Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-10-06, síða 66
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 6. oktober 2020síða 66

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 LÝSNGARTEKSTUR Tann 1. oktober vóru 25 ár síðan Ragnar P. Joensen og Vagnur Johannesen í Kollafirði í 1995 stovnaðu sína egnu fyritøku Sp/f RAG-VAG Bil- og Dekkverkstaðurin á Statoil-støðini í Kollfjarðadali. RAG-VAG var ein stytting av nøvunum Ragnar og Vagnur. Teir høvdu báðir drúgvar royndir í bilbranchuni. Ragnar er útbúgvin bilmekanikari, og Vagnur útbúgvin innan handil. Verkstaðurin lá væl fyri við nógvu ferðsluni á vegnum gjøgnum Kollfjarðadal. Kundarnir høvdu eisini møguleika at vitja á Statoilstøðini, meðan teir bíðaðu eftir bilinum. Í 2006 keyptu Ragnar P. Joensen, Vagnur Johannesen og Menning Geyti eykalutafyritøkuna AMA í Havn. Tvey og eitt hálvt ár seinni keypti danska fyritøkan FTZ Autodele & Værktøj A/S meirilutan í bæði AMA og eykalutadeildini hjá Esmari Simonsen á Kambsdali. Fyritøkan skifti í 2009 navn til FTZ Føroyar við deildum í Havn ogá Kambsdali. Síðan hevur gingið við rúkandi ferð við levering av eykalutum og góðari tænastu til føroysku bilverkstøðini. Innan bilbransjuna er FTZ veitari til professionellu vinnuna við góðari tænastu til kundan og skjótari levering. Umframt eykalutir kann FTZ útvega alt til ein bilverkstað sum t.d. maskinur, lyftarar, motortestarar, bremsutestarar og aðra útgerð. Báðar deildirnar hjá FTZ hava handlar við t.d. barnastólum, amboðum, vaskievnum og øllum til vanliga bilrøkt. FTZ hevur eina sera framkomna og vælvirkandi one- line skipan til eykalutir, har bilverkstøðini sjálvi bíleggja eykalutirnar, sum verða leveraðir beinanvegin. Frá FTZ í Havn og á Kambsdali verða vørur koyrdar út til bilverkstøðini bæði fyrrapart og seinnapart. Konseptið hjá FTZ gongur út upp á, at verkstøðini sleppa undan at hava eykalutir á goymslu. Mekanikarin ger tað hann er góður til, og vit levera vøruna, siga Vagnur Johannesen og Ragnar P. Joensen frá FTZ Føroyum. 25 ár síðan: Frá RAG-VAG til FTZ Vagnur Johannesen og Ragnar P. Joensen FTZ á Kambsdali FTZ í Tórshavn