Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-10-08, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 8. oktober 2020síða 10

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJAGUR 9. OKTOBER 2020 SOSIALURIN 71 10 Sunnnudagin 4. oktober and­aðist Hertha Skýlindal á Ellis­heimi­num í Havn, 92 ára gomul. Hertha vaks upp á Toft­ um, sum tann yngsta av teim­um fimm døtrunum hjá Annu Elisabeth og Magn­us F. Mikkelsen. Tær fimm systrarnar eru: Poul­ ina Zachariassen, Karolina (Linn­e­beth) Berg, Jenny Gunn­ars­son, Simona Niel­ sen og Hertha Skýlindal. Nú er einans Simona Niel­ sen, sum býr í Keyp­mann­ a­havn, eftir á lívi. Hertha giftist Páll Skýl­ indal úr Havn, sonur Jóhannu og Jógvan Skýl­ in­dal. Umframt í Havn búðu Hertha og Páll eisini í nøkur ár á Eiði og í Reykj­ a­vík. Tey fingu børnini: AMARIEL NORÐOY 75 ÁR Blíðsnýðaði klaksvíkinurin Amariel Norðoy fyllir 75 ár í dag, 9. oktober. Hann hevur í góða hálva øld verið virk­in sum listarmaður, og serliga eftir at hann sum 29 ára gamal tók stigið og søkti á Kunsakademiið í Keyp­mann­ahavn, gjørdist lívið fyrst ofremst eitt lív við litum og list. Frammaundan hevði Amariel verið til skips, tikið útbúgving sum skipasmiðjur og putlast við list í frítíðini frá arbeiðinum. – Tað vóru serliga Ingálvur og Janus Kamban, sum koyrdu undir meg, so at eg søkti inn á Kunstakademiið, segði Amariel í samrøðu við Sosialin fyri nøkrum árum síðani. NØVN Send hugskot, myndir, greinar ella annað til novn@sos.fo Ansy Hein, fødd Høj­ gaard, ættað innan úr Gerði á Toftum, andaðist í Glo­strup mánadagin 5. ok­tober, 93 ára gomul. Hertha Skýlindal, fødd Mikkelsen, ættað av Toftum, andaðist sunnudagin á Ellisheiminum í Havn, 92 ára gomul. Tey, ið vilja minnast Herthu, kunnu lata salinum Elim í Reykjavík eina gávu, konta í Betri Banka 9181, 126.0.121. Kristianna Jensen, ættað av Strondum, búsitandi í Kvívík, andaðist á Mørk­ini 5. oktober, 86 ára gomul. Tey ið vilja minnast Kristionnu við blómum ella kransi, kunnu lata Mørkini eina peningagávu á konto 6460 174.843.4. Jógvan Petur Hentze, ætt­aður úr Skopun, bú­ sit­andi í Hirtshals, verður kór­settur fríggjadagin 9. ok­tober klokkan 14. Tey, ið vilja minnast Jógvan Pet­ur við blómum ella kransi, kunnu lata Al­zheimersfelagnum í Føroyum eina pen­ing­ a­gávu, konta í pen­ing­a­ stovn­u­num Birgir Símunarson, ætt­ aður av Eiði, búsitandi í Keyp­mannahavn, and­ að­ist sunnudagin, 72 ára gam­al. Oddvør Dam, fødd Jac­ obsen, búsitandi í Hoy­ vík, ættað úr Fuglafirði, and­að­ist leygardagin 3. ok­tober, 78 ára gomul. Bjarti Højbro, keypmaður, Klaksvík, andaðist á Klaksvíkar Sjúkrahúsi 2. oktober, 72 ára gamal. Mouritz Winther Nolsøe, búsitandi í Keypmannahavn, andaðist hósdagin 1. oktober, 66 ára gamal. Knút Nielsen ættaður úr Fámjin, búsitandi í Vági, andaðist á Hamrargarði 30.septembur, 77 ára gamal. Elsa Leo Joensen, Fuglafirði, ættað úr Vági, andaðist á Eysturoyar røktar- og ellisheimi mikudagin 30. september, 100 ára gomul. Robin Hildibjartsson á Hvítanesi, andaðist í heim­inum í Horsens 6. ok­tober, 60 ára gamal Jarð­ar­ferðin verður í Vester kirkegård í Hor­s­ ens týsdagin 13. oktober klokk­an 10. Kristianna Jensen, ættað av Strondum, búsitandi í Kví­vík, andaðist á Mørk­ini 5.oktober, 86 ára gom­ul. Tey ið vilja minn­ast Kristionnu við blóm­um ella kransi, kunnu lata Mørkini eina peningagávu á konto 6460 174.843.4. Jákup Lindenskov, Vágur, andaðist í heim­i­ num mánadagin 28. sep­ tember, 69-ára gamal. Gurli Rustin Larsen, ættað úr Fuglafirði, búsitandi í Århus, andaðist leygardagin 26. september, 58 ára gomul. ANDLÁT Hertha Skýlindal andaðist 92 ára gomul 7. oktober, fylti borg­ar­ stjór­in í Runavíkar komm­ unu, Tórbjørn Jacobsen, 65 ár. Hann býr á Langanesi á Glyr­um og er glyvramaður við góðum sambandi til Syðr­u­gøtu. Mamman er ætt­að úr Útiguttastovu ella millum áirnar, sum hann plag­ar at taka til, og Tobbi letur ikki nakað høvi fara fram­við uttan at minna á, at tað