týsdagur 6. oktober 2020síða 31
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
SANDOY
MIKUDAGUR
7. OKTOBER 2020 · NR. 70
Sosialurin
31
Vilmund Jacobsen
Elisabeth Myllhamar, sum er
fødd hin 24. september í 1949,
hevur altíð verið ein virkin
kvinna - ja, vit kunnu siga, at
hon hevur verið ein nútímans
kvinna, sum ongantíð hevur
dugað at gingið heima.
Í dag er hon 71 ár. Hon hevur
sitið í bygdarráðnum í Skálavík
tríggjar setur, men nú stillar
hon ikki uppaftur. Hon hevur
eisini verið skrivari í Skálavíkar
kommunu síða hin 1. januar í
1985, og tað er hon framvegis.
- Eg haldi, tað er ein fyri
munur at duga at finna dyrnar,
tá tíðin kemur, og nú havi eg
valt at gevast í bygdarráðnum,
sigur hon.
Langt arbeiðslív
Elisabeth Myllhamar arbeiddi
í meira enn 30 ár í handlinum
á Mølini í Skálavík. Her byrjaði
hon í mai mánaði í 1972 og ar
beiddi, til handilin lat aftur í
2005.
- Tey fyrstu fýra árini á
Mølini var eg í handlinum
burturav. Síðan fór eg á skriv
stovuna at arbeiða, og sum
skrivstovufólk í lítlari fyritøku
hjálpti tú eisini til í handlinum,
tá á stóð. Umframt handilin,
høvdu vit eisini posthús og av
greiðslu fyri Føroya Bjór.
Men, tað var ikki nóg mikið
hjá Elisabeth Myllhamar at
arbeiða á Mølini. Í 1989 lat
hon eisini upp egna kiosk og
grillbar í Skálavík, og her hevði
hon opið um kvøldarnar, tá
handilin á Mølini var stongdur.
- Eg fór eisini at selja mat
vørur, tá handilin á Mølini lat
aftur í 2005. Tá sløkti eg fri
ture-grýtuna, tí roykurin frá
henni sampakkar ikki við sølu
av matvørum annars. Eg hevði
tó framvegis pylsur, hot-dog,
búffar og ymiskt annað heilt
til, eg lat aftur, sigur hon.
Gjørdist sjúk
Í fjør gjørdist Elisabeth Myll
hamar sjúk og sá seg noydda
at gevast við handilsvirksemi
num. Í dag hevur hon tað nógv
betri, og tað gongur tíbetur
skjótt framá.
- Eg veit, tað eru fleiri, sum
sakna handilin, og tað eru fleiri,
sum sakna at kunna keypa eina
pylsu, hot-dog ella ein góðan
burgara. Tað eru eisini tey, sum
sakna at kunna keypa vanligu
gerandisvørurnar. Hevur tú
verið aðrastaðni og keypt, og
okkurt vantar í keypinum,
hevur tað verið so ómakaleyst
at keypa í Skálavík, sigur hon.
Hóast Elisabeth Myllhamar
hevur verið virkin, síðan hon
var blaðung, sigur hon seg
ongantíð í lívinum hava søkt
eitt starv.
- Nei, eg havi ongantíð søkt
eitt starv. Tað hevur altíð verið
soleiðis, at eg havi verið spurd,
um eg kann koma til arbeiðis.
Nú handilin í Skálavík er
stongdur, dugi eg illa at venja
meg við tað, og eg sakni at møta
teimum ungu, sum vóru vóru
mær so trúføst, sigur Elisabeth
Myllhamar.
- EG HAVI IKKI VANT
MEG VIÐ TAÐ ENN
Elisabeth Myllhamar, sum hevur havt kiosk
og seinni matvøruhandil í Skálavík síðan
1989, læt í fjør aftur, tá hon gjørdist sjúk
Eg sakni at møta
teimum ungu,
sum vóru mær so
trúføst
- Tað er ein fyrimunur at duga at finna dyrnar, tá tíðin kemur, heldur
71 ára gamla, Elisabeth Myllhamar, sum ikki stillar upp aftur
- Eg veit, tað eru fleiri, sum sakna handilin, og tað eru fleiri, sum sakna at kunna keypa eina pylsu, hot-dog ella ein góðan burgara