Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-10-06, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 6. oktober 2020síða 32

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

MIKUDAGUR 7. OKTOBER 2020 · NR. 70 Sosialurin 32 SANDOY Skopun hevur kent sviðan av, tá ið eitt virki í bygdini ikki er opið, men stendur tómt og kalt. Í ávísum tíðarskeiðum hev­ ur onki verið at gjørt í stóra virkisbygninginum á havna­ økinum, men seinastu tíðina hevur lív aftur verið í og millum 60 og 70 fólk hava verið til arbeiðis har. Óli Nattestad og konan avgjørdu at keypa virkið og lata upp­aftur. Ávisar broytingar og umvælingar eru og verða gjørdar, so flakavirkið í Skopun nú kann arbeiða við fullari ferð. -Fyri bygdina hevur tað alstóran týdning at virkið er opið, men tað hevur eisini týdning fyri oynna, tí fólk koma alla­staðni frá í oynni til arbeiðis á havnalagnum í Skopun, sigur Gerhard Lognberg, borgarstjóri í bygdini. Hann vísir eisini á, at sjálvt úr høvuðsstaðarøkinum koma fólk hvønn morgun við báti­ num til Skopunar at arbeiða. Til reiðar at taka ímóti Tær fýra kommunurnar í Sand­ oynni fáa eina stóra av­bjóðing, tá ið tunnilin til meginøkið letur upp. Tað vita tey eisini og tí verður tað ein partur av val­ stríðnum til kommunuvalið, sum verður 10.november. Fleiri viðurskifti eru í bygdunum, sum skulu tillagast tíðini eftir at koyrandi verður millum Sandoynna og Streym­ oynna. -Vit hava í eina tíð arbeitt við hesum broyttu viður­ skiftunum, sum vit vita koma, sigur borgarstjórin í Skopun. -Fyrst og fremst ræður um hjá okkum, at hava nóg mikið av byggilendi, so fólk, sum hava hug til tess kunnu seta búgv í bygdini, sigur hann. Í Skopun gjørdu tey longu í 2007 fleiri grundstykkir klár, men tey allarflestu av teimum eru seld, sjálvt um tunnilin ikki kom til upprunaliga ætlaðu tíðina. Bert fýra av teimum grund­ stykkjunum eru tøk enn. Tí er kommunan í ferð við eina nýggja útstykkingarætlan, sum skal gera 21 grundstykkir klár at byggja á í ár ella fyrst í komandi ári. Harafturat lótu tríggir vardir bústaðir upp í farnu viku. -Vit eru eisini í ferð við at gera eina íbúðarbygging við sjey íbúðum. Akkurát hvussu tað verður skipað veit eg ikki enn – møguliga verður tað eldraíbúðir, men hesum ar­ beiða vit við í løtuni, sigur Ger­ hard Lognberg. Tað mesta er klárt Gerhard Lognberg, borgarstjóri, heldur, at Skopun annars er fyrireikað til at tunnilin letur upp. Kloak- og vatnviðurskiftini eru í lagi og spillvatnsætlanin er um at vera liðug. Kommunan hevur eina til­ búgvingarætlan og á eldra­øki­ num tykist tað, sum komman hevur tamarhald á støðuni. Í seinastuni er innkoyringin til bygdina gjørd munandi betri og viðurskiftini kring gomlu neystini, har standmyndin av Petur Mohr Dam stendur, eru hampað. Bygdin fekk ein nýggjan barna­garð í 2007 og nú verður eitt spælipláss eisini gjørt. -Sumt verður gjørt nú, men eg haldi vit kunnu siga, at vit hava roynt at fylgt við alla tíðina. Júst nú eru vit í ferð við at gera nýggjar bátabrúgvar, so tað er alla tíðinia onkur verk­ ætlan í gongd, sigur Gerhard Lognberg. -Men vit vita, at tað verður ein broyting, tá ið tunnilin letur upp og tað skulu vit vera til reiðar at taka ímóti, sigur borg­ arstjórin hjá teimum 440 borg­ arunum, sum búgva í Skopun. Bygdaráðið í Skopun, sum tað var valt fyri fýra árum síðani. Gerhard Lognberg er borgarstjóri LISTI NAVN ATKV. A Gerhard Lognberg 80 A Friðfinn Nicolajsen 34 A Hallmar Winther 28 B Marjun S. Joensen 58 B Fríðhild Winther 52 VIRKSEMI Í SKOPUN KREVUR AT FLEIRI BÚSTAÐIR FINNAST At arbeiðið er á flakavirkinum hevur ómetaliga stóran týdning fyri kommununa og tivnaðin í bygdini