hósdagur 8. oktober 2020síða 7
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 9. OKTOBER 2020
SOSIALURIN 71
7
tíð, áðrenn vit sóu, at hetta við
stuðulskinnara og at byggja
meiri og meiri undir sjálvan
fótin, sum høgra beinið styttist
í mun til vinstra, ikki varð nakað
lív fyri Jógvan, sigur mamman.
– Hvør nýggjur skinnari
var tyngri og kendist sum eitt
fremmant likam á honum. Og
uttan skinnara datt fóturin á lið
ina, so at hann royndi at ganga á
sjálvum øklaknútinum, har var
stutt sagt einki, ið bar fótin uppi,
leggur hon aftrat.
– Jógvan fór til gongu við
skinnara, tá hann var eitt ára
gamal, og eftir at hava baksast
við sjey ymiskar skinnarar,
ynsktu vit at fáa møguleika at
tosa við læknan um at taka fót
in, sigur Judit Eliasen síðani.
Høvdu tey varðveitt fótin,
hevði Jógvan havt tveir føtur
á sama beini, sín egna, ið varð
hildin uppá pláss av skinnara,
og ein eyka protesufót undir
fyri at náa somu longd sum tað
fríska beinið.
– Fyri hvønn nýggjan skinn
ara, ið vit fingu, vórðu vit meir
sannførd um, at rættast var at
taka sjálvan fótin, ið kortini ikki
kundi bera Jógvan, og fáa skapt
eitt meiri støðugt fundament at
seta eina eftirgjørda beinprotesu
á - nevniliga hansara egna hal,
sigur Judit Eliasen.
Harðasta avgerðin
Tey tosaðu aftur við læknarnar
um valmøguleikarnar, sum tey
høvdu fingið, og læknin helt, at
tey skuldu fara aftur til Føroya
at hugsa seg um, áðrenn tey
tóku endaliga avgerð um, hvat
tey ynsktu.
– Vit kenna ongan annan í
Føroyum, sum hevur hetta brek
ið, og tí høvdu vit ongan annan
at tosa við um tað. Eg leitaði
nógv á netinum, og á Instagram
funnu vit eina familju í Svøríki,
sum hevur eina lítla gentu við
sama breki. Tey foreldrini høvdu
valt at amputera. Tann gentan
kláraði seg ómetaliga væl. Hon
rann, dansaði og hoppaði, sum
hini børnini, sigur hon.
– Eg læs nógvar greinar bæði
um amputering og leinging, sig
ur hon og leggur aftrat, at hon
tó skjótt bleiv veruliga sannførd
um, at tey áttu at amputera fótin
hjá Jógvani. Helmar ivaðist eitt
sindur í eina tíð, men til endans
– Ivin var
ræðuligur, og
hetta var tann
harðasta avgerðin,
eg nakrantíð havi
tikið
– Tað fyrsta
Jógvan ger, tá
hann vaknar um
morgunin, er at
siga: “mamma,
beinið á"