hósdagur 8. oktober 2020síða 12
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJAGUR 9. OKTOBER 2020
SOSIALURIN 71
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
12
JÓN MCGAVIN NÝGGJUR HANDILSLEIÐARI
Nyggjur handilsleiðari er settur hjá Valdemar Lützen Byggibúð. Jón Mc
Gavin, sum í Mars 2019 bleiv útlærdur sum Sølumaður í fyritøkuni, er í
dag settur sum nýggjur handilsleiðari. Jón hevur verið ein týðandi partur
av sølutoyminum hjá Valdemar Lützen. Fyritøkan hevur havt stóra fram
gongd hesi árini, og liggur hansara partur ikki eftur. Jón hevur havt høv
uðsábyrgdina av Bosch maskinum, har hann hevur verið við til at voksið
um vøruúrvælið. Valdemar Lützen er í dag ein
av stórstu forhandlarum av bláum Bosch, ikki
bara í Føroyum, men í øllum norðanlondum,
við 46 veggjafakum við maskinum og tilhoyri.
Valdemar Lützen á Skálatrøð vilja hervið
ynskja Jón hjartaliga tillukku við nyggja starv
inum, og ynskja góðan byr framyvir.
Ikki vardi tað meg, at Ólavur
skuldi fara so skjótt frá okkum,
sjálvt um ein visti, at Ólavur var
sjúkur, men ikki deyðasjúkur, tí
hann hevði hvørki kreft ella
aðra ólekiliga sjúku, men nóg
illa til, at hann skuldi doyggja so
knappliga. Tíðin var komin, og
hjarta og lungur vóru útslitin.
Ja, skjótt er, so er ein bara ryktur
burtur. Nei, hetta vardi meg ikki,
tá ið vit seinastu ferð tosaðu
saman, tað gjørdu vit altíð, um
ikki dagliga, so ofta.
Magny og Ólavur áttu eingi
børn, men tá ið vit tosaðu sam
an, spurdu tey altíð eftir okkara
børnum, sum um tey vóru teirra
egnu.
Tosað varð um dagsins mál
og politikk, tí tað kundi Ólavur
ikki sleppa, og tað upptók hann
nógv, sjálvt um hann og Magny
hava búð í Esbjerg í fleiri ár. Tos
ið kom eisini inn á sjúku og sjúk
rahúsið. Ólavur leið nógv av
psoreasis, sum plágaði hann
heilt nógv. Hann royndi alt fyri
at fáa lekidóm. Hann var bæði í
Íslandi og í Ísrael, men einki
hjálpti. Tá ið tú tosaði við Ólav,
trúði tú næstan, at tú tosaði við
ein lækna, jú, Ólavur visti væl
um anatomiina, hann var jú
útbúgvin sjúkrasystur og hevði
sítt lívsstarv innan psykoatriina
á Landssjúkrahúsinum. Hetta
arbeiðið upptók hann nógv sum
persónur og starvsfólk. Nú út
byggingar av Landssjúkrahúsi
num fara fram, fylgdi hann liv
andi við í gongdini, eisini í
hvussu hansara arbeiðsumráðið
bleiv handfarið undir bygging
ini. Hann misti ongantíð áhugan
og yvirlet onki til tilvildina.
Ólavur var ein skilagóður, gløgg
ur og sera vitugur maður. Pol
itiskt var hann borgarligur sam
bandsmaður.
Ólavur var sonur Olaf Peter
sen, lærara, úr Saltnesi og Katr
inu nevnd Tinna, fødd Olsen úr
Tjørnuvík. Nógv í slektini eru
uppkallaði eftir henni. Ólavur
var ógvuliga familjukærur og
kom ofta inn á ættarbondini.
Hann var uppkallaður eftir báð
um abbunum. Tað vóru serliga
tveir persónar, umframt foreldr
ini, abbar og ommur, sum Ólav
ur sum oftast vendi aftur til. Tað
var omman í Tjørnuvík, mamma
at mammuni, og abbabeiggjan
Fríðrikkur Petersen, próstur,
sum var beiggi abban í Saltnesi.
