hósdagur 8. oktober 2020síða 8
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 9. OKTOBER 2020
SOSIALURIN 71
8
vórðu tey samd um, at hetta var
tað rætta fyri Jógvan.
– Ivin var ræðuligur, og hetta
var tann harðasta avgerðin,
eg nakrantíð havi tikið, sigur
mamman rørd, og leggur síðani
aftrat, at Jógvan fær jú ikki fótin
aftur, tá hann er tikin.
Jógvan varð eitt ár í mai 2019,
og í september sama ár fóru tey
til Danmarkar, og Jógvan fór
undir skurð.
– Tað var ræðuligt hjá mær,
tá hann varð doyvdur inni á
skurðstovuni. Tað var harðasti
dagurin í lívinum. Eg var mest
bangin fyri, um eg hevði tikið
ta røttu avgerðina. Men tá vit
komu út aftur, og Jógvan var
farin undir skurð, føldi eg, at
ein byrða var tikin frá okkum,
sigur hon.
– Samstundis, sum hetta
hevur verið torførasta avgerðin,
eg havi tikið, hevur tað eisini
verið tann besta avgerðin, eg
havi tikið. Eg havi ikki angrað
tað, sigur hon eisini.
Tá skurðviðgerðin var av,
vóru tey innløgd í nakrar dagar,
og Jógvan fekk heilivág í beinið
í tveir dagar og kundi ikki flyta
seg.
– Tá hann hevði fingið slang
urnar úr beininum, var hann
beinaveg áhugaður í at flyta seg
og spæla. Vit fingu ikki protesu
na tá, tí skurðurin mátti lekjast
og hann var í gipsi, sigur hon.
Lært at ganga
tríggjar ferðir
Familjan fer síðani heim aftur til
Føroya at bíða eftir protesuni,
og fimm vikur seinni fór Jógvan
til gongu aftur við gipsi á.
– Sjey vikur seinni fór vit
niður, og Jógvan fekk protesu til
beinið. Hann vildi ikki ordiliga
beinanvegin, men hann vandi
seg skjótt við nýggja beinið.
Tað gingu nakrir fáir dagar, og
so gekk hann aftur. Hann hevur
lært seg at ganga tríggjar ferðir,
sigur mamman.
Judit og Helmar hava síðani
skurðin ikki havt samband við
Ríkissjúkrahúsið, men tey hava
havt samband við fyritøkuna
Sahva, sum ger protesurnar, og
sum tey eisini síggja á Klaks
víkar Sjúkrahúsi 10. hvørja
viku, har tey eru til kontroll við
Jógvani.
Jógvan hevur vant seg við til
veruna við protesuni, og hann
klárar seg ómetaliga væl. Judit
og Helmar hava tó eisini fingið
at vita, at knæið hjá honum er
leyst, og tey kunnu vænta, at
okkurt skal gerast við tað seinni.
– Tað fyrsta Jógvan ger, tá
hann vaknar um morgunin,
er at siga: “mamma, beinið á”.
Onkuntíð tá hann er eitt sindur
móður, setur hann seg niður,
og vil hava tað av eina løtu.
Onkuntíð tekur hann tað eisini
av sjálvur, og onkuntíð sleppur
systkinabarnið hjá honum at
seta beinið á aftur, sigur hon frá.
– Tá Jógvan var minni, hugs
aðu vit nógv um, um hann
nakrantíð fór at klára at ganga.
Tá minnist eg, at ein fysiotera
peutur segði við meg, at Jógvan
nokk skuldi fara til gongu, tá
hann ætlaði sær til gongu, sigur
Judit Eliasen rørd.
– Og hann hevur víst hvønn
dag síðani, at hann kann alt tað
sama sum øll hini børnini. Fót
urin hevur ikki tálmað honum
enn, leggur hon aftrat.
– Vit vita, at tað er stór menn
ing innan protesur av ymiskum
slagi, og jú eldri Jógvan verður,
jú minni partur av samlaða
kroppinum verður protesan, so
vit eru sannførd um, at Jógvan
kemur at fáa eitt gott lív, og
protesan kemur altíð at verða
ein týðandi partur av hansara
lívi, sigur hon.
Hóast Judit er vís í, at hon og
Helmar tóku røttu avgerðina,
tá tey valdu at taka fótin hjá
Jógvani, hugsar hon eisini um, at
Jógvan kanska ikki fer at halda
tað, tá hann verður eldri.
– Enn hevur hann ongar
spurningar, og hann tykist ikki
keddur av protesuni. Hann er
eisini so lítil enn, og hann skilur
sjálvsagt ikki, hvat er hent. Men
tað fer nokk at koma okkurt,
sigur hon.
– Vit vilja fegin, at hetta skal
verða ein natúrligur partur
av lívinum og lívssøguni hjá
honum, og tí goyma vit einki
fyri honum ella øðrum, sigur
mamman.
– Vit eru bilsin av, hvussu gott
hetta fyrsta árið við protesuni
hevur verið. Vit eru ovfarin av,
hvussu væl hann hevur klárað
seg, og at hann dagliga vísur
okkum, at hann kann alt tað,
sum øll onnur kunnu, sigur hon
ivaleys.
ANNIKA@SOSIALURIN.FO
– Tá Jógvan var
farin undir skurð,
føldi eg, at ein
byrða var tikin frá
okkum
Fyri einum ári
síðani varð fóturin
hjá Jógvani tikin
Jógvan trívist
og mennist,
sum hann skal.
Hann hevur
lært seg at liva
við protesu