hósdagur 8. oktober 2020síða 9
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 9. OKTOBER 2020
SOSIALURIN 71
9
TERJI NIELSEN
V
alfelagið hjá Sam
bandsflokkinum í
Suðurstreymoy, Før
oya Væl, boðaði hós
morgunin frá, at listin hjá teim
um til býráðsvalið í Havn nú var
klárur, og at 11 valevni bjóðaðu
seg fram.
Nú verandi umboð hjá Sam
bandsflokkinum í Tórshavnar
Býráð, Annfinn Brekkstein,
telist millum hesi valevni.
Okkurt nýtt navn, ið áður
ikki hevur verið uppstilllað
fyri flokkin, er tó eisini at finna
á listanum. Millum annað
er fyrrverandi stjórin í Vága
Floghavn, Jákup Sverri Kass,
uppstillaður. Hann hevur
eina fortíð í politikki, tí í 1998
kom hann á ting fyri Sjálv
stýrisflokkin, bert 21 ára gamal.
Hann var fyrstvaldi varamaður
hjá Helenu Dam á Neystabø, sum
bleiv vald í landsstýrið. Jákup
Sverri Kass sat á tingi til í 2001,
tá ið Helena Dam á Neystabø fór
frá sum landsstýrisfólk og tók
sæti aftur á tingi.
Av teimum 11 valevnunum hjá
Sambandsflokkinum eru fýra
kvinnur, og tað er nakað, sum
tey í Føroya Væl fegnast um,
siga tey í fráboðan til miðlarnar.
TERJI@SOSIALURIN.FO
11 vilja umboða Sambandsflokkin
í Tórshavnar Býráð
Nú er greitt, at 11 valevni vera á listanum hjá Sambandsflokkinum
til býráðsvalið í Tórshavnar Kommunu í komandi mánað
•
Petur Frank Jákupsson
Holm
•
Jákup Sverri Kass
•
Jensia Højgaard
Kjærbæk
•
Jóhan Petur Johannesen
•
Petrina Berg á Lag
•
Annfinn Brekkstein
•
Harriet Høgnesen
•
Ingi Mittún
•
Gitte Klein
•
Jens Knudsen
•
Tummas Rubeksen
TEY 11
VALEVNINI
ERU HESI:
STEINAR PATURSSON
F
øroyski landsliðshópin,
sum kom heim aftur til
Føroya í hósnáttina eftir
vinardystin móti Dan
mark, er innkvarteraður á Hotel
Hilton í eina viku, og sostatt eru
føroysku landsliðsleikararnir
fyrstu gestirnir, ið hotellið hevur
havt. Tí hotellið er ikki opið fyri
almenninginum enn.
– Teir komu í nátt, og eg havi
júst verið inni og spurt, hvussu
teir hava sovið. Teir siga, at teir
hava sovið heilt væl. Vit hava
tvær hæddir, sum eru lidnar,
og har eru teir, segði Martin
Restorff, stjóri á Hotel Hilton,
í gjár.
Hóast hotellið ikki hevur op
ið enn, so er virksemið í fullari
gongd á hotellinum, og starvs
fólkahópurin er til arbeiðis at
ambæta gestunum, sum nú eru
komnir.
– Vit koyra við fullari for
plejning. Teir fáa morgunmat,
frokost og allan tann forplejning,
sum eitt fótbóltslið skal hava.
Teir hava nógvar máltíðir, og her
er nógv personali til arbeiðis til
tað. Vit hava fulla manning á til
gestirnar, sigur Martin Restorff.
– Vit hava koyrt alt ígjøgnum,
áðrenn teir komu, og vit hava
sett fjórðu og triðju hædd í
gongd. Har er alt, sum tað skal
vera, og eg eri glaður at hoyra,
at tað var einki, sum ikki riggaði.
So hetta er ein stór løta fyri
meg at hoyra, at teir hava sovið
fantastiskt, og at alt er, sum tað
skal vera.
Hava hotellið fyri
seg sjálvar
Landsliðshópurin, sum kom
aftur úr Danmark hósnáttina,
skal spæla bæði leygardagin
móti Letlandi og týsdagin móti
Andorra í Nations League á
Tórsvølli, og tí eru teir sambært
UEFA reglum avbyrgdir, til dyst
irnir eru avgreiddir.
Tað setir eisini krøv til hotell
ini, ið taka sær av landsliðum, tí
UEFA hevur reglur fyri, hvussu
sambandið við onnur skal fara
fram. Hetta hevur kortini gingið
væl, sigur Martin Restorff, sum
fortelur, at landsliðsleikararnir
hava hotellið fyri seg sjálvar, og
við hotellinum fylgja eisini allir
fasilitetir, ið hotellið hevur at
bjóða uppá.
– Teir hava reglur fyri,
hvussu vit skulu fyrihalda okk
um, meðan teir eru her. Og tær
halda vit. Tað er eitt sindur
spesielt fyri okkum, at vit øll
ganga við maskum, soleiðis er
gerandisdagurin ikki, meðan vit
ikki hava opið. Men nú hava vit
øll masku á.
– Vit hava gjørt eitt sindur
burturúr. Teir hava eitt spæli
rúm, og teir hava atgongd til
spa-rúmið, sum eisini er riggað
til, áðrenn teir komu. Har er
jacuzzi uppi á takinum, sum
teir kunnu brúka sum teimum
lystir. Vit hava eitt fantastiskt
fitnessrúm, sum teir eisini eru
bilsnir av. Og so hava vit veldigar
fundarfasilitetir, sum teir brúka
eisini. Teir koma at hava fundir
her uppi eisini, so alt arrange
mentið hjá teimum er her. Teir
eiga hotellið, meðan teir eru her.
So vit hava allar karmarnar,
sum teir ynskja, sigur Martin
Restorff.
Lata upp í mánaðinum
Hotel Hilton skuldi upprunaliga
verið latið upp í summar, men
orsakað av koronufarsóttini,
varð hetta útsett. Nú er tó komið
rættiliga væl áleiðis, og gongst
sum ætlað, letur hotellið upp
seinast í mánaðinum.
– Gongur alt, sum tað skal, so
tosa við um síðst í mánaðinum.
Tað er ikki endaligt dato sett á,
men tað gongur øgiliga væl hjá
okkum, og vit koyra við fullari
skrúvu fyri at fáa hotellið liðugt.
sigur Martin Restorff, stjóri á
Hotel Hilton.
STEINAR@SOSIALURIN.FO
Landsliðið gjørdist
fyrsti gestur á Hilton
– Ein stór
løta fyri meg,
sigur Martin
Restorff, stjóri
á hotellinum