Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-10-06, síða 58
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 6. oktober 2020síða 58

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Við C5 Aircross er Citroen til reiðar til kappingina á SUV-marknaðinum, sum hevur verið í støðugum vøkstri seinnu árini. C5 Aircross er ikki bara ein vanligur SUV. Citroen so líkt, so hevur bilurin hópin av snildari útgerð, og felags fyri hetta, at koyriupplivingin skal kennast ómaksleys og góð. Eitt nú ger sonevnda Progressiva Fjaðringin, at tað at kalla ikki merkist, um tú koyrir á ójøvnum undirlagi. Setrini eru av bestu góðsku, og aftan er talan um trý einstøk setur, sum kunnu flytast aftur og fram hvør í sínum lagi. Viðførisrúmið er tað størsta í flokkinum, og tá talan er um tøkni, er C5 Aircross framúr. Ikki minst við sonenvda Highway Driver Assist, ið nærum ger bilin sjálvkoyrandi. Umframt hetta hevur bilurin hópin av funkum, ið betra um trygdina, tá koyrt verður. Støkkið inn á gólvið og roynið nýggja C5 Aircross. Hann er ikki sum hinir bilarnir í flokkinum. Á Auto Service í Havn fingu tey fyri stuttum fyrstu útgávurnar av nýggju el-drivnu Peugeot 208 og 2008, og talan er í báðum førum um framúr spennandi bilar. 2008 er SUV-útgáva, sum longu er væl umtókt í meira vanligu útgávunum, men við nýggju el-útgávuni er úrvalið enn meira fjøltáttað. Bilurin verður drivin av einum el-motori, ið gevur 100 kW (136 hk), og við einum momenti upp á 260 Nm er talan um sera kvikan bil. Ikki minst, tí ein el-motorur hevur fult moment alt fyri eitt, og tí er talan um sera lívlig­an motor. Battaríið í bilinum er 50 kWh, og hetta røkkur til 320 kilometrar sambært altjóða mátingum. Við føroysku brekkunum í huga, er hetta talið tó nakað lægri her á landi. Vert er tó at hava í huga, at við serligu bremsu­ funkuni, sum bilurin hevur, verða battaríini eisini lødd, um motorbremsa verður nýtt í undanbrekku. Peugeot 208 varð í ár kosin ársins bilur, og nýggja e-útgávan stendur einki aftan fyri útgávurnar við meira van­ligu motorunum. Talan er um minni familjubil, og eins og bilurin hevur sama sterka el-motor og battarí, sum stóribeiggin, 2008. Og tað er eingin orsøk at ivast í, um battaríini halda. Garantiið frá verksmiðjuni gevur trygd fyri, at battaríini hava í minsta lagi 70% orku eftir átta ár – tó í mesta lagi 160.000 km. Spennandi SUV frá Citroen C5 Aircross er SIV-bilurin til alla familjuna, har koyrieginleikar og komfortur verða sett í hásæti Við nýggju el-drivnu útgávunum av 208 og 2008 hevur franska Peugeot stillað yvirleggjaran av nýggjum Snøggir el-bilar frá Peugeot LÝSNGARTEKSTUR