týsdagur 6. oktober 2020síða 15
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 7. oktober 2020 · Nr. 70
sótu uttan fyri holuna
og vandu veingirnar. Tað
var av allar besta veðrið,
og helst hava vit hildið
ov nógvan gang, men vit
hoyrdu, hvar teir vóru
og krøktu teir so út.Tað
kvøldið fingu vit 10, og
vit vóru væl nøgdir, tí
vit vóru bara í norðaru
urðini og ikki í tí sunnaru,
sum er væl størri.
Annars
fóru
menn
eisini eftir dimmilíra eitt
sindur seinni. Tá sótu
lírarnir ofta uttanfyri og
flagsaðu og vandu sær
veingirnar, og vart tú
varin, kundi tú fáa fleiri,
men tá hildnaðist betur,
um veðrið ikki var ov
gott.
Annars skóru húsini
eisini torv, og vit vóru
ofta
langar
dagar
í
Góðadali
og
arbeiddu
torv, og tá ið børnini
vóru so fræg, hjálptu tey
til, men tað var strævið
at arbeiða torv á Góða
dali, tí tað var so óhøgligt
– ein góðan tíma at ganga
hvønn vegin, ið hvussu so
er, og heim mátti torvið
førast við báti, og tað
var ikki vandaleyst. Men
torvið á Góðadali var
sera gott, og smiðirnir
í Mikladali vildu fegin
hava torv úr Góðadali.
Fuglfirðingar
arbeiddu fyri tað mesta
torvið fyri nesmenn og
mikladalsmenn og bóru
tað oman á bakkan, og
so komu nesmenn eftir
tí. Jógvan Joensen á Nesi
segði fyri mær, at teir
høvdu roka á bátinum
tvørtur um Djúpini, men
teir løgdu rokan upp á
Stapatánna, áðrenn teir
fóru norðurum, og fóru
so aftur eftir rokunum.
Fuglfirðingar fingu fugl
frá kalsoyingum aftur
fyri stríðið, men tað kom
eisini fyri, at kalsoyingar
sjálvir arbeiddu torv á
Góðadali.
Staðanøvn sum Nes
heiðarnir og Nesbólið
(í einari gamlari krógv)
og
Nornastovukrógvin
vitna
um
tað
góða
sambandið, ið var millum
Fuglafjørð og Kalsoynna.
Jógvan Joensen segði
mær, at nesmenn høvdu
tvær
góðadalskráir
á
Trøllanesi,
og
hann
minnist, at aðra nýttu teir
í hansara tíð at fjala seg í,
tá ið teir skutu ravn.
Bæði vit og Alli og tey
høvdu nógv at hoyggja,
so um summarið høvdu
vit nógv um at vera -
kúgv var í báðum hús
unum og fitt av seyði
eisini.
Minnist
eitt
summarið
ein
góðan
terradag. Kristian Sofus
og tey rakaðu allan teigin
í Jens Eliasa gerði saman
og kyltu 75 stór sátubørn
– einar 40 byrðar - og
dagin eftir vórðu øll rivin
út, hoyggjað og fingin til
høldar – tað hevði eingin
gjørt í dag.
Hoyterrin
fyri
50
– 60 árum síðan var
nógv betri, enn hann
hevur verið nógv tey
seinastu árini, og skuldi
alt verið hoyggjað sum
fyrr, hevði tað mesta
verið rakstrarhoyggj,
og tá ið vit hugsa um
allan
klippfiskin,
ið
turkaður varð á øllum
fiskastykkjunum tá, so
hevði tað ikki borið til í
dag.
Men tó skal sigast, at
terrin í ár hevur verið
góður við nógvum sera
góðum døgum.
Okkurt árið, tá ið á
stóð hjá mær at sláa – við
líggja sjálvandi – fekk eg
Alla at hjálpa mær við
sláimaskinu,
sum
tey
tá høvdu útvegað sær.
Annars vóru tað bara
bøndurnir, ið høvdu slái
maskinu tá.
Nú árini eru farin at
tyngja, orka vit bara at
reypa, men tað er sera
hugnaligt at minnast á
gamlar dagar.
Síðstu tíðina hevur
Alli ikki havt tað so gott
likamliga sæð, men hann
hevur fingið gott í beinini
– er væl kálvføddur – so
hann man fara at koma
fyri seg aftur.
Góði Alli! Hjartaliga
til lukku við degnum, og
vónandi verður tú skjótt
aftur at síggja uttan fyri
dyr.
Vinmaðurin og grannin
Kristin
LINE-X
FØROYAR
Vegurin Langi 41
188 Hoyvík
Tel. 353040
line-x.fo
line-x@line-x.fo
VARANDI LOYSN TIL LASTARÚMIÐ
... slitsterkt og einki viðlíkahald
Bestu ynskir
barn
Sosialurin ynskir hjartaliga til lukku
við barnsburðinum, og vilja vit fegin
siga frá hesum í teiginum “Føðingar”.
Send teldupost til:
barn@sos.fo
Upplýs:
Burðardag, kyn, longd (cm), vekt (gr.),
navn foreldranna/systkin og bústað.
Sendið mynd við