Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-10-06, síða 69
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 6. oktober 2020síða 69

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

29 Hetta er tíðin, tá bilurin verður gjørdur klárur til veturin. Ein fyritøka, sum hevur spesialiserað seg í at gera bilar flottar og sermerktar, er Dekostovan, sum heldur til í Stiðjagøtu 11 í Havn saman við samskiftisfyritøkuni Sendistovan. Dekostovan er tann parturin av Sendistovuni, sum tekur sær av dekovirkseminum í fyritøkuni. Ein serlig tænasta, sum Dekostovan bjóðar, er at tóna rútar við sokallaðum sólfilmi. Hetta er sera væl dámt av bileigarum, tí tónaðir rútar gera bilin serligan. Summi velja at fáa sær tónaðar rútar av praktiskum ávum, tí tey ikki vilja, at nakar skal síggja inn, ella tí tað skal verja ímóti UV- stráling. Onnur fáa sær tónaðar rútar, tí tað prýðir bilin við til dømis við myrkum síðurútum og bakrúti. Tónaðir rútar gera tað meira behagiligt at koyra, tá ið sól er, umframt at bilurin fær eina coolari útsjónd og sær flottur og eksklusivur út. Sólfilmur fæst við ymiskari tóning. Á føroysku vegunum síggjast nógv dømi uppá bildekoreringar, so sum bilar, sum eru »100% pakkaðir inn« í folio, sum t.d. sjúkrabilar, hýruvognar. Eisini verða bussar, lastbilar, trailarar, vørubilar og persónbilar, dekoreraðir við búmerkjum framman, aftan og á síðunum. -Tað er bert at koma út til okkum og siga hvat tit ynskja. Vit hava eitt stórt úval av tilfari at dekorera við og kunnu skaffa alt. Vit kunnu faktiskt broyta útsjóndina á bilinum, so hann líkist heilt burturúr sum t.d. við tónaðum rútum, kromaðum speglum og takið í øðrum liti eins og nógvar aðrar detaljur. Dekostovan hevur serlig framleiðslutól og amboð. Hetta, saman við serførleikunum hjá starvsfólkunum, ger, at til ber at dekorera bilar við øllum tí, sum ein kann ynskja sær. -Eisini geva vit góð ráð og geva fegnir eitt óbindandi tilboð. Alt, sum vit framleiða, er gjørt so tað heldur til føroyska veðurlagið. Einans hugflogið setir markið fyri, hvat vit kunnu gera, møguleikarnir eru óendaligir, sigur Christian Nagata stjóri. Tónaðar rútar og bildekorering DEKOSTOVAN STIÐJAGØTA 11 FO-100 TÓRSHAVN TEL. 347 180 SAMBAND@DEKOSTOVAN.FO WWW.DEKOSTOVAN.FO LÝSNGARTEKSTUR