Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-10-06, síða 50
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 6. oktober 2020síða 50

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Bilverkstaðurin Fixa, sum hevur húsast á Heykavegi á Hálsi í meira enn 40 ár, er nú fluttur í nýggj og stór høli á Hjalla 34. Eyðun Berg, stjóri, sigur, at nýggi bygningurin er einar 800 fermetrar stórur, og hetta verður ein orkuvinarligur og framkomin verkstaður. Hetta er ein mekaniskur verkstaður, sum eisini ger plátu-og sproytuarbeiði, og verkstaðurin tekur sær eitt nú av persónbilum, lastbilum og húsvognum. Innrættingin av verkstaðnum ger, at her verður eitt ”flov”, har bilarnir koma inn í tí eina endanum og koyra út aftur í hinum, tá alt arbeiði er liðugt. Tað er West-Trading, sum hevur gjørt stoypiarbeiðið, og stórur dentur hevur verið lagdur á, at bygningurin krevur lítla orku til upphitan, samstundis sum útlátið verður sera lágt. Nýggi bygningurin er sera væl bjálvaður samsvarandi nýggjum myndugleikakrøvum, og stórur dentur verður lagdur á at verja arbeiðsfólkið móti dálking. Fixa er nú á Hjalla Nýggi verkstaðsbygningurin, sum er orkuvinarligur, er einar 800 fermetrar LÝSNGARTEKSTUR: VILMUND JACOBSEN