Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-10-06, síða 64
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 6. oktober 2020síða 64

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 boðs­út­leiganarvinnuna umframt at hann dagliga arbeiðir á Sendi- og Dekostovuni. – Hetta er ein nýggjur møguleiki, sum eg eri spentur upp á at fara inní, sigur Christian Nagata. – Eg eri sera spentur upp á tað umskiftið, sum fer at koma, tá bilarnir skifta frá bensin og diesel til el. Og so haldi eg eisini, at Bilasølan hevur fýra cool bilmerki í Audi, VW, Skoda og Mazda. – Og tá møguleikin beyðst at gera hetta saman við Hend­riki Egholm, so var tað rættilga líka til høgrabeinið at royna nakað nytt við honum, sigur Christian Nagata. Teir báðir kennast m. a. frá arbeiðinum í oljufelagnum Magn. Christian Nagata var nevndarformaður, tá Hend­ rik Egholm sum bara 33 ára gamal var settur sum stjóri á Magn í 2007, og har starvaðust teir saman í eini 10 ár. Hóast Christian Nagata er spentur upp á grøna um­ skiftið í bilvinnuni, so viðurkennir hann, at langt er enn á mál. Bæði við bilunum, framleiðsluni av bilunum og el- orkuni, sum eisini skal ígjøgnum eina grøna umlegging. Men hetta er alt í gongd. Byggja út næsta ár Bilasølan húsast í heldur trongum hølum. Tí eru ætlanir um útbyggingar. Gunnar Justinussen, sum átti Bilasøluna, eig­ur framvegis bygningarnar, sum eru langtíðarleigaðir til nýggju eigararnar. Hendrik Egholm sigur, at ein útbyggingarplanur er gjørdur, sum farið verður undir næsta ár. Christian Nagata vísir á týdningin tað hevur, at kundin fær høvi at uppliva bilin. Tí hava hølini so stóran týdning, heldur hann. – Ein bilur skal síggjast og følast. Tað at keypa ein bil skal upplivast, og tað krevur, at umstøðurnar eru at selja bilar í fyrstafloks hølum, har tú kanst føla og lukta bilin. – Eg haldi, at Bilasølan er ein sera spennandi íløga. Fyrst og fremst í starvsfólkini, sum hava verið við til at bygt Bilasøluna til tað, sum hon er í dag, og í tey bil­ merkini sum fyritøkan umboðar. Tey bæði tingini skapa gróðarbotn fyri vøkstri í Bilasøluni, og hetta er tað, sum ger, at hetta er nakað, sum eg tími at gera, sigur Christian Nagata. Hann heldur, at teir báðir tilsamans kunnu koma í hesa vinnu­na við nøkrum nýggjum mátum at gera tingini upp á og síggja tingini øðrvísi. – Havi gjørt íløgur í ymsar vinnur. Eg havi tað soleiðis, at spenningurin við at gera tað, og stuttleikin at hava gjørt tað, er tað, sum drívur verkið. Tað er virkuliga stuttligt, sigur Christian Nagata. 2019 2018 2017 2016 BRUTTOVINNINGUR 19.929 20.066 17.861 14.811 STARVSFÓLKAKOSTNAÐUR 9.156 8.090 6.934 6.332 EBITDA 10.773 11.976 10.927 8.479 FÍGGJAR KOSTNA 529 654 715 984 FÍGGJARLIG INNTØKA 377 275 396 257 ÚRSLIT EFTIR SKAT 8.082 8.854 7.851 5.519 LANGFREISTA SKULD 12.553 13.514 13.871 14.276 STUTTFREISTA SKULD 13.069 14.950 10.901 7.733 EGINOGN 25.497 19.832 16.977 13.426 2019 Seldir persónbilar í Bilasøluni 379 Partur av samlaðu bilmarknað 17 % Samlað tal av seldum bilum í Føroyum 2.217 Hendrik Egholm føddur 1974 Av Glyvrum Cand.merc í marknaðarføring Stjóri Magn 2007-2020 Stjóri á Magn og Skeljungi frá 2017-19 Starvaðist á Smyril Line í trý ár Starvast hjá Velux í Danmark Starast innan lýsingavinnuna í Danmark Nevndarlimur í Smyril Line Christian Nagata føddur 1967 Úr Klaksvík Cand.merc.aud Nevndarformaður í Sendistovuni og Dekostovuni Nevndarformaður í Guðrun & Guðrun Nevndarformaður í Lyfta FAKTA Sp/f Bilasølan Bilasøla Mekaniskt verkstað Plátu- og lakkverkstað Umboða Audi, VW, Skoda og Mazda Á Bilasøluni starvast 30 fólk Nýggju eigarar við løðistøðina hjá Bilasøluni. Teir eru spentir upp á grøna umskiftið í bilavinnuni, tó at sera langt er á mál. Stjórin á Bilasøluni, Hendrik Egholm er føddur sama ár, sum tann fyrsti VW Golf kom á marknaðin Mynd. Ólavur Frederiksen