týsdagur 6. oktober 2020síða 25
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 7. oktober 2020 · Nr. 70
Søk um
Ferðavinnstuðul
Stuðulin hevur til endamáls at birta undir og
stuðla vinnuligum ferðavinnuátøkum um alt
landið.
Stuðulin verður latin nýggjum tilboðum og
átøkum innan ferðavinnuna, ið byggja á
burðardygd og góðsku.
Øll hava møguleika at søkja um stuðul.
Kommunur og kunningarstovur kunnu søkja
um stuðul til almennar verkætlanir,
ið hækka støðið og skipa ferðavinnuna
kring landið betri.
Stuðulin verður í flestu førum latin til alment
infrakervi við beinleiðis tilknýti til ferðavinnuna,
t.d. gøtur, útsýnisstøð, kunnandi tilfar o.a.
Umsóknarskjøl og kunning um stuðulstreytir v.m. er at finna á heimasíðuni hjá
Visit Faroe Islands: www.visitfaroeislands.com/studul
Stuðul til vinnuligar
ferðavinnuverkætlanir
Stuðul til almennar
ferðavinnuverkætlanir
Freist
23. okt
Grafix 504251
Kunngerð um vallistan og valevnislistar til
kommunuvalið 10. november 2020
Hervið verður kunngjørt, at vallistin, til kommunuvalið 10.
november 2020, liggur frammi á kommunuskrivstovuni, í
vanligari avgreiðslutíð, til alment eftirlit, í døgunum frá 08.
oktober 2020 til og við 22. oktober 2020.
Kæra um, at onkur av órøttum er komin á listan, ella onkur
rættkomin ikki er tikin við, skal í seinasta lagi 1 viku fyri
valdagin verða send Nes kommunu, sum kannar og tekur
endaliga avgerð í málinum.
Valevnislisti í Nes kommunu kann í mesta lagi hava 11
valevnir.
Listin skal verða undirskrivaður av í minsta lagi 15 og
mesta lagi 25 veljarum sum stillarum.Undirskriftirnar hjá
stillarunum skulu vera á sama lista, sum valevnini eru
skrivaði á.
Hjálagdur skal vera ein serligur listi yvir stillararnar, har teir
eru skilliga lýstir við navni, starvi og bústaði.
Ein veljari kann bert vera stillari á einum lista. Listin skal
latast inn av einum stillara á kommunuskrivstovuna ella til
valnevndarformannin í seinasta lagi týsdagin 20. oktober
2020 kl. 18.00.
Kunngerð um vallistar
til kommunuvalið
Tað verður hervið gjørt kunnugt, at vallistar til
kommunuvalið 10. november liggja frammi til alment
eftirlit á býráðsskrivstovuni frá 5. oktober til 16. oktober
2020 í vanligari avgreiðslutíð mánadag til fríggjadag.
Kæra um, at onkur av órøttum er komin á listan ella onkur
rættkomin ikki er tikin við, skal í seinasta lagi 1 viku fyri
valdagin verða sent býráðnum, sum kannar og tekur
endaliga avgerð í málinum.
Til kommunuvalið verða valkort nýtt, og verða hesi send
veljarum í kommununi í seinasta lagi 2 vikur undan
valinum, og skal veljarin hava valkortið við sær, tá íð valt
verður.
Vágur tann 2. oktober 2020
Vágs kommuna
Vágsvegur 22 | FO-900 Vágur | Tel. 73 30 00 | vagur@vagur.fo