Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-10-08, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 8. oktober 2020síða 6

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 9. OKTOBER 2020 SOSIALURIN 71 6 ANNIKA KUNOY IM Á gólvinum heima hjá Judit og Helmar í Klaks­vík rennur ein lítil, raskur, eyga­góð­ ur og skilagóður smádrongur. Hann er blíður, smílandi og heils­ar fitt upp á, tá eg komi inn. Hann spælir sum aðrir dreingir, og veit man tað ikki, gongur ein løta, áðrenn man varnast, at lítli Jógvan hevur protesu og manglar høgra fót. Tí fyri júst ein­um ári síðani tóku foreldrini av­gerð um, at fóturin skuldi amputerast. Í mai mánað í 2018 fingu Judit Eliasen og Helmar Las­ sen fyrsta barn teirra, tá lítli Jógv­an varð borðin í heim. Við­ gongu­tíðin hevði gingið væl, og einki óvanligt var at síggja á skerminum, tá Judit varð skann­að nakrar vikur fyri, at hon átti Jógvan. Men tá hann varð føddur, sóu tey, at okkurt bagdi fótinum hjá honum. – Tað fyrsta, sum eg legði til merkis var, at Jógvan bara hevði fýra bibbur, og fóturin lá eitt sind­ur skeivur. Men eg hugsaði altso ikki so nógv meir um tað tá, tí eg var so glað fyri at hava fing­ ið hetta lítla fitta barnið, sigur Judit Eliasen, mamma Jógvan. Tveir læknar hugdu at Jógvani, meðan tey lógu á føði­ deildini, og Judit og sjeik­ur­ in Helmar fingu tá at vita, at onkursvegna líktist tað klump­fóti, men kortini var okkurt øðr­vísi. Tey fingu eisini at vita, at ein ortopedur skuldi hyggja at Jógvani. – Áðrenn vit vórðu send heim, hugdi ein ortopedur eftir ný­ fødda Jógvani, men hann helt ikki, at vit skuldu gera nakað við fótin tá, men at læknarnir skuldu hyggja aftur eftir honum tríggj­ar mánaðir seinni, sigur Judit Eliasen. Judit las námsfrøði ta tíðina, og hon skrivaði uppgávu, júst eftir at Jógvan varð føddur. Hon greiðir frá, at hon hugsaði ikki so nógv meir um fótin tá, tí lækn­ ar­nir høvdu sagt, at tey skuldu bíða tríggjar mánaðir, áðrenn fóturin aftur skuldi kannast. – Men Helmar hugsaði sera nógv um fótin, og hann ringdi á Lands­sjúkrahúsið og bað um at verða sendur til Danmarkar til kann­ingar við Jógvani. Helmar ringdi fleiri ferðir, men fekk einki svar upp á fyrispurningin. Síðani ringdi hann fyri fimtu ferð og sigur, at tey hava keypt ferða­seðlar til Danmarkar, og vilja fegin hava eina tíð á Ríkis­ sjúkrahúsinum, tá ið tey eru komin niður, sigur Judit Eliasen. – Endiliga vórðu vit tá hoyrd, og vit fingu at vita, at vit kundu fara á Klaksvíkar Sjúkrahús at taka eina røntgenmynd, og at vit eisini fingu eina tíð á Ríkis­ sjúkrahúsinum, sigur Judit Eliasen. Til Danmarkar Helmar og Judit høvdu ikki sæð røntkenmyndina, áðrenn tey fóru á Ríkissjúkrahúsið við Jógvani, sum tá var 16 dagar gamal. Læknarnir í Dan­mark sóu beinavegin á rønt­gen­ myndunum, hvat tað var, sum feilti hjá Jógvani, tí sum oftast, tá ið eitt barn manglar eina bibbu, manglar okkurt annað eisini. Tey sóu tá á røntgenmyndini, at Jógvan manglar fibula beinið, sum er beinið við síðuna av skinna­beininum. – Fóturin gleyð upp eftir, og beinið var styttri enn hitt, og tí fekk Jógvan fyrst ein stuðul­ skinnara til fótin. Vit vóru tá á Ríkissjúkrahúsinum hvønn dag í tríggjar vikur og vandu fót­in og beini við hesum nýggja skinnara, greiðir hon frá. Tað er eitt út av 40.000 børn­ um, sum mangla fibula beinið. Judit og Helmar fáa tá at vita á Ríkissjúkrahúsinum, at tey hava tríggjar valmøguleikar. Tey kun­nu varðveita fótin, leingja bein­ið ella amputera fótin. – Vit sleptu tankanum um at leingja beinið beinanvegin. Tí høvdu vit valt tað, hevði Jógvan brúkt tað mesta av barna­árun­ um á sjúkrahúsi. Tað vildu vit ikki, sigur hon. – Í fyrstu atløgu valdu vit at varð­veita fótin, tí vanliga verður ikki amputera fyrr enn barnið er um eitt ára gamalt, fingu vit at vita. Men tað gekk ikki long Foreldrini hjá lítla Jógvani fingu at vita, at tey høvdu tríggjar valmøguleikar. Tey kunnu varðveita fótin, leingja beinið ella amputera fótin. Tey valdu at amputera, og í dag hevur lítli Jógvan protesu, tí hann manglar høgra fót. – Hetta var harðasta avgerðin, eg nakrantíð havi tikið, sigur Judit Eliasen, mamma Jógvan TÓKU FÓTIN TÓKU FÓTIN Á ÁRSGAMLA Á ÁRSGAMLA JÓGVANI JÓGVANI – Vit kenna ongan annan í Føroyum, sum hevur hetta breki, og tí høvdu vit ongan annan at tosa við um tað Jógvan hevði skinnara fyrsta árið