Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-08-02, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 2. august 2000síða 4

‹ fyrra síða allar 11 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 7 tíðindablaðið sosialurin tíðindablaðið sosialurin Nr. 145 - 2. august 2000 Nr. 145 - 2. august 2000 ÁKI BERTRHOLDSEN Næsta ár skal fiskidagatalið undir Føroyum skerjast 5%. Tað heldur Jørgen Niclasen, landstýrismaður í fiski- vinnumálum, er tað rætta. Á Ólavsøku legði hann uppskot fyri tingið um at skerja fiskidagatalið 5% í næsta fiskiári, sum byrjar 1. September í ár og endar 31 august næsta ár. Løgtingið skal hava ásett fiskidagatalið í seinasta lagi 18. august, tað er um 14 dagar. Men sum nakað nýtt skulu teir stóru lemmatrol- ararnir nú eisini upp í fiski- dagaskipanina, so at skip- anin nú umfatar allan flotan undir Føroyum. Men lemmatrolararnir verða býttir sundur í tveir bólkar, alt eftir stødd. Ann- ars verða fiskidagarnir komandi ár soleiðis sum talvan vísir. Jørgen Niclasen sigur, at hann hevur styðja seg til tey tilmæli, hann hevur fingið, umframt onnur viðurskifti, sum viðvíkja fiskiskapin- um. Hann hevur somuleiðis hildið seg til samgongu- skjalið, har tað stendur, at fiskivinnnan skal mennast á marknaðarbúskaparligum burðardyggum grundarlag- ið og at fiskiríkidømið skal gagnnýtast við neyðugum varsemi so at tað gevur sum mest til samfelagsbúskapin Eisini hevur hann hildið seg til til semjuna ímillum sam- gonguflokkunum um fulla umseting av fiskirættindum við ongum avmarkingum fyri allan fiskiflotan, uttan útróðrarflotin. Mæla til at skerja Jørgen Niclasen sigur, at í tilmælinum frá Fiskirann- sóknarstovuni og í frágreið- ing frá fundi í Ráðgevandi Nevndini hjá Altjóða Hav- granskingarráðnum, verður greitt frá, at toskastovnurin er mettur at vera oman fyri lívfrøðiliga minsta markið, men at veiðutrýstið er ov stórt. Tí verður mælt til at veiðutrýstið á toskastovnin verður skert. Fyri Føroya Banka verður mælt til sama veiðitrýst. Um hýsustovnin verður sagt, at hann er væl fyri og er væl oman fyri lívfrøðiliga minsta markið. - Upsastovnurin verður mettur at vera sera lítil og væl undir lívfrøðiliga minstamarkið. Hóast á- bendingar frá fiskiskapinum eru um, at onkur góður ár- gangur er á veg inn í fiski- skapin, verður ikki mett, at hetta fer at økja nógv um gýtingarstovnin, tí veiði- trýstið framman undan er so stórt. Tí mælir Fiskirann- sóknarstovan til, at fiski- dagatalið hjá skipabólkun- um, sum royna eftir upsa, verður minkað munandi. Harumframt verður mælt til at varðveita gýtingarfrið- ingarnar og at skipanin um, at skip kunnu trýfalda sítt fiskidagatal, tá fiskað verður á ytru fiskidagaleið, verður tikin av. - Fiskirannsóknarstovan mælir til, at skerjingar fyri toskastovnin verða framdar yvir 2-3 ár, meðan tiltøkini fyri upsastovnin verða sett- ar í verk frá komandi fiski- ári, tí stovnurin er so illa fyri. Ongin orsøk at skerja Hinvegin halda hvørki Stovnsrøktarnevndin og Skipanarnevndin, at tað er nøkur orsøk til at skerja fiskidagatalið. Stovnsrøkt- arnevndin heldur, at upsa- stovnurin framhaldandi er í menning, og at toska- og hýsustovnarnir eru væl fyri. Nevndin leggur eisini dent á, at tann føroyski feskfiska- flotin er