mikudagur 2. august 2000síða 6
‹ fyrra síða allar 11 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
11
tíðindablaðið sosialurin
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 145 - 2. august 2000
Nr. 145 - 2. august 2000
Lesið eisini
ÍtróttaSosialin á
alnetinum:
www.sosialurin.fo
Óneyðuga stórt tap
Elddópurin hjá føroyska U-16 gjørdist alt annað enn mjúkur, men tá hugt verður í bakspeglið, má ásannast, at tapið
gjørdist óneyðuga stórt
JÁKUP MØRK
Niðursetandi røddirnar, sum
ferð eftir ferð hava ført
fram, at føroyar eru alt ov
lítlar at standa seg í altjóða
høpi, fingu kanska enn
meira ferð á mánakvøldið.
Føroyska U-16 landsliðið
legði nevnliga fyri í NM
kappingini við at tapa við
tennistølum móti Danmark,
men hóast úrslitið sum so
ikki varð nakað at reypa av,
so eru tó fleiri sjónarhorn,
sum dysturin kann síggjast
frá.
Gevur royndir og
áræði
Tað, sum helst ehvur verið
ført fram flestar ferðirnar,
og sum helst eisini er týd-
ningarmesta
argumentið
fyri at hava føroyska um-
boðan í slíkum kappingum,
er, at slíkir dystir geva royn-
dir. Royndir, sum í fram-
tíðini kunnu gerast ein sera
týdningarmikil barlast hjá
leikarunum at hava, tá teir
einaferð í framtíðini møgu-
liga skulu umboða land ella
felag í altjóða høpi.
Harumframt skal leggjast
afturat, at altjóða luttøkan
er ein gularót av teimum
heilt stóru hjá ungu leik-
arunum. Teir leggja meira í
venjingina av hesum, og
saman við royndunum átti
hetta eisini at borga fyri eini
betraðari góðsku í fram-
tíðini.
At føroyingar ongantíð
fara at gera seg rættuliga
galdandi í altjóða høpi,
soleiðis at heiðursmerki og
annað vera at hóma, man
vera teimm flestu greitt, og
tí eiga vit heldur ikki at seta
nøsina upp eftir slíkum.
Heims gitni venjarin hjá
Arsenal, Arsene Wenger,
hevur eisini júst í hesum
døgum sagt sína hugsan um,
hví fraklendingar eru so-
mikið sterkir á fótbóltsøki-
num í løtuni. Hann legði í tí
sambandi áherslu á, at tað
als ikki er av tilvild, at frak-
lendingar í løtuni hava eitt
somikið sterkt ættarlið av
fótbóltsleikarunum, men at
hetta er úrslit av miðvísa
ungdómsarbeiðinum, sum
franska fótbóltssambandið
hevur framt seinastu mongu
árini. Wenger fór enn tá so-
mikið langt, at hann segði
onnur land vera eini 10 ár
aftanfyri Frakland í so máta.
Væntandi skjótleiki
Tað hevur verið sagt ferð
eftir ferð, og tað verður helst
eisini endurtikið fleiri ferð
í framtíðini. Størsti veik-
leikin hjá føroyskum leik-
arum, tá hesir skulu royna
seg í altjóða høpi, er mun-
urin í kropsligari styrki.
Hetta gjørdist eisini heilt
tíðliga sjónligt í dystinum
móti Danmark, har føroyska
verjan hevði sera ilt við at
halda kviku áleyparunum
hjá dønum. Trýstið fyrstu
løtuna var eisini heilt stórt,
men so við og við fótaðu
føroysku leikararnir sær.
Teir tordu nú betri at flyta
bóltin sínámillum, og hóast
talan í fyrra hálvleiki ikki
var um ein einasta mál-
møguleika, so sá tað slettis
ikki so galið út.
Teir kundu tó ikki gera
nakað fyri at forða dønum
at skora, og hóast leiðslu-
málið hjá dønum var heldur
bíligt, so mundi 2-0 leiðslan
í hálvleikinum vera á eini
góðari leið.
Í seinna hálvleiki var søg-
an so at siga hin sama, men
móti endanum av dystinum
gjørdust málini heldur nógv
í tali. Aftur her kom til sjón-
dar munurin í kropsligu
styrkini. Føroysku leikarar-
nir vóru snøgt sagt pøstir,
og tá danir framhaldandi
royndu at seta ferð á, so
skrædnaði fullkomuliga hjá
føroyska liðnum at enda.
