Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-08-02, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 2. august 2000síða 5

‹ fyrra síða allar 11 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 9 tíðindablaðið sosialurin tíðindablaðið sosialurin Nr. 145 - 2. august 2000 Nr. 145 - 2. august 2000 Aftur í søguna at fara er ikki sum at siga tað bara. Har vit einki vita, hava vit lyndi til at gita. Tá vit í Halgubók lesa hoyra vit søguna hesa: At andin yvir vøtnum lá, áðrenn tú hesar oyggjar sá. Men hvat vita vit við vissu um lond frá skaparans hond ? Frá sagnum hava vit mynd, at Fugloyggin rak fyri vág og vind, hetta hildu menn vera synd, tí vøkur var hvør lind frá fjøru til fjallatind. Tessvegna menn brúktu megi mesta hesa flotoyggj í botn at festa við snildi teir bóru so í band, at tveita stál upp á land. Men har var einki at gera, ein kundi líka so gott lata vera, tí fram við bakka stóð riðil av trøllum, sum loftaðu øllum. Alt, ið kom á land, varð á bláman tveitt alt fyri eitt. Soleiðis rak oyggin til og frá eins og friðleyst oyggjastrok má, inntil prestarnir boðsendir vóru og til arbeiðis fóru. Ein dagin oyggin kom uttan av havi, teir hálshvítu fingu tað strævið. Tá teir vøkru sjónina sóu, teir út til oynna róu, óivað teir eisini bóðu. Á hjørtum teirra lógu ynskir um eydnuna góðu. Teir seg ei spardu, teir stardu og stardu hesir væl lærdu. Teir vistu, at um teir oynna úr eygsjón mistu var vandi á ferð fyri miseydnaðari gerð. At enda teir komu oynni so nær at til bar hjá einum presti at taka eina bíbil og hana blaka á land har og fast var. Prestarnir, ið jú duga gand, fóru síðan upp á land. Og kunnu vit teim almikið takka, og teir megnaðu trøllini á bakka, at ganda um til túgvur, um søgnin ikki lúgvur. Hesar túgvur, ið tú enn finnur, okkum um hetta minnir. – –R– Her hava vit frætt, at eitt er søgn, men hvat er satt? –R–R– Satt er, at kirkjur hava verið her, men nær, teir bygdu tær, og tann fyrsta liðug var, kann eingin siga mær! Nei, ringt er at tíðarfesta, hóast ein ger sítt besta. Og tú eigur heldur onga trygd fyri, hvussu kirkjan veruliga var bygd fyrr enn Fríðrikur 4. til Føroya sendi menn til millum annað hetta at kanna. 1709 er árstalið rætta,vit um hetta frætta. (Tað var so hatta!) Tað vil taka alt ov langa tíð at nevna alt um hetta kirkjusmíð. Hvussu mátini vóru í sjálvari kirjuni og innar í kóri, og ikki minni, um, hvat ið tú á sinni fann í kirkjuni inni. Men vit vita í hvussu so er tað, at kirkjurnar vóru gjørdar av grót og flag, og at tekjurnar tá vóru av strá. Tí mátti ein sær væl í minni leggja, at kirkjan, bæði innan- og uttanveggja, mátti umsitast bæði virðiliga og væl, annars stóð livitíð hennara upp á spæl. Í bókini »Teir byggja land« kunnu vit lesa um kirkjuna á Kirkju í 1820 – frágreiðing hesa, at kirkjan har í sera ringum standi var og trongdi harðliga til at umvælast snarliga. Bátavanlukkan í 1818 gjørdist sera svár, ikki bert runnu sorgartár, men hetta tók stuðlarnar undan Kirkjubygd fyri mong ár, og er hetta sagt stutt, høvuðsorsøkin