Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-10-08, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 8. oktober 2020síða 13

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 9. OKTOBER 2020 SOSIALURIN 71 13 ANNIKA KUNOY IM B ára Silvansdóttir tekur yrkisrættaðu ú t b ú g v i n g i n a klædnaatstøði á Glasi á øðrum ári, og hvør dagur á miðnámi er ein avbjóðing. Tað sæst ikki á Báru, at hon stríðist, tí orrustan er ósjónlig. Hon er inni í henni. Bára Silvansdóttir hevur ADHD. Hon greiðir frá, at júst hetta at tað er ósjónligt kann verða avbjóðandi, tí tey sum eru rundanum hana í gerandisdegnum síggja ikki, at henni tørvar stuðul og hjálp fyri at megna arbeiði, sum er henni álagt. – Uttanífrá sær tað út til, at eg megni alt. Tað sæst ikki, men eg havi stóran tørv á hjálpini, sum skúlin hevur at bjóða, sigur hon. Kennir sín tørv Bára Silvansdóttir fekk staðfest ADHD í desember 2018. Summarið 2019 byrjaði hon á Glasi. Men hetta er ikki fyrstu ferð, hon hevur roynt seg á miðnámsskúla. – Eg havi fyrr roynt at gingið á handilsskúla, men tá gavst eg aftur. Tá eg fekk staðfest ADHD, fekk eg mót upp á at royna aftur, tí eg visti, hvat tað var, og hvønn tørv eg havi. Eg fái eisini heilivág fyri ADHD nú, sigur hon frá. Tá hon søkti á Glasir, viðmerkti hon, at hon ynskti námsfrøðiligan stuðul, og at hon hevur ADHD. – Eg fekk hjálp við tað sama, so skúlabyrjanin kundi ganga væl. Eg fái til dømis forlongda tíð til skrivligt arbeiði, og eg havi ein lærara, sum hjálpir mær hálvan annan tíma um vikuna, greiðir hon frá. – Eg hevði ikki klárað skúlan uttan hendan stuðulin, heilt einfalt tí eg hevði ikki kunnað gjørt tað, sum eg vil og gjørt mítt besta, sigur hon bersøgin. – Tað er tó umráðandi at leggja dent á, at hóast eg klári skúlan, er tað er kortini ræðuliga hart hjá mær. Fyrru ferð eg var á miðnámi, megnaði eg tað als ikki. Eg varð strongd og knekkaði. Við hesi hjálpini ber tað til koma ígjøgnum skúlagongdina, sigur hon og leggur aftrat, at fleiri halda, at hon klárar seg ordiliga væl nú við heilivági og stuðli, men skúlin er enn serstakliga krevjandi. – ADHD er jú ósjónligt, og eg havi upplivað í støðum, har eg havi verið ómetaliga pressað og strongd, at lærarar siga, at teir eru glaðir fyri, at eg sigi frá, tí teir gloyma, at eg havi hendan tørvin, greiðir hon frá. Upp- og niðurtúrar Hjá Báru hevur tíðin á miðnámi verið merkt bæði av upp- og niðurtúrum. – Eg minnist, at eg græt allan vegin heim aftur í bilinum eftir fyrsta skúladag. Eg var ikki kedd, men kroppurin græt, tí hann hevði fingið ov nógv inntrykk og upplýsing, sigur hon og greiðir nærri frá, at tað hevur verið serliga hart í byrjani av skúlatíðini, og tá hon er komin aftur í skúla eftir feriur. – Bygningurin Glasir er ikki vinaligur fyri millum annað okkum, sum hava ADHD, tí vit føla alt og fáa illa filtrera inntrykkini. Bygningurin er stórur, hann larmar, og hann er opin, sigur hon. – Tú sært allar hæddir og stovur, og alt melur runt. Tað er ein eyka byrða, tí tað krevur nógv at hugsavna seg um skúlan og skúlaarbeiðið gjøgnum dagin, sigur Bára Silvansdóttir. Tí heldur hon, at tað snýr seg um at finna og støð og mátar, sum kunnu gera dagin lættari. – Eg taki heilivág fyri ADHD, havi ofta oyravernd og sólbrillur á eisini fyri at verja móti ljósi og ljóði. Eg fari til dømis ofta ikki í kantinuna at eta. Eg taki brandtrappurnar, ístaðin fyri hinar trappurnar, tí tær eru hava tak. Onkuntíð taki eg lyftina, ístaðin fyri at ganga millum fólk. Men onkuntíð veit eg ikki, hvar eg skal fara, og siti tá inni á vesinum eina løtu fyri at fáa frið, sigur hon erliga frá. Viðvíkjandi hjálpini, má man vita, hvør hjálpin er, sum man hevur tørv á. Tað er torført, um ein ikki veit tað, sigur hon. – Tað eru upp og niðurtúrar, og tað hevur verið positivt fyri meg, at eg havi dugað at sagt frá, tá eg havi tørv á hjálp. Tað tori eg nú, tí eg veit, hvat eg megni, og hvat eg ikki megni. – Tað er ómetaliga umráðandi at vita, hvør tørvirin er, at siga frá og at taka í egnan barm og gera nakað við tað. Tað havi eg valt at gera, tí hetta er nakað, sum eg vil, og tí má eg taka ímóti allari ta hjálp, sum eg kann fáa, staðfestir hon eisini. ANNIKA@SOSIALURIN.FO – Uttanífrá sær tað út til, at eg megni alt. Tað sæst ikki, men eg havi stóran tørv á hjálpini, sum skúlin hevur at bjóða, sigur 25 ára gamla Bára Silvansdóttir, sum hevur ADHD og gongur á Glasi Onkuntíð veit eg ikki, hvar eg skal fara, og siti tá inni á vesinum eina løtu fyri at fáa frið Eg hevði ikki klárað skúlan uttan hendan stuðulin, heilt einfalt tí eg hevðu ikki kunnað gjørt tað, sum eg vil og gjørt mítt besta ÓSJÓNLIGA ÓSJÓNLIGA ORRUSTAN ORRUSTAN