Føroyar høvdu ein góðan
møguleika at skora, tá tvør-
ámaðurin, Rasmus Nolsøe,
brádliga fekk bóltin eftir
hornasparksstøðu, men tí-
verri tók skotið skeivu meg-
in stólpan.
Munurin í skjótleika og
orku at flyta seg viðførdi
annars, at føroyska spælið
tóktist nógv meira stirvið
enn hjá dønum. Taktist vóru
føroysku leikararnir als ikki
so nógv verri fyri enn mót-
støðuliðið, og hjá teimum
flestu var munurin í bólt-
førleika heldur ikki so stór-
ur, sum hann ofta hevur ver-
ið áður.
Øgilig ferð
Tað tænir eisinii føroysku
leikarunum til rós, at teir
leingi megnaðu at taka ferð-
ina av spælinum hjá dønum.
Av øðrum dystum, sum vór-
u í Gundadali í gjár sást, at
leikferðin í fleiri teirra var
so nógv hægri enn í dyst-
inum hjá føroyingum.
Serliga stuttligt var at
síggja norsku og skotsku
dreingirnar royna seg í ein-
um dysti, sum alla tíðina
varð leiktur við nógvari
ferð. Einki er at ivast í, at
eisini donsku dreingirnir er-
u førir fyri at spæla við slík-
ari ferð, og tí er bara at vón-
a, at føroyingar eru eins
dugnaligir í hesum parti-
num av spælinum komandi
dystirnar.
Í gjár, eftir at blaðið fór
til
prentingar,
skuldu
føroyingar royna seg móti
Finnlandi, og hósdagin
verða tað so ungu ensku
leyvurnar,
sum
verða
uppgávan hjá føryingum.
Talvan og hátalararnir
Eitt, sum fleiri fólk tóktust
fýlast á uppi í Gundadali
mánadain, vóru miðlarnir,
sum
nýttir
at
boða
áskoðarunum frá ymsum
hendingum..
Talvan er kanska ikki
heilt ung longur, men onk-
ursvegna átti okkurt at verið
gjørt, soleiðis at skil fekst á
hana. Hetta hevur verið ein
trupulleiki í meira enn eitt
ár, og flestu áskoðararnir,
sum leggja leiðina í Gun-
dadal, munnu undrast á, at
tað ikki skal bera til at fáa
hana rættlag.
Hinvegin er einki sum
helst galið við hátalarunum,
sum hanga í teimum báðum
áskoðaraskýlunum,
men
hesir verða kanska nýttir í
meira lagi.
Í øllum førum man tað
ikki vera serliga stutligt hjá
hvørki leikarum ella áskoð-
arum at hoyra slagsangin frá
nú lidna EM-endaspæli-
num, tá mál verða skotin til
5- og 6-0.
Úrslit, U-16 NM
Bólkur A:
Finnland-England
1-2 (0-1)
0-1: Mark Peers
0-2: Ben Harding
1-2: Antti Hynynku
Føroyar-Danmark
0-6 (0-2)
0-1: Mads Timm
0-2: Mads Beierholm
0-3: Rune R. Lind
0-4: Jeppe Curth
0-5: Mads Timm
0-6: Rune R. Lind
Bólkur B:
Ísland-Svøríki
1-3 (0-3)
0-1: Martin Fribrock
0-2: Alexander Farne-
rud
0-3: Mikael Bjarsmur
1-3: Kristian M. Guð-
jónsson
Skotland-Noreg
1-1 (0-0)
1-0: Martin Brady
1-1: Eirik Markergaard
Sum dysturin leið, komu
føroyingarnir betri við í
spælið, tó uttan at skapa
teir heilt stóru møgu-
leikarnar
Mynd: Jonhard Hammer
Millum hinar dystirnar mánadagin var uppgerðin mill-
um Finnland og Ongland. Bretar vunnu dystin 2-1
Mynd: Jonhard Hammer
JÁKUP MØRK
Finaludyst í U-kappingini,
Europa-cup dystir, lands-
dyst og hartil venjingartím-
ar. Grasi á Tórsvølli sleppur
rættuliga at royna seg kom-
andi tíðina, og okkurt smá-
vegis hevur verið at hoyrt
um, at hetta kanska verður
ov nógv hjá vøllinum.