til, at kirkjan til Hattarvíkar varð flutt. Ikki lætt at vera smiður, tí úr Havn skuldi førast allur viður. Hetta var sum sagt neyðartíð, men við strev og stríð stóð kirkjan í Hattarvík liðug í 1833 (18-tríati og trý) Nágreiniliga 100 ár gingu áðrenn kirkjumenn aftur kirkju fingu, á grundina gomlu teir hana settu, trygt stóð hon – eins og hin fyrra – á hesum bletti, grundað á trúðar-kletti. Um vit Hattarvíkar søgu gjøllari kanna, kunnu vit millum annað sanna, at í katólskari tíð hevur bønhús verið bygdini í. Hetta bønhús stóð sum ein varði uppi á Skarði. Men ei verður sagt frá kirkjugarði! Nei, við teim deyðu varð til Kirkjar farið. Og har hevur verið mangt eitt knoss, altíð – fyrst upp á Kross, síðan á Líkheyggin børa var sett, til menn høvdu mett, at teir, ið bóru, høvdu rindað møðina stóru, áðrenn tigandi fram teir leiðina fóru. Um gomlu kirkjuna á hesum stað vita vit lítið og einki á dag, men eitt er søguliga satt, havi eg frætt, at har, hon stóð, hevði áður verið rætt. Uppi í Húsi, ovast í bønum, var hon bygd av hondum kønum. Í 1834 – í bestu summartíð kom Føroya próstur at kanna hetta smíð har hann skifti orð við Andras í Suðurstovu og Sakaris har Norð. Uttan var alt, sum tað átti at vera, men innan – var enn nógv at gera. Skrivlig frásøgn tykist tíverri eingin at finnast, men fleiri kunnu tó ymist minnast. Sagt var av onkrum, ið vitjað hevði har: Inngongd og forkirkja var vestari endi, ið mót Kellingará vendi, og viðkomandi eisini segði, at ovara síða var grótveggur, ið eingin vindeygu hevði. Tekjan var so lág, at hana kundi ein seta seg á, og á niðaru síðu tú 4 vindeygu sá. Kórið var skildrað frá við vælvaldum vakurt útskornum snældum og tó at tvey smá vindeygu har vóru var myrkleitt innar í kóri. Eingin kann minnast, at nøkur altartalva mundi finnast. Kirkjan var so lág, at tá, ið talvan gekk, klokkarin hana fekk upp á loftið til tey, ið sótu har við at rætta hana yvir høvdið á sær! Hattarvíkar kirkja 100 ár Lágt var eisini tornið teir siga við ongum stiga, tí mátti klokkarin / eins og frægur bakkamaður bein og hendur brúka fyri arbeiðið sítt at lúka. Íðin í sínum yrki ringdi hann trúliga til kirkju Tann kirkjan, ið har stóð, var við tíðini vorðin minni góð. Tíðarinnar tonn, vindur og veður, ávirkan hevur og sítt krevur. Í 1899 teir nýggja kirkju byggja fyri kirkjunnar framtíð at tryggja, slíkt kann ei á láni liggja. Og nú gott hundrað ár á rað hevur hon verið og er framvegis tað stað har deknur lesur lestur ella tænari er prestur. Har tú á hvørjum halgidegi í sorg sum í gleði kann finna linna ugga, og megi í Harrans orði og við altarborðið. –R–R– Latum okkum at enda minnast undanfarnu ættarlið, sum tóku hesu mongu umrøddu stig, vit lýsa yvir teimum Guds frið. Samstundis takka vit tykkum, ið tóku við, sum hildu áfram í teirra anda, sum vanligt er her til landa. Latum okkum saman standa og kirkju okkara verja mót øllum, ið á hana herja og vilja boðskap hennara skerja. –R–R– 29. oktober í fjør, tá kirkjan fylti hundrað, móti tað óivað onkran undra, at kirkjan ikki helt