Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-10-06, síða 48
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 6. oktober 2020síða 48

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Hetta ber ikki til, hetta má broytast – Eg kenni ikki handan trupulleikan, men hetta ljóðar ógvuliga órímuligt. Eg havi sæð bilarnar hjá Sofusi, sum eg meti sum rein listarverk. Um bil­arnir rigga sum teir skulu og kunnu ganga gjøgnum sýn, so eiga teir sjálv­andi eisini at kunna skrásetast sum ellisakfør. Tað sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, sum hevur ábyrgdina av Akstovuni. Málið snýr seg um kunngerð nr. 46 frá 12. juli 2004 um ellisakfør við heim­ild í § 13 a, stk. 2 í løgtingslóg nr. 38 frá 31. mars 1982 um vektgjald av mortorakførum v.m. Har stendur í grein 1: »Ellisakfar, er akfar, sum er 25 ár ella meira, hevur upprunaskap, og er skrá­sett sum ellisakfar.« Trupulleikin hjá Sofusi Hansen er, at tey á Akstovuni tulka hetta so­leiðis, at bilarnir hjá Sofusi ikki kunnu skrásetast sum ellisakfør, tí hann hevur broytt bilarnir, so teir ikki hava sama snið, sum tá teir vóru nýggir. Tað merkir, at tað hevði kostað Sofusi Hansen vanligan vegskatt og trygg­ing at havt nummarplátur á bilinum. Hann heldur, at bilarnir eiga at verða skrásettir sum ellisakfør og harvið sleppa undan veggjaldi. Um Jørgen Niclasen fer at broyta kunngerðina, so merkir tað, at bilar, sum eru eldri enn 25 ár, og sum eru broyttir í mun til uppruna snið, kun­nu skrásetast sum ellisakfør. sum ellisakfar. Tulkingin er ógvuliga smøl og nærum ómøgu­lig at uppfylla, tá tað í flestu førum er ógjørligt, at gera eitt ellisakfar púrasta orginalt úr enda í annan. – Eitt ellisakfar krevur vanliga ábøtur, og tá tað ikki kann lata seg gera at fáa orginalar eykalutir til akfør, ið ikki verða framleidd longur, gerst tað ístaðin til eina óenda­ liga oyðimarkargongd at finna orginalar eykalutir, serliga tá eftirspurningurin frammanundan er stórur. Í onkrum føri hevur tað latið seg gjørt at serframleiða smærri lutir á smiðju, men tað er verri enn so altíð møguligt, tá kravið til orginalitet er somikið høgt. Hetta er serstakliga torført at hava við at gera, tá tað í ávísum førum er neyðugt, at broyta ella umbyggja akfarið, fyri at tað yvirhøvur skal virka, sigur hann. Sofus Hansen leggur afturat, at tað eru fá ellisakfør, ið upp­runaliga hava koyrt her í Føroyum, og tí er í flestu før­um neyðugt, at innflyta akfør úr útlondum, fyri at nøkta tørvin. – Tað er ymiskt hvat dentur verður lagdur á, tá talan er um eldri akfør, summi leggja seg eftir akførum, ið hava verið býarmyndir í gomlum døgum, onnur ynskja bert at gera dreym til veruleika, og uppaftur onnur hava áhuga í søgu­ligum sniðum og frábrigdum, har orginalitetur (les upp­runatilfarið) ikki hevur so avgerandi týdning. Síðst nevndu, har t. d. samanbygging av gomlum billutum hava givið akførunum eitt lutvíst nýtt og øðrvísi veteran­skap, eru blivin møtt við serliga stórum áhuga millum bæði vanliga fólki, men eisini fakfólki, úti sum heima. Saman­ um­tikið er talan um sera áhugaverd akfør bilsøguliga sæð, sigur hann. Ber ikki til at halda krøvini Aðrar avbjóðingar, ið eisini eru viðvíkjandi kravinum um »orginalitet« er tað reint tekniska og mekaniska, t.d. bremsur og ljósføring í gomlum akførum við 6 volt, har tað í minsta lagi skal vera 12 Volt í dag, krevur um­ fatandi umvælingar av generatorum (dynamo), startar­um og releeum v.m. Bremsur við bremsuskivum og vakum­ for­sterkara eru munandi betri og munandi tryggari enn gomlu trumlubremsurnar. Til síðst og ikki minst, eru krøv­ini til upprunalit ómøgulig at uppfylla, tí flestu ellis­ ak­før­ini eru lakkeraði við Cellosi og Acryl. Hetta er søga í dag og ber, snøgt sagt, ikki til at eftirlíka. Orsakað av strangu tulkingini av reglunum, eru tað fleiri ellisakfør, ið ikki verða góðkend sum ellisakfør, tí eiga­r­in hevur valt at gera ymiskar tillagingar, herundir trygdar­tillagingar, sum omanfyrinevnt. Einki frætt úr Fíggjarmálaráðnum – Slíkar tillagingar, herundir smærri kosmetiskar tillagingar áttu ikki at verið ein forðing fyri góðkenningina, tí tá tað alt avgerandi og mest viðkomandi er aldurin og søgan hjá ein­staka akfarinum. Tó er vert at undirstrika her, at hóast reglurn­ar høvdu blivið smidligari, so fer hetta ongantíð at ávirka ella broyta aðalmálið hjá einum ellisakfarseigara, at man altíð skal og vil royna, at varðveita so nógv av tí upp­runaliga, sum til ber, sigur Sofus Hansen. Samanumtikið og metir hann, at avgreiðslan av iva­mál­ um og góðkenning av ellisakførum hevði verið munandi lættari, um reglugerðin var meira smidlig í tulkingini av, hvat at eitt ellisakfar í roynd og veru er. Við eini tillaging í kunngerðini, sum mælt verður til, vildu avvarðandi myndug­leikar í nógv størri mun kunna gjørt skilagóðar met­ingar, sum tóku útgangsstøði í hvørjum einstøkum ak­fari og ikki minst í søguni handan akfarið, ístaðinfyri sum nú, har fleiri áhugaverdar verkætlanir detta niðurfyri, ors­akað av einum smámuni í eini kunngerð, sigur Sofus Han­sen, ið sum nevnt vendi sær til Fíggjarmálaráðið fyri út við tveimum árum síðani, men sum einki hevur frætt aft­ur um málið. Jørgen Niclasen: