Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-10-06, síða 68
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 6. oktober 2020síða 68

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

28 LÝSNGARTEKSTUR: VILMUND JACOBSEN Sp/F Bilsmiðjan í Fuglafirði húsast í góðum og dagførdum hølum beint við vegin, tá tú kemur til Fuglafjarðar. Hetta er á høgru síðu undir vegnum, har bensinsølan hjá Bjarna Eliasen áður helt til, og adressan er Í Brekkum 1. Her hevði hann bensinsølu, og hann hevði eisini bilverkstað. Tað er Jóhannes Simonsen, sum rekur Sp/F Bil­ smiðjuna, ið hann eigur saman við pápa sínum, Martini Simon­sen. Hølini vórðu keypt í mars í 2018, og síðan tók tað einar 4-5 mánaðir at gera hølini klár og útvega sær lyftarar og øll neyðug amboð. - Eg hevði vinmannin, Rógva Mohr, at hjálpa mær at seta hølini í stand, og hann hevur verið og er mær ein dyggur stuðul. Rógvi, ið hevur drúgvar royndir sum hand­ verkari, arbeiðir framvegis hjá mær og ein triði maður á verk­staðnum, sum eisini er bilmekanikari, er beiggi mín, David Simonsen. Í byrjanini vóru bara Rógvi Mohr og eg, men nakrar mánaðir eftir, at Bilsmiðjan var komin í gongd, kom beiggi mín eisini at arbeiða her, soleiðis at vit nú eru tríggir, sigur hann. Liggur høgliga fyri Bilsmiðjan í Fuglafirði hevur nú tvey ár á baki, og Jóhan­ nes Simonsen letur væl at. Her verður í fyrsta lagi arbeitt við mekaniskum umvælingum og viðlíkahaldi av persón­ bilum og smærri vørubilum. - Vit gera dekkskift, javnviging og sporing, olju-og filtur­skift, bremsuskift, feilfinning við eitt nú testara, og vit taka okkum eisini av eftirliti og hava dekksølu, sigur Jóhan­nes Simonsen, sum leggur aftrat, at verkstaðurin er væl dagførdur við øllum neyðugum amboðum og tólum. Hann letur væl at gongdini og sigur, at teir hava havt væl at gera. - Tað er eingin annar bilverkstaður í Fuglafirði í løtuni, og her er nógv arbeiði. Nógv fólk kemur til bygdina til ar­beiðis á morgni og fer heim aftur, tá dagur er lokin. Við tað, at vit liggja so væl fyri, kunnu fólk, sum hava ymiskt við­líka­hald at gera, seta bilin hjá okkum um morgunin, tá tey koma til arbeiðis og fáa bilin við sær aftur, tá tey fara heimaftur. Jóhannes Simonsen vísir á, at Bilsmiðjan eisini hevur nógv góð og trúgv viðskiftafólk í Fuglafirði, og hann fegnast um, hvussu væl fólk í bygdini hava tikið ímóti teim­um. - Øll eru vælkomin at spyrja seg fyri hjá okkum, og vit vilja altíð gera okkara besta og veita bestu tænastu, sigur hann. Liggur í ættini Jóhannes Simonsen er sjálvur útbúgvin bilmekanikari, og hann er eisini útbúgvin maskinmeistari. Beiggi hansara, David Eliasen, er eisini bilmekanikari, og Rógvi Mohr er roynd­ur og dugnaligur handverkari. Tað liggur í ættini hjá Jóhannesi Simonsen at fáast við bilar og billutir. Pápin er, sum vit áður hava nevnt, Mart­ in Simonsen, sum í fleiri ár seldi billutir, og abbin er Es­mar Simonsen, sum var útbúgvin smiður. - Tað liggur í báðar ættir at fáast við handverk. Abbin í móðu­r­ætt var Jóhannes Øregaard, og hann var eisini smiðj­ur. Hin abbin, Esmar Simonsen, var tilflytari úr Fugl­oy, sigur Jóhannes Simonsen. Tey, sum kundu hugsað sær at spurt seg fyri hjá Bil­ smiðju­ni í Fuglafirði, kunnu ringja á tlf. 405405, og Bil­ smiðjan hevur eisini sína Facebook-síðu. Bilsmiðjan liggur væl fyri í Fuglafirði Bilsmiðjan í Fuglafirði hevur nú tvey ár á baki, og Jóhannes Simonsen letur væl at. – Vit arbeiða í fyrsta lagi við mekaniskum umvælingum og viðlíkahaldi av persónbilum og smærri vørubilum, sigur Jóhannes Simonsen Her er Bilsmiðjan í Fuglafirði - beint, tá tú kemur inn í bygdina Verkstaðurin er dagførdur og hevur øll neyðug tól og amboð