gamal, og at veiðievnini heldur versna. Grundað á hesi viðurskifti mælir nevndin til, at fiski- dagatalið komandi fiskiár verður tað sama sum fyri verandi fiskiár. Skipanarnevndin - undan- tikið umboðið frá Fiski- rannsóknarstovuni - at ong- ar sannførandi lívfrøðiligar grundir eru fyri at broyta fiskidagatalið fyri fiskiárið 2000/2001. Henda niður- støða er gjørd grundað á ta fatan, at ikki meiri enn 33% av stovninum skulu veiðast á hvørjum ári. Umboðið frá Fiskirann- sóknarstovuni tekur ikki undir við hesi niðurstøðu. Fiskirannsóknarstovan ikki tekur undir við, at ikki meira enn 33% av stovnin- um í tali skulu veiðast. Mælt verður til, at minni enn ein triðingur av stovninum skal verða fiskaður árliga. Skipanarnevndin vísir á, at kanningar aðrastaðni hava víst, at líðandi batar í veiðuevnunum kunnu vera so nógv sum 5% um árið, og at leggjast má upp fyri bæði lopum í veiðuevnum og í líðandi batum, tá fiskidagarnir verða ásettir. Nevndin ger tó onki upp- skot grundað á hesi viður- skiftini, tí hon metir, at nið- urskurðurin í fiskidagatal- inum seinastu fiskiárini hevur tikið hædd fyri teim- um líðandi batunum, og at onki tilfar er tøkt í ár, sum kann vísa á lop í tøknini. Nevndin hevur einki upp- skot um broytingar í fiski- dagatalinum grundað á bú- skaparligar grundgevingar, men vísir til frágreiðingina seinasta ár. – Jørgen Niclasen byggir á tey tilmæli, hann hevur fingið og á onnur viðurskifti. Eitt nú byggir hann á semjuna ímillum samgonguflokkarnar um fullkomið frælsi at keypa og selja fiskidagar ímillum allar skipabólkarnar, uttan teir smáu útróðrarbátarnar Fiskidagarnir skerjast 5% Talvan vísir, hvussu Jørgen Niclasen heldur, at fiskidagarnir skulu býtast sundur ímill- um teir ymsu skipabólkarnar. Lemmatrolararnir eru býttir sundur í tveir bólkar, bólk 1 A, sum eru teir minnu lemmatrolararnir og bólk 1 B, sum eru teir størru. Tilsamans fáa teir 15 lemmatrolararnir 1340 fiskidagar á innaru leiðum. Hvør fiskidagur á inn- aru leið kann býtast við fýra dagar á ytru leið. Tað skuldi flutt veiðitrýstið úteftir, heldur Jørgen Niclasen Bólkur 1 A: Lemmatrolarar við maskinorku minni enn 2100 HK 700 fiskidagar –––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––– Bólkur 1 B: Lemmatrolarar við maskinorku 2100 HK ella meira 640 fiskidagar –––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––– Bólkur 2: Partrolarar 6.497 fiskidagar –––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––– Bólkur 3: Línuskip yvir 110 tons 2.401 fiskidagar –––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––– Bólkur 4 A: Útróðrarbátar millum 15 - 40 tons 4.238 fiskidagar –––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––– Bólkur 4 B: Útróðrarbátar størri enn 40 tons 4.180 fiskidagar –––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––– Bólkur 5: Útróðrarbátar undir 15 tons á húkaveiðu 21.322 fiskidagar –––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––– Tøkir: 521 fiskidagar Jazzfestivalurin Jazzfestivalurin Stavanger Gospel Choir SQUARE ONE Lis Sørensen , KR. 80,- , KR. 150,- , Mikudag 9. august Hósdag 10. august Fríggjadag 11. august Leygardag 12. august Bjørn Thoroddsen (IS) JASSARNIR J.S.