Fríðrikkur var sum yngri
fyrst tjóðskaparmaður, yrkti
tjóðsang okkara “ nr.2” - Eg
oyggjar veit . . og nógv annað
bæði áðrenn og eftir, at hann
var blivin sambandsmaður -
mest áðrenn. Yrkjaragávurnar
hevði hann frá fleiri síðum ikki
minst frá Sjóvarbóndanum,
Hans Andriasi, Janusi og fleiri.
Nakað, sum gjørdi,at Ólavur
helt so nógv av Sambandinum
var júst tí, at Fríðrikkur var har.
Eg minnist einaferð, at Ólavur
segði, at tjóðskaparmenninir
ikki nýttist at fara so illa við
abbabeiggjanum, tá teir yrktu
um hann í
Sambandstáttinum m.a. Fríð
rikkur var júst skorin fyri gallið,
og yrkt varð : Nú fletta teir
sambandsrossið. Men Ólavur
gleddist eisini um, hvussu fitt og
menniskjaliga Fríðrikkur svar
aði aftur:
Gallið tað er tikið,
eg falli tó ei í fátt, hjarta tað er
eftir
og heilin á sama hátt.
Fríðrikkur var jú stórur yrkj
ari, so væl lá fyri at svara aftur.
Søgan um sambandsrossið
var ofta havd á loftið, tá prátið
fall á próst, og Ólavur endurtók
søguna mangan, meðan hann
flenti sín serliga eyðkenda og
góðlynta látur, tí hann sá eisini
tað skemtiliga og humoristiska í
aftursvarinum hjá prósti.
Ofta tosaðu Ólavur og eg um
familju. Vit vóru eisini av somu
slekt, Miðgerðarslektini. Ólavur
het eftir báðum abbunum, sum
sagt, annar úr Saltnesi og hin úr
Tjørnuvík, har var so sjálvandi
eisini onnur omman frá, omma í
Tjørnuvík, sum hann altíð rópti
hana. Ólavur helt, at omma
hansara í Tjørnuvík var nakað
heilt serligt, eitt sindur ráðarík
og avgerðandi við hvørt, men
sera vitug, fitt, hjartagóð og
menniskjalig. Hon bleiv so ein
máliska “omma í Tjørnuvík” um
tær kvinnur, sum skaraðu fram
úr og dugdu meira enn onnur.
Nú er so hesin láturin tagnaður,
og hetta prátið liðugt, ein dapur
tanki at vita sær ongantíð at
hoyra málið á Ólavi aftur.
Í lýsingini til jarðarferðina
bleiv ynskt, at minningargáva
kundi latast til missiónshúsið á
Argjum. Hetta var sjálvandi ikki
uttan grund, tí har gjørdi Ólavur
eitt stórt arbeiði innan kirkju -
og missiónshúsið, sum vóru í
einum og sama húsi, og har var
Ólavur eisini deknur eina tíð.
Hendan gongdin var Ólavi ikki
ókend, tí pápin hevði havt somu
gongd, har hann hevði verið
lærari, og umframt at vera
lærari passaði hann bæði
deknastarv og missiónshús.
Ólavur gekk trúliga í faðirsins
fótasporum. Meðan pápin var
lærari í Vík og Tjørnuvík, bleiv
Ólavur føddur har. Hann kom
soleiðis sum smádrongur, at
trakka sínar barnaskógvar har
norðuri, til hann sum 12 ára
gamal flutti út á Argir, har pápin
bleiv fyrstilærari, og Ólavur
bleiv síðani argjamaður burt
urav.
Ólavur giftist við Magny ætt
að úr Sørvági. Tey giftust 5/7 - 8o
og upplivdu sostatt 4o ára
brúdleypsdagin fáar dagar, áðr
enn Ólavur doyði.
Ólavur fór sum ungur maður
í læru sum sjúkrasystur og fekk
starv á Landssjúkrahúsinum.
Hetta bleiv so hansara lívsstarv,
sjálvt um hann hevði okkurt
annað innimillum.
Magny og Ólavur vóru be
stýrarapar á sjómansheiminum
Lívd í Føroyingahavnini. Eisini
har kom útbúgvingin sum
sjúkrasystur Ólavi tilgóðar.
