur verða nú givnar, sigur
politikommiserurin
Uni
Vestureið.
300 krónur
Leggur tú ikki óvanan á hill-
ina, so kann talan gerast um
ein dýran biltúr. Eitt er at
vanligi taksturin skal rind-
ast, men sær løgreglan teg
snakka, so skalt tú leggja 300
krónur aftrat hesum gjaldi.
Støðleiðarin á Politigarði-
num í Havn, Peter Poulsen,
sigur, at løgreglan hevur
snakkað við nógv fólk hesa
royndartíðina, og at fleiri
framvegis snakka í hánd-
hildnari fartelefon, meðan
koyrt verður.
…tað var ikki eg
Um løgreglan vendir sær til
tín og fráboðar, at tú hevur
snakkað í fartelefon, meðan
tú hevur koyrt bilin, er tor-
ført at sleppa undan bótini.
Tú fært nevniliga eina bót
sendandi, og rindar tú ikki
hesa, mást tú møta í rætti-
num. Har førir ákæruvaldið
tey vitni fram - í flestu før-
um er hetta politistar - sum
hava sæð teg snakkað við
fartelefonini.
Tú sleppur at geva tína
frágreiðing og so er tað upp
til tann svartkladda mannin
við tí gráa, krúlluta parykki-
num at avgera, hvørjum
hann velir at trúgva. Tær ella
vitnunum.
Sirkus Agora vitjar
Fimm framførslur vera á skránni, tá Sirkus
Agora úr Noregi vitjar komandi vikuskiftið
DIA MIDJORD
Hóast Sirkus Agora ikki
hevur dýrini við á før-
oyaferðini, so lovar sir-
kusstjórin Jan Ketin
Smørdal, at føroyingar
skulu fáa eitt ríkt upp-
livilsi.
– Vit hava eitt nú
klovnar,
sjónleikarar,
línudansarar, luftsnill-
ingar og sjonglørar á
skránni. Vit eru júst liðug
við framførslurnar í
Reykjavík, og Morgun-
blaðið gav sirkusinum
sera góða umrøðu, sigur
Jan Ketil Smørdal.
– Eg kann nevna, at
brúðurdóttur Gorbatjov,
Liubov Gorbachova, fer
at vísa síni kynstur við
sonevndum hula-hopp
ringum, sigur sirkus-
stjórin.
Umframt eru argentin-
arar á skránni, ið dansa
eftir trummuslátti. Teir
framføra m.a. »River-
dance«
Fimm framførslur
Klokkan sjey fríggja-
kvøldið verður fyrsta
framsýningin hjá Sirkus
Agora í Føroyum. Leyg-
ardagin verða framsýn-
ingar klokkan trý og seks
og sunnudagin verða
framførslur sama tíðs-
punkt.
Kostnaðurin er ikki
fastlagdur enn, men tað
verður eitt stað millum
180 og 250 krónur, alt
eftir hvussu góðan sess
man hevur í stóra telti-
num.
Tað er Jan Ketin
Smørdal, ið er oddamað-
ur í Sirkus Agora. Hann
hevur síðan 1988 staðið
við endan, tá Sirkus
Agora hevur havt fram-
førslur í Noregi. Hetta er
sostatt tólvta sesongin
hjá honum.
– Eftir fimm minuttum so
er alt tómt, sigur Peter Sel-
oy.
– Og tá vatni er uppi, tá
er sløkkiarbeiðið liðugt, um
vit ikki fáa vatn út vatn-
postunum, leggur hann aftr-
at.
Er einki vatn í postunum,
má ein alternativ vatnveit-
ing koma ístaðin. Og tað er,
at tangabilur koyrir til og
frá onkrum vatnposti, ið er
bundin til vatngoymsluna í
Havnardali.
Nýggjan tangabil
Hóast vatntrot er, so er
Tórshavnar Sløkkilið ógvu-
liga væl fyri við útgerð og
fyrireiking. Eitt nú kann
nýggi stigabilurin, ið røkkur
tredivu metrar upp, spjaða
vatnið soleiðis, at tað dekk-
ar eitt stórt umráði.
– Hetta er sera hent, um
vit skulu berjast við ein
størri takeldsbruna, sigur
Peter Seloy.
Og ein tangabilur, ið rúm-
ar 15 tons, er eisini ávegis.
Hann kemur einaferð seinni
í heyst.
Verið ansin
Týsmorgunin var sløkkilið-
ið úti í sambandi við, at
onkur hevði tveitt grillkol
niður í turt gras. Tað hendi
einki hesaferð, men sløkki-
liðsstjórin ávarar fólk og
biður tey vísa serligan ans,
nú drúgt turrveður hevur
ligið leingi.
– Tað skal nærum einki
til, so fær eldurin fastatøkur,
sigur Peter Seloy.
4
5
tíðindablaðið sosialurin
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 145 - 2. august 2000
Nr. 145 - 2. august 2000
Óvanliga turrveðrið í juli
mánaði hevur havt við sær
vatntrot kring alt landið, og
tað eru nakað síðani at
fyrstu áheitaninar á fólk um
at spara vatn komu.
Eisini í Havn, har tvær
stórar vatngoymslur eru,
gongur undan við vatninum.
Nógv vatn er framvegis í
byrgingini í Havnardali,
men lítið er eftir í Villing-
ardali. Har hevur ongantíð
verið so lítið vatn, síðani
goymslan var tikin í nýtslu
á sumri í 1988.
Hóast nóg mikið av vatni
er í Havnardali, ber ikki til
at at lata allan høvuðsstaðin
fáa vatn haðani. Hetta kemst
av rørskipanini og hæddar-
viðurskiftum.
Kóka vatnið
Men fyri at dríggja um vatn-
ið, sum er eftir í Villingar-
dali, fáa fleiri býlingar, ið
vanliga fáa vatn haðani, nú
vatn úr Havnardali ístaðin.
Gongur undan við vatni í Havn
Í Klaksvík er framvegis væl
av vatni eftir í goymslunum
í Ánagjógv og á Hálsi, men
heldur turkurin fram í langa
tíð afturat, so fer at standa á
við vatni.
Klaksvíkar
kommuna
steingir hvørja nátt vatn-
veitingina úr brunnunum á
Hálsi, og tað hevur hjálpt,
at hetta hevur verið manna-
gongdin í meira enn tvær
vikur.
Harafturat hjálpir tað eis-
ini at biða fólk og virki um
at spara vatn. Hesar áheit-
anir taka fólk í álvara, og
tað er viðvirkandi til, at tað
framvegis er vatn eftir í
Hjálpir at biða
fólk spara vatn
goymslunum.
Vestari armur fær vatn úr
brunnunum á Hálsi, meðan
øll virkini og eystari armur
fáa vatn frá nýggja reinsi-
verkinum
í
Ánagjógv.
Hendan goymslan, sum fær
vatn úr Svartadali og
Strandadali, verður ikki
stongd eins og tann á Hálsi.
ek
Tað hevði komið væl við hjá
vatngoymslunum, um tað
regnaði ein av komandi
døgunum, men til ta tíð
mugu fólk og virki spara
vatn
Alt vatnið, sum nú verður
latið úr Havnardali, fer
beinleiðis úr byrgingini
uttanum reinsiverkið. Klor
verður latið út í vatnið, og
tí heitir Tórshavnar komm-
una á fólk um at kóka vatn-
ið, áðrenn tað verður
drukkið.
Nakrir býlingar fáa fram-
vegis vatn úr Villingardagli.
Hesir eru ovari partur av
Villingardalsvegnum,
Ternuryggur, Vesturi á Flat,
Millum Gilja, Lítla Gil,
Eystan Gil, fram við Veg-
num Langa og Inni á Gøtu.
