Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-10-06, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 6. oktober 2020síða 14

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 7. oktober 2020 · Nr. 70 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 NØVN Alli (Albert Eldevig) er upp­ vaksin heimaliga Norðuri á Bakka í Fuglafirði, og eg eri uppvaksin á Miðjuni, so vit komu ikki so nógv í sam­band við hvønn annan í barna­ árunum. Men sum vit vuksu til, komu vit so líðandi meir og meir saman í ymsum saman­ hangi. Vit spældu fótbólt saman, og Alli var sum oftast í málinum, stórur og sterkur, sum hann var, meðan eg spældi í verjuni. Alli fór sum ungur til Havnar at læra til radiomekanikara, og tá ið hann var útlærdur, opnaði hann radiohandil í Fugla­firði, men hann var eisini til skips, og hann róði eisini út nøkur ár við opnum báti, og væl lá fyri hjá honum at fiska. Hann tosaði nógv við gamlar út­róðrarmenn, t.d. Solberg, sum var ein skilamaður bæði á sjógvi og landi, og soleiðis fekk hann góðan kunnleika til nógvar góðar fiskileiðir. Vit plagdu at gera onkra skjótitúrar, og tá – í sjeyti­ár­ unum – var nógvur fuglur at fáa. Sigldu vit norður gjøgjum Djúpini og norður um Búgvan og so suðuraftur, so fingu sum oftast um hundrað fuglar. Í dag er støðan ein heilt onnur – tú kanst fáa at kóka, men ikki stórt meira. Minnist serliga ein skjótitúr, vit gjødu eitt summarið. Vit sigldu mitt norður ígjøgnum Djúpini og fingu væl av fugli í dýrdarveðri. Tá ið vit komu norður móti Kallinum, sigldu vit heilt inn móti helluni, har fitt av álku sat á. Vit tveittu nakr­ar tómar patrónur upp móti fuglunum, og teir fóru á flog. Eg helt glúpin upp ímóti teimum og fekk tvær í, men onnur slapp úr aftur. Tað stóð við klettin , so eg fór ein túr upp á helluna og gekk heilt norður á endan. Har áttu nakrir svartbakar, og sera nógv­ur sandur lá á helluni. Ímeðan kastaði Alli útfyri og fekk nakrar fiskar. Tá ið vit komu suður móti Pollinum, taldi eg fuglarnar, og teir vóru 99 í tali. So snaraðu vit eitt sindur á norðureftir aftur og skutu ein aftrat, so nú vóru 100 - hildu vit, men tá ið vit so taldu aftur, tá ið vit komu at landi, vóru 101 fuglar – ein góður dagur. Ein serliga góðan túr hava vit at minnast afturá. Eitt sum­ mar­ið, tá ið Egga var leiðari av tyrlu­deildini, skuldi tyrlan ein royndartúr, og Egga bjóðaði Alla, Jóhan - í bankanum - og mær við. Vit fóru um borð á Viðarnesi - veðrið var sera gott – og flugu suðureftir og ætlaðu okkum at vitja Lítlu Dímun, um líkindini vóru góð. Jú, vit lendu á oynni í øllum góðum. Egga hevði biðið formannin í oynni, Eliesar Olsen, um loyvið at gista í hellinum, og tað var gaman í. Og so at leita eftir helli­num. Vit gingu eitt sindur oman í brattan og hugdu inn í bergið, og einar 200 metrar inni í berginum bóru vit eyga við hellis­munnan. Fyri at koma inn til hellið, máttu vit fyrst ganga eftir einari smalari rók, men har var veirur at halda sær í, so har var eingi vandi, men tá ið vit so skuldu fara til gongu, bilaði dirvið hjá Jóhan og Egga, men Alli og eg gingu so yvir til hellið og høvdu ein 20 litur oljudunk við okkum, sum vit skuldu kynda við í hellinum, tí har var oljubrennari tøkur. Vit settu so dunkin inn í hellið, men vit hildu ikki, at tað hevði verið so hugnaligt a t sov­ið har, tí tað reyk illa av olju, og undirlagið helti og var knort­ligt. Niðan fyri hellið sóu vit lend­in­gina, og ein stórur stigi gekk frá lendingini og nakað upp í bergið, men fleiri av trinunum vóru brotin av niður­fallandi gróti, men um tað hevði verið neyðugt, høvdu vit farið niður tann vegin, tí longur uppi í berginum var væl vallað í støðum, og vit høvdu línu við okkum. Vit fóru so út aftur úr bergi­ num og so at leita okkum eftir einum stað at sova – soviposa og undirlag høvdu vit við okk­ um – og ein dunk við vatni, tí hóast vit vistu, at har var ein kelda í oynni, so var ikki vist, at vit funnu hana alt fyri eitt. Har sum vit lendu ovast á oynni, var ein góður slætti til støddar sum einir tríggir – fýra fót­bóltsvøllir, og tá ið vit høvdu reikað runt eina góða løtu, komu vit til ein lítlan hjalla, og undir einum lítlum hamri var máað eitt sindur undan, so har var eitt lítið loft, sum vit kundu sova undir, men har var heldur trongligt til allar fýra, so ein mátti sova uttanfyri, og tað valið fall á Alla, tí hann mundi tola mest av, útróðrarmaður sum hann var. Um náttina hevði regnað, og Alli, stakkalin, var vorðin