Hann fungeraði sum lækni, tá ið
onkrir minni skaðar vóru at
taka sær av. Tey vóru har í 3 ár -
1982 - 83 og 84 og trivust sera
væl, men tá var eisini slutt í Før
oyingahavnini. Tað var ein frálík
tíð, og livimátin var góður, með
an tey vóru í Grønlandi.
Ólavur og eg komu at kenn
ast serliga væl frá KrF. Tað
gjørdu Niels Pauli, formaður í
KrF og eg eisini. Vit tóku preli
minerprógv sama ár í sama
flokki í Vágs skúla.
Meginpartin av tíðini øll tey 4
árini, eg var í løgtinginum sat
Ólavur sum skrivari, so sjálv
andi hevði eg nógv at gera sam
an við honum,og var eg javnan
úti á Argjum, har Magny og
Ólavur høvdu bygt sær nýggj
hús. Líkamikið nær eg kom á
gátt, varð eg altíð væl móttikin
av bæði Magny og Ólavur, eitt
par sum tú kanst siga um, at
bæði vóru trúgv og álítandi. Eg
fór úr tinginum og nakað eftir
seldu Magny og Ólavur húsini
og fluttu til Danmarkar. Í Es
bjerg búði Marjun systur Magny
og børn hennara, so tað var so
líkatil, at Magny og Ólavur
fluttu til Esbjerg. So nú er gott
hjá tær, góða Magny, nú tú ert
blivin einsamøll at hava Marjun
og hennara hjá tær.
Magny, eg havi eisini hug at
nevna fyrstu ferð, vit bæði hitt
ust. Tað var á Jóansøku í Vági í
1956. Tá vóru tú og aðrar sør
vágsgentir við gomlu Dúgvuni
til kappróður á Jóansøku, men
við ongari dreingjamanning. Eg
og aðrir róðu við vestanbátinum
Smyrli, og vit mundu vunnið á
Jóansøku á Tvøroyri í 1955,
ímillum tey nýggju 5 mannafør
ini, og tí mótmælti Firvaldur, at
vit sluppu at rógva ímillum tey
nýggju 5 mannaførini í Vági
1956. Hans Jakki Hjelm var for
maður í Vágs Kappróðrafelag, so
sjálvt um tað var Jóansøku
morgun, lovaði hann okkum at
sleppa at rógva við Dúgvuni
ímóti Firvaldi, Sílinum og Fíp
uni Føgru. Vit à Smyrli vóru í
góðari trening, so vit avgjørdu
ikki at gevast at títta, fyrrenn
Firvaldur gavst. Teir góvust ong
antíð, so títtað bleiv alt málið.
Dúgvan bleiv nr.1, hon vann við
einum skuti framman fyri Fir
vald. Tá vóru sørvágsgentur
glaðar. Tær fóru aftur til Sør
vágs við steypi av jóansøku, sum
vágsdreingir høvdu vunnið
teimum. Tað sama hendi í Vest
manna sama ár, tá vunnu vit
eisini dreingjaróðurin við Dúgv
uni við nærum somu dreingja
manning sum í Vági. Tær vunnu
ikki, men steyp høvdu tær við
sær aftur til Sørvágs. Manningin
á Dúgvuni í Vági var: Janus
Erhardsen, Torgrím Toftum,
Jákup Olsen, Niels P. Danielsen,
Arni Olsen, Álvur Kirke, Hans
Poulsen vantar á myndini.
Góða Magny, mín samhugi
verður við tær. Tú hevur mist
tín besta vin, sum var tað dýra
bærasta, tú hevði. Komandi dag
ar verða langir og tungir. Bert
Harrin kann troysta og styrkja
teg.
Eg lýsi hervið frið yvir minn
ið um mín góða vin, Ólavur Pet
ersen.
Jákup Olsen
Minningarorð um vinmannin
Ólavur Petersen á Argjum
føddur 7/8 - 1940 - deyður 14/7 - 2020
Manningin á Dúgvuni í Vági var: Janus Erhardsen, Torgrím Toftum,
Jákup Olsen, Niels P. Danielsen, Arni Olsen, Álvur Kirke, Hans Poulsen
vantar á myndini
Ólavur Petersen