Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-10-06, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 6. oktober 2020síða 30

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

MIKUDAGUR 7. OKTOBER 2020 · NR. 70 Sosialurin 30 SANDOY Vilmund Jacobsen Í Skálavík gongur væl. Her ræð­ur bjartskygni, og nógv er á skránni, hóast fólkatalið er lut­ falsliga fáment, 150 í tali. Bygdin hevur fingið eftir­ skúla, café’in á Mølini byggir út og fær fleiri kømur, og Bakka­ frost er í holt við stóra verk­ ætlan við lívfiskastøð. Skjøtil er settur á eitt stórt kamp­ingøki, og bygt verður upp í undirhúsið við nýggjum al­mennum wc - eisini til fólk við avbjóðingum, og her verða brúsumøguleikar, vaski­ maskina og turkitrumla. Paradís hjá børnum Í Skálavík eru grundstykki tøk at byggja á, og arbeitt verð­ ur eisini við at fjøltátta bú­ staðarmynstrið í kommununi. Bygdin hevur barnaskúla, sum fólk eru sera fegin um, og her er spælipláss. Tað kemur ikki upp á tal at lata skúlan aft­ ur. Skálavík er eins og aðrar kom­munur í sýsluni eisini part­ ur av eldrasamstarvinum, og í bygdini er Gerðisgarður. Umstøðurnar við havnalagið eru tær bestu, ið hugsast kunnu, og her hava útróðrarmenn allar neyðugar fasilitetir. Í Skálavík er vøkur náttúra, og bygdin er rein og nosslig, og hóast fáment - men víð í vavi - var Skálavíkar kommuna hin fyrsta í Føroyum, sum megnaði at fremja sína spillivatnsætlan í verki. Hetta var eitt stórt arbeiði og eitt stórt tak, tá leiðingarnar til­samans eru fleiri kilometrar langar. Áin í bygdini er rein, og tá hugsað verður um um­støður­ nar hjá barna­familjum, kann av sonnum sigast, at Skálavíkin - øll, sum hon er - er eitt stórt spælipláss og paradís hjá børnum. Ein góð gongd Borgarstjórin í Skálavíkar kom­ munu, Linjohn Christiansen, hevur verið fremstur á skútuni heilt síðan hin 1. januar í 1989, og nú kommunuval aftur stund­ar til, hevur hann enn eina­ferð latið seg stillað upp til val. Men, hann er ikki bara fremstur á skútuni í heim­ bygdini. Øll árini, hann hevur verið borgarstjóri, hevur hann siglt í Grønlandi, og tað ger hann framvegis. - Tøknin er so mikið góð í dag, at tað saktans ber til at gera eitt uppskot til eina fíggjar­ætlan, meðan tú ert til fiski­skap á Diskobankanum. Tú ert langt burtur, men kort­ ini sær nær øllum. Tú hevur alla kommununa á telefon ella teldu. Og væl hevur vignast, má sigast. - Vit hava alt her í kom­ mun­uni, og vit eru skuldafrí. Skuldin er umleið 3,7 miljónir krónur, og vit eiga 4,1 miljónir krónur á bók, áðrenn skatturin fyri henda mánaðin er komin. So­leiðis hava vit eina nettoogn á einar 400.000-500.000 krónur, sigur Linjohn Christiansen. Skiparaeffekt Men, troyttast skiparin ikki eftir so mong ár? - Nei, tað geri eg ikki. Eg geri upp­skot um peningarenslið í kom­mununi, og síðan semj­ast vit um endaligu fíggjar­ætlan­ ina. Tá eg eri burtur, hava tey, sum heima eru, leiðsluna, og eg eri við, tá tørvur er. Tele­fon­in spyr ikki, um tú ert í kjallar­ an­um heima í Skálavík, ella tú ert til fiskiskap í Grønlandi. Eg haldi, at hetta er ein góð skipan og fyri tey, sum eftir eru heima, er tað kanska bara ein lætti, tá buldribassin, sum hevur verið heima í tveir mánaðir, fer avstað aftur, sigur Linjohn Christiansen brosandi. Hann vísir á, at sum oftast er fíggjarætlanin eitt plettskot, sum hann tekur til, men við­ hvørt er ymiskt, sum kemur meira óvæntað, ið ikki er greitt, tá fíggjarætlanin verður løgd. - Mær dámar eitt nei, og mær dámar eitt ja. Men, at fáa eitt ”eg veit ikki”, og so bíða í nøkur ár eftir einari ella aðrari avgerð - ja, tað havi eg ikki tol til, leggur hann aftrat. Spennandi tíðir Linjohn Christiansen er sera spentur upp á tær verkætlanir, sum ligga beint fyri stavn í Skálavík - lívfiskastøðina, út­ bygg­ingina á Mølini og so kamp­ing­plássið. - Hetta eru alt verkætlanir, sum koma at merkjast í bygd­ ini, sigur borgarstjórin í Skála­ víkar kommunu. LINJOHN HEVUR STÝRT SKÁLAVÍK Í GÓÐ 30 ÁR - Tøknin er so mikið góð í dag, at tað saktans ber til at gera eitt uppskot til eina fíggjarætlan, meðan tú ert til fiskiskap á Diskobankanum. Tú ert langt burtur, men kortini sær nær øllum. Tú hevur alla kommununa á telefon ella teldu. Telefonin spyr ikki, um tú ert í kjallaranum heima við hús ella til fiskiskap í Grønlandi, sigur Linjohn Christiansen Vit hava alt her í kommununi, og vit eru skuldafrí Borgarstjórin í Skálavíkar kommunu, Linjohn Christiansen, sær ógvuliga stórt í skúlanum í bygdini, sum borgarstjórin sær sum tað forlongda heimið - Mær dámar eitt nei, og mær dámar eitt ja, men mær dámar ikki eitt ”eg veit ikki”, sigur Linjohn Christiansen