Tolir væl meira
Mánadagin,
meðan
U-
landsliðini royndu seg á
teimum báðum graslíkis-
vallunum í Gundadali, vóru
menn í fer við at sláa grasið,
og annars hampa um. Sum
Grasið á Tórsvølli trívist væl
Formaðurin á Tórsvølli, Poul Michelsen, ber ongan ótta fyri, at vøllurin verður ov nógv nýttur komandi vikurnar
omanfyri nevnt, so hevur
vøllurin nógvar uppgávur
fyri framman, men hetta
fekk tó ikki á nakran hátt
formannin at óttast fyri
heilsuni hjá vøllinum:
-Nei, tað eri eg so slettis
ikki bangin fyri, heldur
hann fyri, tá vit spyrja, um
trýstið á vøllin ikki verður í
meira lagið komandi mán-
aðin ella so. Hann leggur
afturat, at hóast turkurin
hevur gjørt, at gróðurin kan-
ska hevur verið í minna lagi,
so hevur vøllurin tað gott.
-Eg rokni við, at undir
vanligum umstøðum eigur
grasiði at kunna bera eina
nýtslu upp á einar 15-20
tímar um vikuna í tíðar-
skeiðinum frá mei og nakað
út í september.
Hann vísur tó í sama við-
fangi á, at enn er vøllurin
ikki 100% klárur: -Vanliga
verður roknað við, at tað
skulu ganga eini trý ár, áð-
renn grasið hevur rættuliga
fest seg, og vit hava eisini
stroytt mold út og trumlað,
fyri at fáa alt slættari, sigur
hann. Nú metir formaðurin,
at vøllurin er rættuliga væl
fyri, og tá komandi mánað-
urin er farin um bak, verður
farið í holt við at gera hann
til til komandi ár.
Framtiðar
heimavøllur?
Sostatt er sambært for-
manninum heldur einki til
hindurs fyri, at t.d. HB og
B36 kunnu spæla sínar
heimadystir í landskapping-
ini á vøllinum, og Poul
Michelsen leggur eisini aft-
urat, at feløgini hava spurt
seg fyri hesum viðvíkjandi.
Bæði hava tey fingið játt-
andi svar, og úr HB frættist,
at tey eisini hava fingið vøll-
in góðkendan frá FSF.
Gunnar Mohr, formaður
í HB, sigur, at hetta tó ikki
merkir, at komandi heima-
dystirnir hjá HB verða leik-
tir á Tórsvølli.
-Tað er meira av praktisk-
um ávum, soleiðis at vit ha-
va eitt alternativ, um gras-
líkisvøllirnir verða nýttir til
onnur endamál, sigur hann.
Hóast HB sostatt ikki hevur
nakrar ítøkiligar ætlanir við
Tórsvølli, so vísir HB for-
maðurin á ongan hátt aftur,
at tað kanska kann gerast
aktuelt at nýta vøllin sum
heimavøll, tá tað fer at stun-
da til Europa-cup dystir.
Júst hetta heldur Poul
Michelsen eisini vera eitt
frálíkt hugskot. Hann vísir
á, at altjóða uppgávurnar
hjá føroyingum ofta gerast
enn torførari, tí leikararnir
ikki eru vanir at spæla á
grasi, og at einasti møgu-
leiki at betra um hetta er við
venjing og dystum á grasi.
Rætti heimavøllurin hjá fe-
løgunum væntar hann tó
framhaldandi fer at vera á
ovara vølli, har spælt verður
framman fyri felagshúsini.
Í B36 er júst hesin spur-
ningur sera aktuellur í løt-
uni, men Rahm í Króki,
samskipari hjá B36, sigur,
at teir, eftir at hava umrøtt
spurningin, hava valt at
spæla í Gundadali, eisini
komandi leygardag.
U-16 landsliðið, søgan:
Vóru vónbrotnir og so vunnu teir
Fyrstu ferð føroyingar spæl-
du ein unglingalandsdyst
var í august 1973. Ta ferðina
talan um eitt U-18 landslið.
Mótstøðuliðið á gamla vøll-
inum í Gundadali var Ís-
land, sum vann spennandi
uppgerðina 2-1. Føroyskur
málskjútti var Petur Andre-
asen, sum í mong ár var ein
av álitismonnunum á KÍ lið-
num. Í fyrsta minuttinum
eftir steðgin javnaði hann til
1-1 við framúr langskoti,
sum sat dygst undir saman-
komingini.
