Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-10-06, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 6. oktober 2020síða 26

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 7. oktober 2020 · Nr. 70 26 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 List og bøkur til sølu Vegna flyting selist list eftir m.a. J. Waagstein, Chr. í Geil, Gudmund Hentze, Eivindi Mohr og øðrum. Somuleiðis hópin av føroyskum antikvariskum bókum. Ring tel. 59 22 67 Ársaðalfundurin hjá Camping.fo verður leygardagin tann 24-10-2020 kl. 15:00. í hølum hjá Camping.fo í Kollafirði, Botnavegur 3. Møti fjølment. Ársaðalfundurin verður at fara fram soleiðis: 1. Val av fundarstjóra og skrivara, 2. Formaðurin greiður frá árinum, 3. Ársroknskapur til góðkenningar, 4. Val av nevndarlimum, grannskoðara og einum tiltakslimi, 5. Ásetan av limagjaldi 6. Lógarmál, 7. Ymiskt. Uppskot, sum ynskjast viðgjørd á aðalfundinum, skulu vera nevndini í hendi í seinasta lagi 14 dagar undan ársaðalfundinum. Vinarliga Camping.fo Nevndin Alt á einum stað Vit útinna allar uppgávur í sambandi við eina jarðarferð frá byrjan til enda • Kistur • Sangir, blómur og kransar • Sangarar (í Tórshavn) • Ervi • Líkflutningur til og úr Føroyum • Líkbrenning (Kremering) Tel. 51 17 23 www.gravarhjalp.fo TØKK Hjartaliga takka vit øllum, sum á ymsan hátt vístu samkenslu og hjálpsemi, tá kæra mamma, vermamma, omma og vinur okkara, Grimhild Reynagarð Gregoriussen fødd 09.01.1938 deyð 15.03.2020, andaðist eftir stutta sjúkralegu. Takk fyri blómur, kransar og peningagávu til G4 á Landsjúkrahúsinum. Ein serlig tøkk til toymið á G4 fyri at vera um mammu okkara við virðiligari umsorgan. Eisini ein tøkk til kirkjuna og Una Næs fyri at fáa í lag eina líkinda jarðarferð undir truplum umstøðum við sóttini, sum herjar allan heimin. Vegna tey avvarðandi, Gunnar, Angelica og Annika TØKK Hjartaliga takka vit øllum, sum sýndu samkenslu, tá okkara kæra vinkona, mamma, vermamma, omma og langomma so brádliga fór frá okkum. Jacobina Hansen f. 7.7.1946 d. 1.7.2020 Takk til starvsfólkini á B7, sum vóru um hana teir seinastu dagarnar. Takk Bergur fyri vitjanir og troystarrík orð í kirkjuni. Takk Lív frá Sólsetur fyri virðiliga tænastu. Takk Argjakórið og ferðaleiðar fyri vakran sang og uggandi orð á kaiini, áðrenn kistan fór út til Nólsoyar. Takk til Nólsoyar kirkju og missiónshúsið í Nólsoy. Takk sangarar, berarar og kokkar til ervið. Ein serstøk tøkk til familju og vinir fyri góða hjálp til jarðarferðina og Annette og Raymund fyri so sera vakran tónleik í kirkjuni. Takk til grannarnar fyri vøkur minningarorð. Takk fyri heilsanir á sosialu miðlum, blómur, kransar og vitjanir. Petur Jacob, Ann, Oyvindur og Rúni við familjum TØKK Óli Kristian Jóhan Debes F.19.08.1944-D.18.03.2020 Hjartaliga takka vit øllum, sum sýndu samkenslu, tá ið elskaði maður, fostur pápi,- verpápi, -abbi og -langabbi okkara andaðist og varð jarðaður. Tøkk til starvsfólk á Landssjúkrahúsinum. Tøkk til heimasjúkrasystranar Tøkk til Emil Olsen, prest og tykkum fáu, sum vegna serligar umstøður kundu fylgja honum til gravar og eisini tykkum mongu, sum stroymaðu við á netinum. Ein hjartans tøkk fyri allar uppringingar, troystandi orð, heilsanir, kransar og minnis gávu til Gjáar kirkju. Familjunnar vegna Nicolina, William, Petur, Jørgin, Birgir og Sigrun TØKK Takk fyri øll tit, sum á ymiskan hátt vístu samkenslu, tá okkara elskaði maður, beiggi, pápi, verfaðir, abbi og langabbi Óli Lydersen f. 13. 12. 1931, d. 06. 08. 2020 andaðist og fór til gravar. Tøkk til starvsfólkini á Heiminum Við Vágna. Takk Marjun Lómaklett prestur, fyri tín lut við jarðarferðina - fyri troystarrík orð í kirkjuni. Takk, deknur, klokkari og organistur. Tøkk til berarar. Tøkk til tykkum sum fylgdu og tykkum ið nýttu høvið at stroyma jarðarferðina. Tøkk fyri blómur og kransar, og fyri gávur til Emmaus. Hjartans tøkk øll somul! Judith, Jógvan, Lovisa og Jens v/ familjum