& Bach Trio 2/ASSIMILATION Trevor Hunter Folk Duo Shetland IVORY v/ Eivør Pállsdóttir og John Purcell A Tribute to Louis Armstrong SWINGING LINK v/Jens Nørholm Trevor Hunter Folk Duo Shetland Kurts Blues Band Åland JASSARNIR GREEN GATE PLÚMM PÁLL finnur PÁLL SQUARE ONE Blues trio (N) JASSARNIR Coco Nelegatti y su QUINTETO ARRABAL arg./tysk Tango ork. Trevor Hunter Folk Duo Shetland SOFIA FINNILÄ, vokal ( JAZZOASIS (FO) Arne Forchammer (DK) (FO) v. Holger Laumann & (FO) (FO) FIN) v. (FO) J S óhannes Andreassen & tamen Stantshev (FO) GR/IS/F0/DK trad. Jazz (N) v. Jørgen Dahl (DK) KR. 100,- , KR. 150,- HALLAS TRAVEL STAVANGER GOSPEL CHOIR LOST PILGRIMS LIS SØRENSENS GROUP LOST PILGRIMS 17. Tórshavnar Jazz, Fólka & Blues Festival 2000 Í Norðurlandahúsinum ATGONGUMERKI TIL ALLAR DAGAR: KR. 360,- Atgongumerki fáast í Norðurlandahúsinum, tlf. 317900 og á Kunningarstovuni, tlf. 315788 Fyrivarni verða tikin fyri broytingum Ætlar at selja almennar ognir fyri at fíggja fullveldi ÁKI BERTHOLDSEN –Eg havi sjálvdan verið so spentur sum hesuferð. Men tíverri fekk eg ikki nógv at vita. Jóannes Eidesgaard, for- maður javnaðarfloksins sig- ur, at í nógvar mátar var ólavsøkurøðan hjá løg- manni eitt vónbrot. – Hesi bæði árini, hendan samgongan hevur sitið, er fullveldismálið farið við øgiligari stórari orku, bæði politiskari og umsitingar- ligari. –Og eg hevði vænta at fáa eina greiða fráboðan um, hvat nú skuldi henda. Men tað fekk eg ikki, sigur Jóannes Eidesgaard. Hann heldur, at hetta er eitt tekin um, at eftir teir tríggjar samráðingarfundir- nir, sum hava verið, er full- veldismálið komið í bars- ilsneyð. – Og løgmaður torir ikki at seta føðsilin í gongd, tí hann stúrir fyri, hvussu barnið fer at síggja út. Formaður javnaðarfloks- ins sigur, at ólavsøkurøðan osar langt vekk av, at løg- maður ræðist úrslitið av fullveldissamráðingunum, og tí roynir hann at draga málið út. Tí gevur hann heldur onki greitt svar uppá, hvat nú skal henda. Fíggja fullveldi við almennum ognum Jóannes Eidesgaard heldur kortini, at ein avgerandi, men skelkandi avdúking var í røðuni hjá løgmanni. Og tað er, at nú tað er greitt, at landsstýrið ikki fær eina rímiliga skiftistíð frá dønum, er ætlanin at selja almennar ognir fyri at sam- gongan sjálv kann fíggja eina rímiliga skiftistíð. Tað, sum formaður javn- aðarfloksins sipar til, er at í røðuni boðaði løgmaður frá, at ætlanin er at seta ein ser- ligan skiftisgrunn á stovn, har peningur skal setast í, sum so skal brúkast at fíggja eina rímiliga skiftistíð við. – Samstundis boðaði løg- maður frá, at sakkøn fólk skal setast at gera uppskot um at selja almennar stovn- ar og fyritøkur. –RSomuleiðis boðaði hann frá privatiseringum í Strandferðsluni og at Post- verkið skuldi gerast til priv- at partafelag, hóast sam- gongan áður hevur boðað frá, at hon varð blivin samd um tað øvugta. Jóannes Eidesgaard sigur, at landsstýrið hevur fyrr kunngjørt, at ein ein rímilig skiftistíð er 15 ár. –Men tað er púra greitt, at danir vilja bara ganga við til fýra ár. Tí ætlar sam- gongan at stovna sín egna skiftisgrunn. –RMín spurningur er: Hvaðani skal samgongan fáa peningin frá, sum skal í hendan grunnin, tí onku- staðni skal hann koma frá Formaður javnaðarfloks- ins sigur, at tað einasta, sum kann setast í