Íslendingar
skoraðu sigursmálið í 84.
minutti.
Fyrstu ferð føroyingar
royndu seg í U-16 lands-
dysti var 17. juli í 1976.
Sum so manga aðra ferðina
tey fyrstu árini, so Ísland
eisini mótstøðuliðið ta ferð-
ina. Dysturin var í Gunda-
dali, og Føroyar vunnu 1-0.
Einasta málið ta ferðina
skoraði Mikkjal Danielsen
upp á brotsspark í 68. min-
utti.
Sigurin, sum var tann fyr-
sti yvirhøvur móti Íslandi,
kendist serliga søtur. Fót-
bóltsdeildin hjá FSF hevði
stríðst fyri at sleppa upp í
part í NM kappingini fyri
U-16 landslið, sum árið
frammanundan hevði verið
fyriskipað á fyrsta sinni.
Teir billaðu sær inn, at tað
fór at eydnast at sleppa upp
í part.
Johan Nielsen var venjari,
og hann og dreingirnir tóku
uppgávuna í sera stórum
álvara. Teir høvdu fyrireik-
að seg hvørt vikuskifti síð-
ani heilt tíðliga á árinum.
Tí var vónbrotið stórt, tá
tíðindini bórust, at Føroyar
ikki fingu høvi at taka lut.
Orsøkin var tann, at hini
londini mettu, at mótstøðan,
sum føroysku dreingirnir
fóru at megna at geva, fór
at verða ov lítil.
Føroysku
dreingirnir
spældu ein dyst. Hann var
ímóti Íslandi, sum var við í
NM kappingini. Tað er ikki
ilt at ímynda sær, at før-
oysku dreingirnir vóru sera
uppsettir.
Teir, sum vóru við í fyrsta
U-16 landsdystinum og har-
við fyrsta sigrinum á Íslandi
yvirhøvur, vóru Reynhold
Isaksen, GÍ - Heðin Ask-
ham, HB, Mikkjal Daniel-
sen, MB, Jógvan Gregersen,
GÍ - Finnur Hansen, HB,
Albert Ellefsen, MB, Arn-
hold Johansen, Skáli, Páll
Gregersen, GÍ, Ólavur Bis-
kupssøð, KÍ - Helgi Olsen,
HB, Hans Sørensen, TB.
Í 2. hálvlei9ki kom Birgir
Hansen, HB inn fyri Hans
Sørensen. Á beinkinum sót-
u Per Strøm, TB, Magni
Dybzak, KÍ - Hans Jákup
Poulsen, HB og Dánjal
Jarnskor, GÍ.
Summir
av
hesum
spælarum vóru í mong ár
við í fremstu røð. T.d. kunn-
u vit nevna allar gøtumen-
ningar, Heðin Askham og
Helga Olsen úr HB, og so
miðvingarnar báðar. Mikkj-
al Danielsen taldist ímillum
stuðulsspælararnar á fyrsta
landsliðnum hjá Páll Guð-
laugsson, og Albert Ellefsen
hevur gingið á odda sum
ungdómsvenjari har vesturi.
Onkrir, sum høvdu góð
evnir, góvust tíðliga, m.a. tí
teir fóru burtur. Ein av hes-
um var Ólavur Biskupsstøð
úr KÍ. Hann fór til Skips og
spældi tískil lítið í 1. deild.
Í dag er hann skipari á stør-
sta trolaranum í flotanum.
Hann eitur Næraberg.
Mikkjal Danielsen
skeyt sigursmálið, tá
Føroyar í 1976 vunnu
1-0 á Íslandi. 14 ár
seinni taldist hann
millum stuðulsleika-
rarnar hjá Páll Guð-
laugssyni, tá Føroyar
vunnu 1-0 á Eysturríki
Mynd úr bókini:
Fótbóltslandsliðið
Hóast drúgva turkin
tykist Tórsvøllur vera
væl fyri, og Poul
Michelsen roknar við,
at hann eigur at klára
eitt trýst upp á einar 15
til 20 nýtslutímar um
vikuna
Mynd: Jonhard Hammer
gult cyan magenta svart
gult cyan magenta svart