týsdagur 21. desember 2004síða 4
‹ fyrra síða allar 96 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
MYNDASAVN
Jústinus Leivsson Eidesgaard
Tann 19. august 1839 verður
roknaður sum føðingardagur hjá
fotomyndini. Hetta árið og
hendan dagin kemur fram, at
franski
granskarin
Louis
Daguerre hevur uppfunnið ein
hátt, har tað ber til at rúnarbinda
eina mynd á eini plátu, sum er
fangað gjøgnum eina glaslinsu
og sostatt er fotomyndin ein
veruleiki.
Og nú gongur menningin við
fotomyndini við rúkandi ferð.
Fototólið fer út um allan heim.
Tað sigst, at H.C. Müller í Havn
fær hendur á einum fototóli
longu í 1850 ella 11 ár eftir at
fototólið er uppfunnið. H. C.
Müller dugdi enskt og hevði
samband við vísundamenn sum
komu
hendanvegin.
Müller
hevði fingið hendur á fototólin-
um á eini heimsframsýning í
London í 1850, um hann sjálvur
var har, ella um hann fekk keypt
tað gjøgnum aðrar, veit eg ikki.
Fototólið varð ikki sett í eitt
skáp. H.C. Müller gjørdist ein
íðin fotografur og tók hópatals
myndir av fólki og uttanfyri
alteliere eisini.
Eitt savn upp á 300 myndir frá
H.C: Müller, hetta er bert ein
partur av tí hann avmyndaði, eru
endað á Føroya Fornminnis-
savni í Hoyvík, og Haldane
Joensen, sum seinastu trý árini
hevur starvast sum savnsvørður
á myndadeildini á Føroya Forn-
minnissavni, sitir nú og ger
hesar myndir teldutøkar. Tað er
um Haldane og myndirnar hend-
an greinin í høvuðsheitinum
snýr seg um.
– Myndirnar hjá H.C. Müller
eru absolut tær elstu myndirnar
vit eiga í Føroyum sum eitt stórt
savn. Hann tók fleiri túsund
myndir og nógvar av teimum
eru til enn. Vit fara nú at seta
hesar 300 myndirnar í bløðini
fyri at vita um vit kunnu fáa
fleiri upplýsingar um tær. Men
sjálvandi er tað ikki lætt, tí
myndirnar eru nú so gamlar, at
ongin minnist tey, sum eru á
teimum, sigur Haldane og
svingar eina negativrammu til
eina glasplátu. Hann er helst
tann føroyingurin í dag, sum
hevur størstu royndirnar vid at
scanna gamlar glasmyndir.
Hetta er ein heimur fyri seg,
myndasavnið á Fornminnisavn-
inum í Hoyvík. goymslan er í
sjálvum fjósinum hjá Royndar-
støðini. Her er nossligt inni og
skil í. Ólavur Øster hevur í
mong ár havt skil á sjálvum
savninum. Hann heldur til uppi
á loftinum. Niðri undir situr
Haldane og fær tær gomlu
myndirnar teldutøkar. Hann
hevur scannað fleiri túsund, men
hann er ongan veg komin.
Savnið goymir millum 300 og
400.000 myndir og bert ein lítil
partur, er scannaður enn. Og so
leingi, sum myndirnar eru bund-
nar í negativum ella í pappírs-
myndum inni í goymslunum, so
eru tær nógv minni atkomiligar
hjá almenninginum, enn tá tær
eru teldutøkar.
– Vit hava nógvar myndir sum
vit næstan einki vita um og tí
hevur tað verið ógvuliga stór
hjálp at lýsa myndirnar upp í
bløðunum. Dimmalætting hevur
gjøgnum mong ár havt gamlar
myndir í blaðnum og nógvir
upplýsingar eru fingnir til vega
frá lesarunum. Seinnu árini hava
eisini nógvar myndir staðið í FF
blaðnum, og nú í seinastuni hava
vit eisini havt myndir í Viku-
blaðnum. Av øllum teimum
myndunum vit senda út, fáa vit
upplýsningar um fleiri myndir,
kanska eini 15 prosent, sigur
Haldane Joensen, og letur ikki
illa at hetta er slett ikki so lítið í
hansara bransju.