grunnin, er yvirskotið á fíggjarlógini. –RMen tað er munar ikki nógv, tí brúk verður fyri meiri peningi enn so í grunninum. Samgongan ætlar at selja almennar stovnar og fyritøkur fyri at fáa fígging til eina rímiliga skiftistíð. Hetta er tað, sum løgmaður sigur í ólavsøkurøðu síni JÚSTINUS LEIVSSON EIDESGAARD Klokkan eitt í gjár skuldi formaðurin fyri nevndini, ið hevur kannað embæt- isførsluna hjá Signar á Brúnni, meðan hann sat sum landsstýrismaður, í samband við fíggjar- støðuna í Sjónvarp Før- oya, handa løgtingsfor- manninum, Finnboga Ísakson útslitið. Tað eydnaðist ikki okk- um at fáa niðurstøðuna av kanningini, áðrenn blaðið fór til prentingar. Vit tosaðu við Signar á Brúnni beint undan mid- dagsleitinum í gjár og hann var sjálvsagt ógvu- liga spentur at hoyra hvat kanningarnevndin kom til. Einki var likið út frammanundan um hann var fríkendur, ella um hann fekk eina nøs í kanningini. -Eg havi sagt tað fyrr og eg endurtaki, eg veit meg einki skeivt hava gjørt í hesum máli og havi eg gjørt nakað skeivt, so eri eg ógvuliga spentur at síggja hvat tað er, segði Signar á Brúnni við Sosialin í gjár. Tað hava verið nakrir beiskir mánaðir hjá Sign- ar á Brúnni, nú meðan hann hevur sitið á síðu- linjuni og minuttirnir ganga seint fram móti at hann fær at vita um hann verður fríkendur ella ikki. Signar á Brúnni hevur fyrr sagt, at Høgni Hoy- dal er lopin frá avtaluni við at seta Tórbjørn Ja- cobsen í sessin hjá Sign- ar. Einki skuldi henda við sessinum hjá Signari, fyrr enn kanningarnevndin var komin við einum úrskurði. Tað hevur eisini vakt undran, at Tórbjørn Jacobsen, sum nú situr í Signarsa sessi, var heitasti talsmaður fyri at fáa Signar frá í samband við fíggjarstøðuna í Sjónvarpinum og báðir eru í sama valdømi. Stjórin í Svf, Tróndur Djúrhus situr framvegis tryggur í stjórasessinum. Vána fíggjarstøðan í Sjónvarpinum hevur ikki fingið avleiðingar fyri hann. Kanningin um Signar liðug Jóannes Eidesgaard sigur, at skal skiftistíðin verða 15 ár, skulu fleiri milliardir til, fyri at uppviga tað, sum blokkstuðulin hevði verið hesi árini. – Ætlanin hjá landsstýr- inum at seta sakkøn fólk at meta um virðini av almenn- um ognum og at gera upp- skot um, hvussu tær kunnu seljast, kann tí bara merkja, at ætlanin er at fíggja hend- an grunnin við at selja al- mennar ognir. –Sostatt er ólavsøkurøðan ein fráboðan um, at lands- stýrið ætlar at seta Carra- gata politikkin í verk, ikki fyri at fíggja uttanlands- ÓLAVUR Í BEITI Í morgin verður 1. viðgerð av uppskotinum hjá Jørgen Niclasen, fiskimálaráð- harra, um vinnuligan fiski- skap. Í viðmerkingunum til uppskotið, sigur fiskimála- ráðharrin um lemmatrolar- arnar, at tá fiskidagaskipan- in varð tilevnað í 1996, og skipanin varð sett í verk, vórðu fiskidagar ikki ásettir fyri lemmatrolarar, sam- stundis sum kvoturnar vórðu settar úr gildi. – Í staðin varð fiskiskap- urin hjá lemmatrolarunum reguleraður við hjáveiðu- prosentum fyri tosk og hýsu sum partur av veiðuni hjá hvørjum trolara sær. Henda skipanin helt fram til á vári 1999, tá hjáveiðuprosentini vórðu sett úr gildi, og trol- arunum varð tillutað ávíst tonsatal av toski og hýsu hvørt sær sum hjáveiðu- kvotu at fiskað á innaru fiskidagaleið. – Fiskiskapurin á ytru