Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-10-06, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 6. oktober 2020síða 29

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Kommunuvalið 10.november í ár er eitt sindur øðrvísi enn valini hava verið undanfarin ár. Hesaferð vita tey, sum stilla upp, at stórar broytingar koma í sambandi við, at møgu­leikarnir at koma til og fara úr oynni verða radikalt broyttir, tá ið tunnilin millum Streymoynna og Sandoynna letur upp. -Ja, bert við at hugsa um, hvussu stór broytingin fer at verða í ferðsluni, ger at vit mugu hugsa um, hvussu vit loysa tann trupulleikan, sigur Poul Klementsen, borgarstjóri í Sands kommunu. Tá ið hann nevnir ferðsluna, so hugsar hann ikki bert um millum­bygdavegirnar, men eins nógv um vegirnar inni í bygdini. -Har er trongligt, so vit mugu finna eina loysn fyri, hvussu vit skipa tann partin, sigur hann. Bústaðarmøguleikar Eins og hinar kommunurnar í oynni, so er borgarstjórin í Sands kommunu eisini greiður yvir, at skal okkurt henda í kommununi í sambandi við, at tunnilin letur upp, so er neyðugt, at møguligt er hjá yngri fólki at seta búgv í kom­ mununi. Tí eru tey í ferð við at gera 25 grund­stykkir til reiðar at selja. -Vit vita, at fólk eru áhugað at flyta hendan vegin – bæði tey sum áður eru flutt av oynni, men eisini onnur fólk. Hann sigur, at talan er í fleiri førum um ungar familjur við børn­um, so neyðugt er, at tey sleppa framat at byggja sum skjótast. Borgarstjórin sigur eisini, at umframt at komman út­ stykkjar, so eru tað nógv privat­ fólk, sum eiga grund­stykk­ir millum hús í bygdini. Tey eru kanska hildin klár til børn, sum ætla at flyta heimaftur – ella bíða tey eftir, at eftirspurningurin eftir hes­ um húsum fer at vaksa. Fólkavøkstur Í løtuni búgva um 540 fólk í kommununi og kommunan hevur eina rímiliga tænastu til borg­ararnar í kommununi. Kloakkirnar eru umlagddar, so tær renna ikki út á Sandsvág long­ur . Ein tilbúgvingarætlan er gjørd og sløkkiliðið og tekniska deildin hjá kom­ mun­uni hevur fingið tak yvir høvdið. -Vit hava eisini barnagarð og annað, men hetta skal sjálvandi tillagast fáa vit tað tilflyting, sum vit meta at tunnilin fer at geva okkum, sigur Poul Klement­sen, borgarstjóri á Sandi. Matur og mold Verkætlanin Veltan hevur virkað á Sandi í nøkur ár eftir hondini. Tað vísir seg, at eftir­ spurningurin eftir vør­un­um hagani er stórur. -Trupulleikin er, at brúkarin ikki er sinnaður at gjalda fyri tað, sum vøran kostar at framleiða. Veltan kappast við alt innflutt, sum er ómeta­liga bíligt at keypa, sigur borgar­ stjórin. -Tí dugi eg illa at síggja, at hetta fer at bera til í longdini uttan hjálp av onkrum slag. Ann­ars ber tað seg ikki, heldur hann. Hann leggur afturat, at høvdu gularøtur havt sama prís, sum laksur, so var støðan ein onnur. Ein háskúli er farin til verka í bygdini. Háskulin arbeiðir við parti av tí sama, sum Veltan fæst við. -Tað er sjálvandi spennandi og tað dregur rættuliga nógv fólk hendan vegin. Tað gevur eisini nøkur arbeiðspláss til bygdina, sigur han. Háskúlin heldur til í Ísans­ garði, har sum áður hevur verið gistingarhús. Býráðið, sum var valt á Sandi fyri fýra árum síðani. Poul Clementsen er borgarstjóri LISTI NAVN ATKV. A Brandur Sandoy 80 A Eyðvarur Petersen 34 A Poul Klementsen 27 A Bjarki Henriksen 23 C Heri Sverrason 29 C Jóan Hendrik Egholm 27 C Hanna á Reynatúgvu 19 STÓRAR BROYTINGAR KOMA TÁ IÐ TUNNILIN LETUR UPP Í størstu bygdini í Sandoynni, síggja tey stórar broytingar, tá ið tunnilin letur upp