týsdagur 21. desember 2004síða 4
‹ fyrra síða allar 96 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 244 - 21. desember 2004
Beint eftir døgverða
leygardagin legði
Smyril at á nýggju
samferðsluhavnini í
Suðuroy. Ætlanin er
nú at taka hana í
nýtslu so skjótt sum
gjørligt
SUÐUROYARSIGLINGIN
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Nýggja samferðsluhavnin í
Trongisvági hevur nú stað-
ið sína sveinaroynd.
Tað gjørdi hon beint eftir
døgverða leygardagin, tá ið
Smyril fyrstu ferð legði at í
nýggju havnini.
Hetta var ein roynd at
vita, hvussu tað riggaði at
leggja at í nýggju sam-
ferðsluhavinin og hetta var
samstundis fyrstu ferð, at
Strandferðslan legði at í
nýggju samferðsluhavnini.
Nýggja samferðsluhavn-
in er serliga laga til nýggja
Smyril
sum
kemur
í
summar. Og eitt, sum ætl-
anin var at fáa at vita, var,
hvussu
ferjuskrái
og
pullartar passaðu til Smyril
sum nú er.
Tað vísti seg at tað gekk
alt sum tað skuldi og Smyr-
il legði at í øllum góðum.
Eydnaðist royndin væl,
var ætlanin at taka nýggju
ferjuleguna í nýtslu, nú hon
er liðug.
Og Kristian Davidsen,
stjóri á Strandfeðsluni, sig-
ur, at nú royndin at leggja at
gekk sum ætlað, verður
arbeitt víðari við at taka
nýggju ferjuleguna í nýtslu.
Eitt nú skulu merkingar
gerast, so at bilar vita, hvar
teir skulu standa og trygd-
arútgerð og annað, skal
setast upp.
Men gongst sum ætlað,
verður nýggja ferjulegan úí
hvussu so er tikin í nýtslu í
ár og kanska enntá fyri jól.
Sostatt er tað greitt, at tað
verða
neyvgan
nógvir
dagar afturat, at Smyril fer
at leggja at á Drelnesi.
Tað var annars ein kamp-
ur at fáa nýggju ferjuleguna
lidna til nýggi smyril kom,
men nú er hann seinkaður
so nógv, at tað stóð ikki á.
Avtala er gjørd um
framtíðina hjá skipa-
smiðjuni og nú
verður arbeiðið upp á
nýggja smyril tikið
upp aftur av álvara
SUÐUROYARSIGLINGIN
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Nú sær út til, at glið av
álvara kemur á aftur ar-
beiðið at byggja nýggja
Smyril.
Kristian Davidsen, stjóri
á Strandferðsluni, sigur, at
boð nú eru komin frá leiðsl-
uni á skipasmiðjuni, har
Smyril verður smíðaður
um, at trupulleikarnir á
skipssmiðjuni, eru loystir.
Tað hevur annars verið
stór óvissa um framtíðina
hjá skipasmiðjuni og hevur
ført til, at arbeiðið upp á
nýggja Smyril at kalla
hevur ligið stilt, ella í besta
føri hevur verið illa skert í
alt heyst.
Trupulleikin hevur verið,
at IZAR skipasmiðjusam-
takið, sum eigur skipa-
smiðjuna,
sum
smíðar
Smyril, hevur verið ein
samanblandingur av al-
mennum
og
privatum.
Summar skipasmiðjur hava
smíðað herskip og aðrar
hava smíðað vanlig skip, og
ES kom fyrr í ár til ta nið-
urstøðu, at stuðul var ólóg-
liga fluttur frá smiðjunum,
sum bygdi herskip, til
smiðjur, sum bygdi vanlig
skip.
Sostatt bar til at smíða
vanlig skip bíligari enn
annars og tað var kapping-
aravlagandi og í stríð við
ES reglar.
Tí dømdi varð samtakið
dømt at betala eina risa
upphædd í bót, umframt at
kravt varð, at skilnaður
varð gjørdur ímillum tær
ymsu skipasmiðjurnar.
Tað førdi til órógv. Eitt
nú var upp á tal, at lata
skipasmiðjur aftur, eitt nú
ta í San Fernando, har
Smyril verður smíðaður.
Tað góðtók arbeiðsfólkð
ikki og fór í verkfall og
síðani hevur ruðulleiki
valdað og byggingin hevur
at kalla ligið still.
Einaferð varð en avtala
fingin ílag, men hana vrak-
aði ES og so var sama støða
aftur.
Nú er so aftur ein nýggj
avtala gjørd og Skipasmiðj-
an hevur boðað Strand-
ferðsluni frá, at hesuferð er
hon hjørd í samráð við ES,
so at tað skuldi ikki verið
nakað í vegin fyri at hon
verður góðkend.
– Boðini, vit hava fingið,
er, at IZAR samtakið nú er
býtt í tvey, ein part, sum
byggir herskip og ein part,
sum byggir vanlig skip.
Skipasmiðjurnar,
sum
byggja herskip, eru bein-
leiðis almennar.
Hinar skulu einskiljast.
Skipasmiðjan í San Fer-
nando, sum byggir Smyril,
verður ein almenn skipa-
smiðja og hon hevur fingið
ordrar upp á 14 herskip.
Sostatt er arbeiðið tryggj-
að á skipasmiðjuni í nógv
ár fram í tíðina.
Sanmstundis hevur ar-
beiðsfólkið á skipasmiðjuni
góðtikið at taka arbeiðið
upp á nýggja Smyril upp-
aftur í tveimum vaktum.
Sostatt skuldi rættilig
ferð aftur komið á arbeiðið.
Kristian Davidsen sigur,
at tær ábendingar, hann
hevur fingið, er, at tað
verður frá árskiftinum at
rokna, at arbeiðið í tveim-
um vaktum verður tikið
uppaftur.
Fyribils er ásett, at nýggi
Smyril skal handast Strand-
ferðsluni 18. apríl, men
kanska kemur ein nýggj
tíðarætlan, tá ið alt er kom-
ið í fult sving aftur.
Nú kemur glið á arbeiðið at byggja nýggja Smyril
Gekk uppá stás hjá Smyrli
Her hevur Smyril lagt at í nýggju samferðsluhavnini í Suðuroy Royndin gekk sum ætlað og nú verður arbeitt við at takan nýggju samferðsluhavnina í nýtslu
Nú skuldi verið klárt at sett fulla ferð á aftur arbeiðið at byggja nýggja Smyril