Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-10-06, síða 49
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 6. oktober 2020síða 49

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Framtíðar elbilur frá Honda Elbilurin Honda-e er komin á føroyska marknaðin við flott­um sermerktum designi, sum bæði er modernað og í retro stíli. Bilurin byrjaði sum prototypa við navninum Urban EV Concept. Sambært Honda er bilurin ein roynd at visa, hvussu teir rokna við at teirra bilar fara at síggja út í fram­tíðini. Tað at Honda-e er bakhjólsdrivin hevur tann fyrimun, at hann hevur vendiradius upp á einans 4,3 metrar. Hetta ger, at bilurin er vælegnaður til býarkoyring og til park­ ering. Bilurin fæst við 136 ella 154 hk og koyrir upp til 220 km upp á eina løðing. Tann við 154 hk koyrir frá 0-100 km/t upp á 8,3 sekund. Elmotorurin verður drivin av ein­ um 36 kWh lithium-ion battarí frá Panasonic. Nógv er gjørt burturúr koyrieginleikunum, sum eru sera góðir. Vektjavnvágin í bilinum er 50:50 prosent millum for- og bakaksulin, sum er við til at gera koyri­ egin­leikarnar upp aftur betri. Kabinan er ikki minni sermerkt við flottum digitalum instru­ment­borði og góðum plássi við forsetrini. Síðu­ speglini eru digital og eru á instrumentborðinum inni í bili­num - beint við A-stólpan. Instrumentborðið er so at siga fult talgilt við fleiri skermum millum síðuspeglini inni í bilinum. Alt er merkt av gjøgnumførdum kvaliteti. Ein spennandi og annarleiðis bilur, sum kann síggjast og roynast hjá Norðbil við Oyggjarvegin. LÝSNGARTEKSTUR