Tórshavnar
kommuna
heitir eisini staðiliga á fólk
og virki um at spara vatn,
og um onkur verður varugur
við ein vatnleka, so er at
siga kommununi frá bein-
anvegin.
ek
Tórshavnar kommuna
heitir nú staðiliga á fólk
og virki um at spara vatn
Hóast svínoyingar fingu
framkomið internetsam-
band fyrr í summar, nýtist
teimum ikki at fara á netið
fyri at samskifta við fólk
úr øðrum plássum í Føroy-
um.
Svínoyingar hava nevni-
liga havt óvanliga nógvar
gestir í oynni higartil í
summar.
– Tað hava ikki verið so
nógv fólk í oynni í nógv
ár, sigur Jógvan Edmund á
Geilini, sum er bygdaráðs-
formaður í Svínoy.
Hann sigur, at fólk eru í
øllum húsunum í Svínoy,
og talan er serliga um før-
oyingar.
– Summi eru og vitja
skilfólk her, men her eru
eisini onnur, sum ikki hava
tilknýtið til staðið sum so,
sigur hann.
Nakað av útlendingum
vitja, men serliga eru tað
føroyingar, sum koma til
Svínoyar.
ek
Óvanliga nógv fólk vitja í Svínoy
Samráðingarnar hjá lands-
stýrinum við Russland og
Letland um sínamillum frí-
handilssáttmálar eru um at
vera loknar. Sáttmálin við
Russland verður væntandi
fullkomin fríhandilssátt-
máli við ongum avmark-
ingum fyri vøruhandil.
Fullkomin
fríhandil
Løgmansskrivstovan
er
komið væl ávegis við
arbeiðnum at gera føroyska
lógarverkið teldutøkt.
Hetta upplýsti løgmaður
í løgmansrøðuni, tá tingið
var sett á ólavsøku.
Løgmansskrivstovan
hevur seinastu tvey árini
arbeitt við at gera alla tað
føroysku lóggávuna teldu-
tøka, og úrslitið av hesum
verður, at um stutta tíð
verða lógirnar at finna á
internetinum.
– Hetta ger tað lætt hjá
fólki at fáa kunnleika til
lóggávuna, og tað kann
betra munandi um rættar-
trygdina hjá borgarunum,
segði løgmaður í røðuni.
Arbeitt verður eisini
framhaldandi við at menna
skipanina soleiðis, at hon,
um framt at fevna um tað,
sum verður kunngjørt í
Kunngerðarsavninum, eis-
ini skal fevna um dómar
og prinsipiellar umsiting-
arligar avgerðir.
ek
Lógar-
verkið á
internetið
Landsstýrið ætlar at leggja
uppskot fyri løgtingið um
nýggjar samráðingar við
ES.
Hetta
segði
Anfinn
Kallsberg, løgmaður, í løg-
mansrøðuni á Ólavsøku.
Hann vísti á, at tá
Danmark fór upp í ES í
1973, fóru Føroyar saman
við Danmark burtur úr
EFTA. Føroyar hava síðani
ikki havt møguleika fyri at
luttaka
í
eitt
nú
EBSøsamstarbvinum mill-
um ES og EFTA ella í frí-
handilssáttmálum,
sum
EFTA hevur gjørt við lond-
ini í Eystureuropa og ann-
ars uttan fyri Europa.
Fyri at bøta um støðuna
hjá Føroyum í hesum høpi
fer landsstýrið at taka sam-
starvið við ES upp til
nýggja viðgerð. Landsstýr-
ið fer at leggja eitt uppskot
fyri løgtingið um at biðja
ES um nýggjar samráðing-
ar.
– Um løgtingið tekur
undir við hesum uppskotið,
fer løgmaður til Brússel
seint í heyst at handa for-
manninum í ES-nevndini
eina áheitan um samráð-
ingar. Gongst sum ætla
kann vónandi vera farið
undir samráðingar einaferð
seint næsta ár, segði Anfinn
Kallsberg í røðuni.
ek
Samráðast
við ES