føðingardag, men hetta kom tíanverri ikki í lag, orsøkir vóru av ymiskum slag. Men so ár 2000 -9. (nígginda) í sjeynda vit mong í Hattarvík lenda at minnast dagin henda. Vit leggja serliga merki til hetta frálíka listarverkið, gávuna stórbæru, kirkjuni til heiðurs og æru, altartalvuna, ið kórveggin prýðir, har skapanin í huga fram stígur. Øll góð ynski um Guðs signing. Hjartaliga tillukku. Erland Beder Rúni kom sunnan úr ljós- inum — hann er vágbingur, norður í myrkrið og kveikti kertur millum stjørnudust og djúpar basstónar. Hetta var upp undir Óvlavsøku, og var stjørnudustið so tætt sum aldri áður. Sólin hevur oyst glarstrálur av sínum aldargamla likami út yvir føroysku basaltfláirnar í ein mánaða, og hvør skuldi so dittað seg til at lætta ljóði av, tá ið so var? Jú, tað gjørdi Rúni. Hann bardist við síni frálíku rødd ímódi lýggjum vindi, sólblankum firðum, grønum líðum, sólturkaðum skarðlendi í einari fimleikarhøll í Fugla- fjarðar skúla á hásumri. Rúni er vælbygdur. Ein væl tilevnaður basssangari. Hann smíðaði løtuna so væl, eins væl sum Håkan Hagegård. At vera einsa- mallur á palli og syngja skal dirvi og mansevni til. Hesin róligi og hóvligi sangarin, reið allar snertar av sær og fekk tær bláu summarskorð- arnar at livna í grønum torv- um, ið speglaðu sær í tí sjó- salta havi kring oyggjarnar. Hetta var sum at fletta ein góðan veðr á heystardegi. Glarfitin smurdi knívin… nei, eg meini røddina, með- an Shcubert var tummaður. Der Schiffer, Nachtstück og Erlkönig. Rúni reið á eini summaraldu, meðan flett- ingin var. Ja, ja, ja, á, á, á, Rachmaninov, hann er ikki so lættur at skiva, og so at gera tað á russiskum. Nei, eg má siga tað, Rúni, tú ert ein knassi! Kroppur, eygu, høvur og so teir fýra fingr- arnir á høgruhond tætt við knæsbótirnar livdu ímillum kropp, krov og stjørnudust, og so Regin Dahl og Mussorsky! Her var eingin hýggjuskotin rognadrýlur at ilnoytast inn á. Nei her var ein føroyingur, sum gav Regini og Muss-orsky tann rætttaa dámin og rætta smakkin. Tá ið tú flettir, er manna- gongdin nøkunlunda eins kring oyggjarnar. Smá frá- vik kunnu verða, men ikki av týdningi. Her hjá Rúna varð svavt, tummað, loyst, skivað og fótamørðurin skorin alt saman so hegnis- liga eins og hjá einum rætt- um flettingarmanni. Hóast eg lítið skilti av tí russiska tekstinum, hóvaði mær best hesi løgini. Her kom røddin hjá Rúna best í ljóði sínum til sín rætt undir hesi musikalsku fletting á hásumri.. Rúni hevur ein sera góðan djúpan tóna og lyftir henda botn við sær, tá ið hann kemur í hæddina. Russikir bassangara hava verið tiltiknir við sína ljóð- góðsku, og tað skal vera ein góður bassflettari, ið fer í holt við bassløgini, hjá russ- iskum tónasmiðum. Sjálv- andi fall einki av tá ið vilini á Sibelius, Schumann, Mo- zart og Montiverdi vórðu drigin og var eins feitt her sum hjá teimum russisku skaldinum, men mín meting er, at tað vigaði væl betur hjá russunum enn hjá hinum evropeisku tónaskaldunum. Ikki soleiðis at skilja, at nakað fall av ella, tá ið vig- að varð, at tað var millum