Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-10-08, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 8. oktober 2020síða 11

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJAGUR 9. OKTOBER 2020 SOSIALURIN 71 11 Eftir midnátt síðsta fríggjakvøld skriv­ aði ein skyldmaður úr Klaks­vík og bar tíð­indini, at nú var Bjarti fluttur – fríggja­kvøldið 2. oktober – 72 ára gamal. Hóast Bjarti sein­astu tíðina var vikn­að­ur, so komu deyðsboðini ó­væntað Tað var so mangan, at tað á ar­ beiðs­ferð­um í Klaksvík varð stok­k­ið inn á gólvið í Heyga­búð­ ini at keypa serliga góða við­sker­ an, og ein partur av ritualinum var at fara afturum at heilsa upp á Bjarta, um tað bar so væl á, at hann sat og gjørdi rullupylsu og kjøt­pylsu ella skinsaði kjøt. Altíð var hann fyrikomandi og smíl­andi. Soleiðis kendu vit hann, sum búleikaðust í bý­ling­ unum á Heygum og í Gerðum og á Gerða­reiði og øll tey, sum keyptu í Heygabúðini. Tá ið hann fyri meiri enn tíggju árum síðani misti konuna, kend­ist tað taka honum so dygt, at hann neyvan vann seg heilt aft­ur. Tí var tað so stak hugaligt at hitta hann og heilsa uppá fam­iljuna, tá ið hann 3. sep­tem­ ber í 2018 helt 70 ára føðingardag í Skál­a­num og nógv fólk varð savn­að at fegnast saman við hon­um. Bjarti var sonur Ellu og Jógv­ an Højbro. Mamman var úr Liða­ num í Elduvík, har Bjarta alt sítt lív dámdi so væl at spenna frá, og Jógvan var bóndasonur úr Norðurstovu í Gerðum. Tey bæði fingu fyrst sjey døtur og so son­in – Edith, Karla, Hansy, Sanna, Hansina, Jastrid og Alex­ and­r­ina, sum var nevnd eftir drotn­ingini. Og tá ið sonurin so kom, var tað so rímuligt, at tey nevndu hann Bjarta. Bjarti mundi hjá teimum øllum kenn­ ast at vera serlig sólstrála. Um ta tíðina, tá ið Bjarti var fødd­ur, fór Jógvan Højbro at handla. Hann tók handilin eftir Hans Mellemgaard, sum tá flutti til Havnar, og sum hevði handlað í kjallaranum í sethúsunum, sum eru á horninum Oyr­ar­veg­ ur­/Krá­ar­gøta. Í mínum upp­ vøkstri nevndu vit húsini hjá Agga. Fyrst í fimmtiárunum flutti hand­ilin oman á Heygar, har Ella og Jógv­an búðu, og síðani hevur hand­ilin verið har. Handilin varð støð­ugt mentur og útbygdur. Jógv­an Højbro doyði í 1969, og so vóru tað Bjarti og Edith, sum tóku sær av handlinum. Ella var a­r­beiðs­grev og dugnaði handl­i­ num, og Edith og Fredag tóku seinni uppgávurnar í køkinum ef­t­ir hana. Bjarti giftist um hesa tíðina í 1970 við Honnu Lamhauge úr Lamba. Hon var honum so ógvu­ liga holl, eisini í handlinum. Tá ið hon í síni tíð kom til Klaksvíkar var tað fyri at vera í handlinum úti í Klaksvík hjá Jens Sofus, so hon visti, hvat tað snúði seg um, tá ið hon giftist niðan á Heygar, og tey bæði settu búgv í góðum grann­a­lagi uppi í Geilini. Hanna og Bjarti fingu tríggjar synir – Jógvan, Jóan Magnus og Eyð­un – og abbabørnini eru átta í tali. Í meiri enn 70 ár hava tað ver­ ið tvey ættarlið, sum hava átt og rikið Heygabúðina. Har gekk okk­ara heimur so at siga útfrá. Vit fóru í túninum hjá teimum á veg í og úr skúla, vit sótu á hugn­ a­ligu trappuni og prátaðu og løgdu ætlanir, og vit plagdu at spæla bólt, heysaflagg, fugla­ nøvn, kom til bøtten og so mangt ann­að omanfyri hjá teimum, og sum smá­dreingir spældu vit bólt í tún­i­num norðanfyri húsini. Ong­an­tíð hoyrdu vit eitt øvugt orð frá gudsóttandi og friðsælu Ellu og Jógvani og teirra børn­ um. Fleiri ferðir um dagin gingu vit ørindi fyri mammurnar í Heyg­a­búðina, har fryntligu Jógv­an, Edith, Jastrid, Alex­and­r­ ina og onkuntíð Hansy saman við