týsdagur 6. oktober 2020síða 62
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
– Eg eri spentur upp á at eiga í onkrum sjálvur. Tað havi
eg ynskt leingi. Nú havi eg arbeitt fyri onnur í so nógv
ár, sigur Hendrik Egholm, sum seinastu 13 árini hevur
arbeitt fyri oljufelagið Magn, har hann hevur verið stjóri,
eins og hann eisini í tvey ár var stjóri hjá íslendska móður
felagnum hjá Magn, Skeljungi.
Hendrik Egholm hevur saman við Christian Nagata
keypt Bilasøluna í Hoyvík, sum umboðar merkini Audi,
VW, Skoda og Mazda.
– Skalt tú arbeiða fyri teg sjálvan, so mást tú heldur
ikki vera ov gamal, tá tú fert undir tað, leggur hann
afturat.
Christian Nagata vísir á, at bilavinnan er í eini broyt
ingartíð, og fyri framman stendur ein sonn kollvelting, tá
bilarnir fara at gerast grønir og fara frá bensin og diesel til
at verða el-riknir og fara at hava minni av mekanikki og
meira av tøkni, sigur hann.
Nýggju eigararnir viðganga báðir, at hendan vinnan er
púra nýggj fyri teir.
Tað vanliga hevur verið í Føroyum, at tað eru roynd
fólk í bilavinnuni, sum eiga bilasølurnar. Men nýgg
ju eigararnir í Bilasøluni hava als onga bakgrund í hesi
vinnu. Teir hava ikki dálkað fingrarnar við olju ella
billakki – tvørtur ímóti hava teir báðir gingið á Handils
háskúlanum í Keypmannahavn, har teir hava lært um tøl
og tikið hvør sína cand.merc. útbúgving.
Men teir fara undir uppgávuni í góðum treysti.
Av handils
háskúla í
bilavinnuna
Hendrik Egholm og Christian Nagata hava ikki dálkað fingrarnar í olju
ella billakki. Teir hav lisið Cand.merc á Handilsháskúlunum – og teir eru
royndir vinnulívsmenn. Nú hava teir lagt á heilt annan bógv og hava keypt
Bilasøluna í Hoyvík, sum umboðar merkini Audi, VW, Skoda og Mazda
TEKSTUR: EIRIKUR LINDENSKOV