fiskidagaleið varð sostatt ikki avmarkaður – hvørki við fiskidøgum, hjáveiðu- prosenti ella hjáveiðukvot- um, sigur Jørgen Niclasen. Fiskidagar til lemmatrolarar Jørgen Niclasen heldur, at lemmatrolararnir mugu koma undir eina fiskidagaskipan, um skipanin við fiskidøgum skal mennast til eina fullborna skipan, sum tryggjar, at endamálið í lógini um vinnuligan fiskiskap verður uppfylt skuldina, sum Carragata skeyt upp, men fyri at fíggja skiftisgrunnin. – Sostatt skal Føroya fólk eisini fyrireika seg til, at teirra ognir, eitt nú Føroya Banki, Framtaksgrunnurin, Føroya Tele, trolararnir í Klaksvík og aðrir stovnar og aðrar fyritøkur, skulu seljast, fyri at fíggja full- veldið. Jóannes Eidesgaard sigur, at hetta er fólkaflokspoli- tikkur burturav. – Sostatt mugu vit eisini einaferð enn staðfesta, at tjóðveldisflokkurin hevur start seg so blindan uppá fullveldið, at hann er til reiðar at seta allar sínar fíggjarligu og samfelagsligu hugsjónir til viks fyri at røkka málinum. Jóannes Eidesgaard vænt- ar tó, at hetta fer at raka samgonguflokkarnar sum ein boomerang. – Hvat fer vanligi føroy- ingurin at siga, tá ið Den Danske Bank hevur keypt Føroya Banka aftur. Tí hvørjir aðrir keyparar eru, spyr hann. Og hvør fer at keypa Atl- antsflog, uttan fyrst og fremst Maersk? Formaður javnaðarfloks- ins sigur, at ein annan tanka torir hann ikki at hugsa til endans. – Landsstýrið hevur fyrr bjóðað dønum oljuna í pant, men tað gekk ikki. – Hava vit so ikki eisini loyvi at spyrja, um sam- gongan nú tekur stigið fult út og fer at bjóða altjóða oljufeløgum oljuna í pant fyri at fíggja fullveldið, spyr hann eisini. 1340 fiskidagar Jørgen Niclasen sigur eisini í viðmerkingunum, at á fundum við felagið fyri lemmatrolarar er komið fram, at skipini ynskja at halda fram við verandi skip- an. Men um so er, at skipini skulu undir fiskidagaskip- anina, ynskti felagið, at bólkur 1 verður býttur í tveir undirbólkar, og at allir mugu hava møguleikan at býta um 1 fiskidag á innaru fiskidagaleiðini við 4 fiski- dagar á ytru fiskidagaleið. Hetta fer at hava við sær, at veiðitrýstið ikki veksur á innaru fiskidagaleið, men flytur seg úteftir. – Tá eisini lemmatrolar- arnir koma undir eina fiski- dagaskipan, økjast møgu- leikar fyri tillaging av flota- num til fiskimøguleikarnar. – Víst skal eisini verða á, at við eini fiskidagaskipan fyri lemmatrolararnar verð- ur eitt mark sett fyri teirra heildardagatalið á ytru fiski- dagaleið. Hetta letur upp fyri møguleikunum at taka hædd fyri støðuni hjá fiska- stovnunum har (kongafiski og svartkalva) á ein heilt annan hátt enn undir ver- andi skipan, sigur fiski- málaráðharrin. Og skotið verður upp í fyriliggjandi uppskotið, at lemmatrolararnir koma undir skipanina við fiski- døgum frá 1. september 2000 at roknað, og at teim- um verður tillutað 1340 fiskidagar á innaru fiski- dagaleið í komandi fiskiári. Sostatt verða 100 fiskidagar til hvønn av teimum smærru og 80 fiskidagar til hvønn av teimum størru. Fullveldið er komið í barsilsneyð og Anfinn Kallsberg torir ikki at seta føðsilin ígongd. Tað nýggjast er, at nú skulu fólkins ognir seljast fyri at fíggja fullveldið. So djúpt er tjóðveldisflokkurin sokkin, sigur Jóannes Eidesgaard, formaður javnaðarfloksins