øðr­um ekspedrisum tóku ímóti. Tey fyrstu árini var tað yvir diskin og við petro­l­e­u­ms­ dunk­um og fjeringspundi av hes­um og hasum, og seinni, eftir at hann hevði verið á hand­ils­ skúla í Danmark, menti Bjarti hand­il­in at vera sjálvtøkuhandil við so nógvum øðrum enn bara mat­vørum, og Petra hevur í tað mesta av einari hálvari øld verið hans­ara høgra hond. Hóast nógv broyttist, so var tæn­astan í Heygabúðini tann sama. Nógva staðni góvust tey at koyra vøru út, men soleiðis var tað ikki í Heygabúðini. Bjarti og syst­ur­sonur hansara, Pól, sum alt sítt arbeiðslív hevur ve­r­ ið í Heyga­búðini, vóru trúgvir og drúgv­ir, tá ið fyrstu stam­kund­ar­ nir fóru at eldast og ikki orkaðu long­ur at fara til handils. Tað var einki roks. Tey tóku ímóti bí­legg­ ing­um, og tá ið teir komu við vør­uni, kendist tað sum góð løta fyri kund­arnar, sum um somu leið eisini fingu eitt gott prát. Á Heygum og har á leið var gott at vaksa upp og búgva. Tey vóru øll stásfólk í Heygabúðini. Utt­an tey nógvu orðini lýstu tey upp, og vit minnast grannalagið og Heyga­búðina við takksemi. Og í meiri enn eina hálva øld var Bjarti – eygagóður og við milda bros­i­num – í miðdeplinum, utt­ an at tað varð hugsað so nógv um tað, tí hann gjørdi ikki so nógv um seg. Ærað veri minnið um okkara góð­a handilsmann og vinmann Bjarta Højbro. Jóannes Hansen STEINBJØRN GEVST EFTIR 24 ÁR Í BÝRÁÐNUM Steinbjørn O. Jacobsen gevst nú sum býráðslimur í Klaksvík stillar ikki uppaftur á valinum um ein mánað – eftir at hava sitið í 24 ár í býráðnum harav í átta ár sum borgarstjóri. – Eftir so nógv ár, so leggi eg frá mær við góðari samvitsku, nú eg skjótt verði 72 ár. Tað er nógv komið á skaftið í mínari tíð, sum eg fegnist um, og nógvir varðar eru settir, sigur Steinbjørn O. Jocobsen. 1 KLUMMA VAGINA Ja, »kært barn har mange navne«, verður ofta sagt um okkurt, sum er okkum kært og er tað nokk ongin kropps­ partur, sum hevur fingið so nógv ymisk heiti sum tað allarheilagasta staðið hjá kvinn uni, nevniliga: Vaginan Har nýtt lív kemur til verðina. Vegurin til nýtt lív og njóting. Staðið, har ein so sterkur máttur sum seksualiturin hevur búgv og hugur, sum al­ tíð er til staðar. Tó verður hann ofta køvd ur orsakað av elligamlari skuld­ ar­ og skommkenslu og læru­ setningum. Frígering At tora at vera forvitin er ein veg ur til at læra seg sjálva bet­ ur at kenna. Hvat ger tað við náttúruna hjá kvinnuni, tá hennara dýra­ barasta, vakra og mystiska stað verður fjalt? Hvat er tað, sum liggur aftan fyri slørið? Kroppurin er okkara besta njótils isljóðføri, um vit læra okkum at spæla upp á tað. Í nógvum ymiskum ment­ an um er sjálvserotikkur sædd­ ur sum nakað heilt natúrligt. Ein natúrligur máti at kenna og varða um sín kropp. Eisini er tað ein vegur til at koma í sam band við sín seksualitet og finna útav, hvat fjalir seg í inn­ asta njótilsisrúminum. Í gomlu egyptisku skapan­ arsøguni bleiv jørðin til við at sólin elskaði við sær sjálvari, ein vøkur mynd at hava huga. Jómfrúgvin og Skøkjan Hvat fyri fyrimyndir hava vit? Nógvar elligamlar forð­ ingar, sum okkara ment­ an ararvur, moralur og ótti, hava slóðað fyri at nakað so naturilgt sum okkara seksual­ it etur er vorðin eitt misskilt og fjalt fyribrigdi. Innan kristindómin er tann heilaga jómfrúgvin Maria, mamma Jesusar og tann væl­ signaða skøkjan Maria Magda­ lena, vinkona Jesusar, tvær, sum uttan iva hava givið mest íblástur til bæði listina og sum kvinnuligar fyrimyndir. Báð ar hava fingið síni heitið eftir, hvussu tær reint seksuelt vórðu