– Vit fara eisini út til eldri fólk
við myndum fyri at vita um vit
kunnu fáa nakað at vita. Og tað
hendir meira enn so, at vit koma
aftur við fongi.Eitt nú var eg við
eini gamlari konfirmatións-
mynd og vísti Onnu Askham
hana. Hon var tá 103 ára gomul
og hon kendi øll á myndini og
eisini hvørji eyknevni tey
høvdu. Anna livir enn, Eg havi
eisini verið í Tilhaldinum, og
har eru nógv sum kenna, sigur
Haldane Joensen.
Hóast nógvar myndir eru á
Fornminnissavninum, so eru
kanska eins nógvar úti hjá
privatum fólki, og Fornminnis-
savnið hevur áhuga í hesum
myndum.
– Fólk eru vælkomin at senda
myndir inn og vilja tey ikki av
við orginalin, so ber til hjá
okkum at scanna myndirnar og
tey fáa orginalin aftur. Tað hevur
stóran týdning fyri okkum at fáa
so nógvar upplýsingar sum
gjørligt frá fólki um myndirnar,
sigur Haldane.
Tað hevur eydnast Føroya
Fornminnissavni at skapa eitt
gott umhvørvi fyri teimum, sum
hava áhuga fyri gomlum mynd-
um í savninum í Hoyvík. Enn
eru bara 17-18.000 myndir
scannaðar. Tá tað velst um aðrar
myndir, so er tað Ólavur Øster,
sum hevur skil á tí. Hann hevur
seinastu mongu árini bygd
myndasavnið upp og tað gongur
ikki drúgv tí frá tú hevur spurt
hann um okkurt, til hann kann
siga um myndin er á savninum
ella ikki. Við tí tøkniligu menn-
ing sum er í dag, so ganga tað
neyvan nógv ár, so er hvør ein-
asta mynd í savninum teldutøk,
og hvør veit, kanska vit kunnu
sita heima og hyggja eftir gomlu
myndunum í savninum. Hetta er
longur gjørligt á søvnum úti í
heimi.
At Føroya Fornminnissavn
gjørdi av, at seta ein mann burt-
ur av til at gera gomlu myndir-
nar teldutøkar hevur longu givið
úrslit. Stór søvn eru teldutøk í
dag. Eitt nú stóra savnið hjá
Absalon Joensen presti, sum
telir 12.000 myndir. Absalon
hevur ikki tikið allar hesar
myndirnar. Eini 9000 eru frá
hansara hond, hinar eru myndir
hann hevði í varðveitslu. Við
hesum myndum kann tú fáa eina
heilt aðra mynd av Føroyum
fyrst í seinastu øld og teldurnar
gera tað møguligt skjótt at leita í
gjøgnum savnið. Var alt savnið á
Føroya Fornminnissavni teldu-
tøkt, so hevði verið talan um ein
gullgrip, sum lættliga kundi
komið einum og hvørjum áhug-
aðum í hendi gjøgnum telduna
og alnótina.
Haldane situr enn og scannar,
og nógv eru tey sum koma niðan
á Fornminnissavnið at vitja
hann og práta um myndir, ella
lata myndir inn til scanningar.
Men hann ger eisini annað.
– Eg geri eisini uppsøkjandi
arbeiði. Sendi avrit av myndum
til fólk og fái upplýsingar um
myndirnar. Eg havi enntá sent
myndir til Danmarkar. Tað er
altíð stuttligt at frætta aftur.
Haldane hevur tykist vid
mangt og hvat áðrenn hann kom
á
Fornminnissavnið.
Hann
hevur verið tekniskur assistentur
og eitt skifti var hann lærara-
vikarur í Mikinesi og Gásadali.
Tað er líkasum ein onnur søgan,
men ein partur av henni hevur
við hesa grein at gera. Haldane
dámar væl at ganga í fjøllunum.
Ganga er kanska í so nógv
avgjørt, tí vinir hansara á fjøll-
unum halda hann heldur renna
enn ganga. Kappingarandin
kemur í hann, sær hann ein
fjallatind og hann vil vera fyrst-
ur niðaná. Hann hevur millum
annað gingið við posti eitt skifti
millum Bø og Gásadals. Eitt
hevur hann fingið burtur úr
gongdini í hæddunum kring
landið. Tað fellir honum ikki
tungt at kenna landsløg aftur á
myndunum í myndasavninium
Heima á Garði í Hoyvík.
Haldane Joensen við einum negativi av bretskum hermanni
Mynd: Jens Kristian Vang
Haldane og gomlu myndirnar