vátur. Vit ruddaðu eitt sindur av gróti burtur undan loftinum, so seinnu náttina svóvu vit allir undir loftinum. Annars reikaðu vit eitt sind­ ur runt á oynni. Har var nakað av heiðafugli, serliga tjøldur, og másafuglur var eisini at síggja eins og smáfuglur, og har var nógv deyðagras, og seyðurin sá út til at vera heldur bleytur. Eitt sindur vestur frá, har vit búleikaðust, sá út til at vera nakað av lunda. Sunnumorgunin um 10 tíðina skuldi tyrlan koma aftur eftir okkum, men nú lá ein mjórkaflóki um topp­ in á oynni, og tá ið tyrlan nærk­aðist flókanum, var so nógvur turbolensur, at ikki var hugsandi um at len­da. Roynt var fleiri ferðir, men sama gjørdi – tað var ikki lendandi á toppinum. Skip­ ar­in segði okkum – vit høvdu telefonsamband - at hann fór at royna aftur sein­ni. Vit løgdu okkum so á vøll­in at bíða, meðan vit lurt­aðu eftir út­ varpi­num og norð­manni­num. Sólin kom so dánt ígjøgnum mjørkatámið, so vit vórðu rættiliga grillaðir – sóu út sum tomatir. Eg var farin at óttast fyri, at vit ikki sluppu av oynni henda dagin, og tað hevði verið eitt sindur óheppið hjá mær, tí eg skuldi vera próvdómari á Glyvrum mánamorgunin. Sluppu vit ikki av oynni sunnu­ dagin, so hevði eg farið niður á helluna gjøgnum stigan og ringt til Háldan, bróður Egga, sum var lækni í Vági, og biðið hann komið eftir mær. Hann átti speedbát og hevði verið norði undir oynni leygardagin, og vit høvdu prátað við hann. Seinnapartin kom tyrlan aftur, men sama søgan – hon slapp ikki inn á oynna fyri turbulensi – og teir bóðu tí okk­ um tí fara eitt sindur oman í brattan, og har gekk ein kneysi einar tíggju - fimtan metrar út úr berginum. Vit so gjørdu, og tyrlan kom so inn ímóti okkum og setti annan fótin niður á kneysan. Eg var hvørja løtu bangin fyri, at propellin skuldi koma í bergið innanfyri, men hesir menninir vóru ómetaliga dugnaligir, og tað var skjótt, at teir tóku í okkum og hálaðu okkum um borð á tyrluna. Vit flugu so aftur til Havnar ovurfegnir at hava upplivað ein so ótrúligan túr. Men aftur til Svínoynna. Vit skutu nógv harur, tann tíð tað var. Vit, einir fimm, seks, vinmenn, plagdu at keypa Innandals, Fjalshaga og Klem­ mu­na (Norður í Haga – heimari part­ur), og var haruveðrið hampi­ligt, og tá tað lá væl fyri, plagdu vit at fáa einar 60 harur um árið. Á nýggjárinum høvdu vit so eina lítla haruveitslu við røstum kjøti, harmonikospæli (Súni) og sangi (Jørmund), og onkuntíð bjóðaðu vit onkrun grannaharumanni við, og tað plagdi at vera sera hugnaligt og nófv reyp, men tann tíðin er farin. Nú hava yngri menn yvir­tikið haruskjótingin, og tað er verðins gongd. Alli og eg eru næstu grannar, so vit tosa javnan saman um gamlar dagar. Í áttatiárunum var nógvur høgguslokkur at fáa, og vit gjørdu ofta góðar túrar. Eitt samdøgur avreiddu vit 5000 pund, og vit royndu bara við dorg við fimm – seks pilkum hvør og fingu tvær kr. fyri kilo, so úrtøkan var bara góð. Vit gjørdu eisini sílatúrar av og á – niðan á Trælavatn ella niðan í Vatnsdal í Oyndarfirði, og sum oftast fingu vit nøkur góð síl. Við hvørt vóru vit fleiri og høvdu konurnar við, og heimafturkomin fóru sílini á pannuna, og tey smaðkaðu sera væl. Nú mundi eg gloymt líra­ túr­arnar. Í trimum høgum í Fuglafirði er skrápur: í Góða­ dali, Í Skarðhaga og í Gjógvara­ haga. Teir gomlu gjørdu sær holur, og líradagin – 26. august – fóru allir eftir lírum, og frægast mundi hildnast í Góða­dali. Men eitt árið, teir vóru í Skarðhaga, vóru allar holur­nar uppskræddar ikki aftur­lagdar. Tá ið hetta hendi enn einaferð, løgdu teir ikki aftur og hildu uppat at fara í Skarð­haga. Vit plagdu at fara fyrst í september at taka líra í smog – ikki í gjørdum holum og í myrkri – og vit fingu ofta gott og væl at kóka. Eg minnist serliga fyrsta túrin, Hans Kristjan og eg fóru í Góðadal eina náttina.Vit skuldu fara niður á Mjóstíggj, men vit vistu ikki, hvar hann var, so vit klóraðu okkum niður eftir Enninum har á leið, stíggjurin skuldi vera, og tað gekst væl. Hetta var í skýmingini. Tá ið vit komu oman móti norðaru skráp­urðini, møta vit Eivind, Sig­urd og Alla, sum høvdu verið um dagin eftir líra og nú vóru á veg heim. Teir høvdu fingið 35 lírar. Eg tók ein træ­ pinn og breyt hann í trý petti og bað Alla seta tey í ein vinkul uppi undir berginum, so vit skuldu finna Mjóstíggj á veg heim aftur í myrkrinum, og tað eydnaðist væl. Vit fóru so oman í urðina, og nú var vorðið myrkt, og alt fyri eitt fingu vit tveir, sum Alli 75 ára gamal