kross og hosu, nei, hetta er bara ein meting, og hvat einum dámar. Rúni sang alt uttanat - á russiskum, svenskum, týsk- um og føroyskum. Hetta er ikki hvøns mans føri at standa einsamallur á palli, tá skal alt hanga saman. Her var nógv og forvitnisligt havt á lofti ein fjølbroytt Hóskvøldið 27. juli trein Rúni á pallin í fimleikarhøllini í Fuglafjarðar skúla og lætti ljóðið av. Á Varmakeldu var svenski bariton sangarin Håkan Hagegård og sang. Hetta var frálíkt upp undir eina stevnu — Varmakeldustevnu, at verða lyftur uppfrá og kenna seg í einum tómum rúmi millum aldargamalt dust frá fjarum stjørnum og vera ein partur av hesum skrá, rúgvismikil og dygd- argóð. Væl kom Rúni frá hesi uppgávu. Ja, hann er úr Vági og hevur traðgað sínar barnaskógvar í Ljómi. Jú, jú grør um gangandi fót, men svultur er sitandi kráka. Tá ið krovið kom upp at hanga, var vektin góð. Hans-Otto Ehrström hevði klaverfylgisspælið. Hann var ein fram úr góður klaverleikari, ið dugdi at fylgja Rúna í øllum hansara “lótum”- byggja uppundir ljómin í røddini og fylgja tí musikalska renslinum í tónleikinum og ikki at gloyma mussiska andan- um, sum er í øllum tí, sum skapað verður. Her var alt, sum tað skuldi verða. Hann hjálpti væl til við fletting- ini. Tú vart leysur uppfrá – millum fornar tinnuglóðir, sum komu úr tí ævigu rúmd í einum tómum rúmi við sangi og spæli, sum gav tær gott blóð upp undir Ólav- søku ár 2000. Góða eydnu, Rúni Brattaberg og takk fyri eina góða fletting. Frits Hálsaði um Hálsaði um frá Valhøll til himmiríki: og ólavsøka í kjalarvørr so prúð, vanabundin er kirkjuferð og tingferð, oyggjafólk halda leiðina og sína trú. Árliga leitaði á fund hennara; og hitti ólavsøku í ymsum tíðum, reikaði um gamlar gøtur í Torshavn, og Gongin sum høvuðsgøta á fótum. Hon helt áfram við góðum alvi; ólavsøka er lívfør enn á døgum, síðan hon fylgdi við kirkju síni, niðan eftir helluni á ungum árum. Áravørrur vørraði av sonnum um Nesið; og ólavsøka fór inn í bátin, kappróður er søgufróður, út í æsir bátur og manning – drigin í leikin. Fólk og fæ leikti um leikvøll; og ólavsøka niðan um garðin fer, svalaði av sær fram við ánni, meðan ósi helt áfram í umferð. Kvæði ljóðar um áarlok á midnátt; ólavsøka í hæddini á hesum sinni; hon tekur um enda við songi, kvæði og dans goyma í minni. Bjørgvin 22. juli 2000, NoregRRR Ingi Toftatún### Sandvíkarhjalli - Tel. 315600 - Fax 318008 Tosið við okkum! Hjá okkum fáast vognar og útgerð til allar flutningsuppgávur! Sosialurin - 311820 • Viðfestisvognar sum lasta frá 325 kg. upp til 2.600 kg. –nógv model!' • Eykalutir til viðfestisvognar • Sekkjavognar, hydr. lyftiborð –arbeiðsbord • Vognar til gassfløskur, oljutunnur, kassar, trappir –óteljandi møguleikar! • Gafflar til heisan av plattum, vøru o.a. • Tip - Ruskkonteinarir til trukkar • Spennireimar og lyftistroppar • Sleipikrókar til øll bilmerki! Rúni Brattaberg hevur útbúgvið seg uttanlands sum operasangara og nú gleðir hann landsmenn sínar við síni djúpu rødd mynd: Jens K. Vang Rúni Brattaberg sang sum ein rættur basssangari