Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-10-06, síða 63
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 6. oktober 2020síða 63

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 – Eg eri einki orakul innan hesa vinnuna, sigur Hendrik Egholm. – Í veruleikanum eri eg í læru. Gamaní dugi eg nakað um virkisrakstur, sum er tað sama á flest øllum virkjum. Men tá tað kemur til smálutir við at reka eina bilasølu, so er heilt nógv, sum eg ikki dugi og skal læra. Sprenfult av góðum fólki Teir báðir royndu vinnulívsmenninir í Hoyvík hava keypt Bilasøluna í Hoyvík saman. Teir eiga hvør sína helvt í fyritøkuni. Hendrik Egholm er stjóri og fer at reka fyri­ tøkuna, meðan Christian Nagata er nevndarformaður. Spurdir hvørjar ætlanir teir hava, eru teir eitt sindur varnir at svara, tí alt er so nýtt. – Sjálvandi hava vit ætlanir. Men vit hava altso keypt eina væl rikna fyritøku, sum er sprenfull í góðum fólki. Tað vísa eisini úrslitini, sum tey hava havt seinastu fimm ár­ini. Tey hava lyft eina fyritøku sum grulvaði upp til at vera eina góða fyritøku, sigur Hendrik Egholm. – Tí kann eg ikki bara upp á nakrar dagar siga, at nú fara vit at gera so ella so. Eg má brúka nógva tíð at tosa við fólkini, sum veruliga hava serfrøðina og seta meg inn í tingini. Hendrik Egholm sigur, at hann er sera spentur. – Eg haldi, at produktið er hamrandi áhugavert. Bilar eru áhugaverdir, og tað er stuttligt at fáast við bilar, og so er tað eisini so ítøkiligt, sigur hann. Nýggi stjórin vísir á, at umframt alla menningina innan el­bilar, so rørist so nógv annað innan bilavinnuna, bæði tá tað snýr seg um snið, komfort og ikki minst talgildingina, sum støðugt fer fram í bilstarvsgreinini. Sera góð bilmerki – Bilmerkini, sum vit selja, eru eisini sera áhugaverd. Tað kundi verið bilmerki, sum ganga upp og ganga niður, men eg eri rættiliga tryggur við júst hesum bilmerkini: Volks­wagen, Audi og Skoda og so Mazda. Hetta er jú topp­kvalitets­brand. Og kanningar vísa, at av fólki sum til dømis koyra Volkswagen eru eini 90 prosent sum endurkeypa. – So er tað bara upp til okkum at syrgja fyri, at alt koyrir væl hjá okkum, so kundarnir eru nøgdir við tænastu­na og ikki bara søluna. Christian Nagata vísir á, at hann heldur broyt­ing­ar­ tíðina, sum stendur fyri framman í bilvinnuni vera sera áhuga­verda. – Tað er fyri mítt viðkomandi eitt tað mest spennandi, nú møguleiki beyðst at koma inn í hesa vinnuna. Líka til høgra beinið Christian Nagata kemur úr heilt aðrari vinnu, enn bila­ vinnu­ni. Hann hevur búð í Los Angeles, har hann var við til at menna eitt nýtt urmerki, og síðani var hann eitt skifti fíggjarstjóri á Føroya Shell og stjóri á Nema í átta ár. Í sama tíðarskeiði hevur hann fingist við klædna­snið­ vinnuna sum nevndarformaður í Guðrun & Guðrun, og sum partaeigari í Lyfta fæst hann nú við maskin- og am­ Christian Nagata og Hendrik Egholm: Teir eru púra óroyndir í bilavinnuni, men tó royndir vinnulívsmenn. Síðsta mikudag keyptu teir Bilasøluna í Hoyvík. Nú er Hendrik Egholm stjóri og Christian Nagata nevndarformaður í Sp/F Bilasøluni Mynd: Ólavur Frederiksen