Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-10-06, síða 60
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 6. oktober 2020síða 60

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Við HiAce og síðani ProAce hevur Toyota altíð havt sterk kort á hondini í kappingini um vørubilamarknaðin. Nú er enn ein trumfur komin afturat í familjuna. ProAce City er ein lítil vørubilur, ið er sera væl egnaður til býarkoyring, og sum er mest sum perfektur hjá handverkaranum, ið ikki nýtist at hava stórar byggiplátur v.m. sum part av viðførinum. Og heilt so lítil er hann nú heldur ikki. Bilurin hevur góða lastilongd, og frástøðan millum hjólini ger, at tú uttan stórvegis hóvasták kann hava tveir Euro-plattar lið um lið í viðførisrúminum. ProAce City lastar eitt tons, og við króki kann hann toga 1.350 kg, so talan er í allar mátar um ein sterkan arbeiðshest, sum er til reiðar til eitt fjølbroytt úrval av uppgávum. ProAce City fæst eisini í eini Verso-útgávu. Tá er talan um bil við plássi fyri upp til sjey persónum, umframt at viðførisrúmið tá framvegis er heilt rúmligt. Á Reyni Service í Hoyvík eru tey spent uppá, hvussu nýggju útgávurnar fara at standa seg á marknaðinum. - Vit ivast ikki í, at talan er um bilar, sum koma at standa seg væl í kappingini. Við ProAce City og City Verso hava fjøltáttað útboðið hjá okkum. Bilurin er bæði til stóru familjuna og til handverkaran, og longu nú hava vit merkt stóran áhuga fyri nýggjasta partinum av Toyota-familjuni, sigur Rói Snorrason, søluleiðari á Reyni Service. Lítli arbeiðs­ hesturin hjá Toyota Toyota sendi í ár spildurnýggja ProAce City á marknaðin. Talan er um vøruvogn, sum tekur kappingina upp við smærru handverkarabilararnar. Eisini fæst hann sum Verso-útgáva til 7 persónar LÝSNGARTEKSTUR