sæddar. Jómfrúgvin tann reina og skøkjan tann vanvirda. At vera tilvitaður um sín egna seksualitet og kropp er vegurin til nýtt lív. At verða góður við sítt egna undirlív og geva tí kærleika og virðing kann vera við til at ein kann seta seg frían frá óskynsamun gomlum mynstr­ um og søgum. Kunnleiki er við til at fyri­ byrgja og tryggja, at vit sum menniskju kunnu taka sunn og góð val fyri egnan kropp frá byrjan til enda. Kunnleiki gevur ræði á egn­ an kropp og vilja. VIVIAN SJÓÐKLETT Sexologur, pedagogur og Kunstterapeutur Kunstterapi.fo Vakra Madonna Tá ið hugsað verður um lívs­ kunn­leika, er Taoisman elstu vís­indi, vit vita um. Teir gomlu tao­istarnir vóru vísinda menn úr Kina. Teir settu saman og mentu eina fullfíggjaða, ná­ grein­iliga vísindaskipan við­ víkj­andi mati, rørslu, heilsu, ero­tikki o.ø. Seksualiteturin er eins og and­a­drátturin lívstýðandi fyri menn­iskjalívið. Til er eitt hav av vísdómi um okk­ara seksualitet, sum hev­ur ligið fjaldur í fleiri 1000 ár! Teir gomlu taoistarnir vóru ikki nakrir háfloygdir filo­soff­ ar. Teir vóru jarðbundnir og vís­ind­a­ligir. Um ein av manna­ gongd­um teirra vísti seg ikki at virka, bleiv hon vrakað. Teir brúktu sína orku at kanna og bøta um góðsku at nøkta tørv­ in viðvíkjandi livihátti manna. Kynslimurin (penis) á manni; stødd og snið Tað er rætt, at snið og stødd á kyns­liminum eru avgjørd við føð­ing. Manskroppurin stegðar at vaksa um 30 ára aldur, men tað ger kynslimurin ikki! Vísindi vísa, at kynslimurin veks­ur, líka til maðurin doyr. Jú eldri maðurin blívur, størri blív­ur limurin, bæði í longd og tjúkd. Henda menning verður ak­ ti­ver­að, tá maður ristir og klemm­ar um kynslimin at fáa teir síðstu landdroparnar av sær, afta­ná hann hevur piss­ að. Nógvir menn bera saman sín kyns­lim við aðrar og ynskja sær ein størri, óansæð hvussu stórur hansara egni er. Henda ørkymlan er bæði ó­hepp­in og óneyðug. Tvey skulu til at dansa tango. Tá tvey elskandi elsk­ ast, kann skeiðin (vagina) laga seg eftir, hvussu limurin er dán­aður. Hetta hendir sjálv­ andi ikki eftir eina nátt, men við tíðini, tá tvey læra hvørt ann­að at kenna. Um tað kortini er ónøgd við­víkj­andi tí seksuella í ein­ um parlagi, er altíð gott, at bæði taka ábyrgd. Formurin á kynslimi og skeiðin sum móttakari. Um kynslimurin er trí­kant­að­ ur ella formaður sum ein blý­ ant­ur við breiðum skafti, eru tríggj­ar venjingar innan ta­o­ ismu, sum kunnu gerast, um ein vil hava størri høvd. Ein soppa-formaður kynslimur hev­ur góðan møguleika at stimbra og mýkja skeiðina - síð­ur og G-punkt - væl og virð­ i­liga. Venjingar: 1. Klemma kynslimin upp­i­ frá og niður móti høvdinum, sum mjólkaði tú eini kúgv. Á henda hátt pressast blóð inn í kyns­limahøvdið, sum so við og við blívur størri og størri, til tað fær soppasnið. 2. Klemma skaftið, til tað verð­ur gróthart. Klemmar tú tað ofta á henda hátt, hevur tú á­haldandi standing. 3. Tá ið tú hevur gjørt hesar venj­ingar, kanst tú taka um rót­ina á kynsliminum, gleiva langt og sveiggja hann frá síðu til síðu móti lørunum, utt­an at tú skalt fáa ilt. Henda venj­ing gevur liminum soppa­ form, og hann gerst minni føl­ in, sum eisini hevur við sær, at av­gonga verður seinkað. Hetta er bara toppurin av elli­gamlari vísdómslæru, sum en­n á døgum er til gagns fyri okk­um nútíðar menniskju. Gott vikuskifti :) Kann støddin á kynslimi (penis ) á manni natúrliga broytast? Bjarti er fluttur Vaginal terapeut Bjarti Højbro, handilsmaður í Heygabúðini í Klaksvík, andaðist fríggjakvøldið 71 ára gamal