var í Grógv, at hann búði fyrstu árini og fór í skúla við Gøtugjógv, áðr­ enn foreldrini, Arnbjørg og Joen Jacob, fluttu í húsini, sum tey høvdu latið byggja fyri uttan Garðar á Glyv­ rum. Føðistaðurin var í Æres­ køb­ing um tað mundið, tá ið pápin gekk á nav­ig­a­ tións­skúla í Marstal. Ætl­ anin var, at tann frumborni skuldi eita Napoleon eftir abb­a­num á Glyvrum, men danir góðtóku ikki tað navn­ið. Tað stavaði frá Napol­e­onstíðini, tá ið danir vóru í hinum partinum. So varð hann doyptur Tór­ bjørn eftir pápa Trónda í Gøtu, sum æt Tórbjørn. Tobbi var virkin í lands­ pol­i­tikki frá 1998 og fram til 2011. Hann var løg­ting­s­mað­ ur, landsstýrismaður og fólk­atingsmaður fyri tjóð­ veld­is­flokkin. Tá ið hann legði frá sær í landspolitikki, varð hann havnarmeistari í Runa­víkar kommunu, og í 2012 varð hann valdur í bý­ ráðið. Tá ið Magnus Ras­ mussen fór upp í lands­pol­ itikk á løgtingsvalinum í 2015, tók Tobbi við sum borg­arstjóri, og tað hevur hann verið síðani. Tá ið hann fór upp í komm­unupolitikk, segði hann tað vera fyri at út­ byggja havnarlagið og fyri at fáa svimjihøllina í lag, sum tað í Runavík hevur ver­ið tosað um í eina hálva øld. Havnarlagið er nógv víðk­að, og virksemið økist støð­ugt. Inntøkurnar vaksa av tí, og ein av kostn­að­un­ um hevur verið gangur og ó­rógv frá russarunum, sum rætt­liga hava fingið borg­ar­ st­jór­an í andglettin. Síðstu tíð­ina hevur hann sagt, at hes­in trupulleikin fer at minka, hóast hann heldur tað vera natúrligan part av virk­semi á havnarlagi, at tað hoyrist, at tað verður arb­eitt. Svimjihøllin sigst vera pro­jekt­erað, og eitt av fyrstu málunum hjá nýggja býráðnum, har Tobbi ar­ beiðir fyri at verða aft­ur­ valdur sum limur og borg­ ar­stjóri, verður at taka støðu til stóru íløguna. Tobbi hoyrist har hann er, og hann er altíð klárur, tá ið fjølmiðlarnir ringja. Tað sigst, at redaktiónirnar halda støðugt vakið eyga við face­book­vang­anum hjá ho­num fyri at frætta tíðindi og fáa góð hugskot til søgur. Og tað kemur meiri enn so fyri, at hann á sín eyðkenda hátt gevur tað til kennar, um hann heldur, at pressan ikki hevur útint sítt arbeiði nóg væl ella eftir hansara høvdi. Hann er tiltikin røðari, og tá kemur tað væl við, at hann hevur lisið so ógv­u­ liga nógv og fjølbroytt, og at tað tí ber honum til at oysa úr so nógvum ment­ an­ar­ligum keldum. Í 25 ár var hann skipari á farm­a­skipum. Pápin læt saman við øðrum í fam­ iljuni í síni tíð Norðvíking smíða á Tórshavnar Smipa­ smiðju, og so vóru fleiri onn­ur farmaskip í fam­ilj­ uni. Tobbi lærdi til skips­ førara og stóran part av skip­ar­atíðini sigldi hann í Grøn­landi, sum hann hevur stór­an tokka til. Tobbi er giftur Ann Ellef­sen, og hann eigur fýra børn – Arnbjørg, Kristionnu og tví­burarnar Hjørdis og Jóan Jákup, sum nú hevur tik­ið arvin upp at vera skipari á farmaskipi í Grøn­ landi. Tórbjørn Jacobsen 65 ár Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavík Leygardagin bórust deyðs­ boðini av Oddvør Dam í Hoyvík. Oddvør var ættað úr Fugla­firði, dóttir Ellefíu og Jo­hannus Jacobsen, van­ liga nevndur skó­mak­arin. Tey vóru sjey í barna­flokk­ i­num hjá Ellufíu og skó­ mak­ar­a­num, har tví­burð­ ar­nar Oddvør og Lena vóru nummar fýra og fimm. Hini systkini eru Jóna Lind­en­skov, Carolina Marj­un Mikkelsen, nevnd Ninnema, Óli Jacobsen, sum doyði í fjør, Lena Ras­ mus­sen, Sigga Jacobsen og Osvald Jacobsen. Oddvør var gift við John Dam, skipara og reið­ ara. Tey hittust í Fuglafirði, har Oddvør starvaðist hjá Handils- og Frystivirkinum hjá Skipafelagnum. John var tá einkimaður og átti børnini Hans Andre­as, Maritu og Zach­ ar­is. John Dam doyði í 2002. Oddvør og John búðu í Hoy­dølum, á Hvíta­nes­veg­ num. Fyri nøkrum árum síð­ani fekk Oddvør heil­a­ bløðing og gjørdist lutvíst lamin. Seinastu árini hev­ ur hon búð í Maritugøtu í Hoyvík, og ta síðstu tíðina var hon á Tjarnargarði. Oddvør var 78 ár, nú hon andaðist. Oddvør Dam í Hoyvík farin 78 ára gomul