hósdagur 8. oktober 2020síða 14
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 9. OKTOBER 2020
SOSIALURIN 71
14
ANNIKA KUNOY IM
T
á næmingar við ADHD
søkja inn á Glasir, fer
ein skipan í gongd,
soleiðis at næmingur
in skjótt fær ta hjálp, sum hon
um tørvar.
Næmingar við niðursettum
virkisføri, tað eru næmingar, ið
hava fingið eitthvørt staðfest,
sum til dømis ADHD ella orð
blindni, hava nøkur rættindi,
sum Maybritt við Strond, logo
pediskur samskipari á Glasi
kemur nærri inn á í greinini.
– Máltøknin mennist við rúk
andi ferð, og tað er týdningar
mikið at ogna sær kunning og
innlit í hesi, sum kunnu lætta
um skúlagongdina og bøta um
læruúrtøkuna, sigur Maybritt
við Strond.
– At seta seg inn í máltøkn
ina kann virka tungt og rúgvus
mikið, men hetta er sera neyðugt
at seta seg inn í hjá teimum,
sum eru staðfest við ADHD
og somuleiðis góð kunning til
foreldur og onnur fakfólk, sigur
hon.
At søkja inn á miðnám
Alsamt fleiri, ið hava fingið
staðfest ADHD, søkja inn á mið
námskúlar. Maybritt við Strond
heldur, at hesin opinleikin er ein
gongd leið, fyri at skúlagongdin
hjá næminginum skal eydnast, og
málini hjá næminginum røkkast.
– Ein teigur í umsókn
arblaðnum, eitur “Ja, ynski
námsfrøðiligan stuðul”. Tað
er umráðandi at fáa sett eitt
flugubein í hendan teigin og
at viðfesta eina stutta váttan
frá kommunulækna ella frá
psykiatriini um hvat slag av
niðursettum virkisføri, ein
hevur. Tað er ikki neyðugt at
leggja eina størri og meira um
fatandi útgreining við, greiðir
hon frá.
Tað stendur ikki í próvnum,
at viðkomandi næmingur
hevur fingið serlig rættindi í
útbúgvingartíðini vegna ADHD.
Logopediin
– Á logopediini á Glasi eru vit
tvey fólk, sum arbeiða fulla tíð
við næmingum, sum hava eitt
niðursett virkisføri. Hetta er
alt í tøttum samstarvi við aðrar
fakbólkar á Glasi, serliga lestr
arvegleiðingina og KT-deildina,
greiðir hon frá.
Tað eru árliga eini 250-270
næminginar knýttir at logo
pediini á Glasi, hetta ljóðar nógv,
men samlaða talið av lesandi á
Glasi er eisini yvir 1700 næm
ingar.
Skreening fyri lesi-
og skrivførleikar
Við hvørja skúlaársbyrjan verða
allir næmingar skreenaðir fyri
lesi- og skriviførleikar. Hetta
hevur man valt at gera,
fyri at kunna síggja
næmingar so tíðliga
í skúlaárinum, sum
gjørligt.
– Okkara royndir
eru, at um hesir
næmingar
ikki
verða sæddir tíðliga
og ikki hava havt
møguleika at fylgt
við í undirvísingini á
nøktandi hátt, er vandi
fyri at næmingurin
missir mótið og gevst,
sigur Maybritt við Strond
síðani.
Skreeningin staðfestir ikki til
dømis dysleksi ella ADHD, men
hon kann geva ábendingar um
eitthvørt.
–Um vit halda, at hetta sær
út sum orðblindni, kunnu vit
víðarútgreina fyri tað. Tal
blindni, orðblindni, ADD, ADHD
og so framvegis eru í familju við
hvørt annað. Talan er um sama
nevrologiska brek, men “brekið”
kann taka seg út á ymiskan hátt,
og ofta kunnu tey vera saman
sett, til dømis orðblindni og
ADHD, sigur hon.
– Í praksis innan skúlans gátt
er hjálpin so tað siga tann sama,
verður lagt aftrat.
Fyrstahjálpin innan
skúlans gátt
Um ein hevur okkurt fingið
staðfest, so er tað skilagott, at
ein setur seg inn í nakrar grund
leggjandi máltøkniligar pallar.
Niðanfyri verða nakrir pallar
lýstir, sum góðar royndir hava
verið við á Glasi.
NOTA
NOTA er eitt talgilt ljóðbóka
savn undir danska menta
málaráðnum. Á NOTA arbeiða
tey við at framleiða ljóðbøkur,
e-bøkur og punktbøkur til øll,
sum hava fingið staðfest orð
blindni, ADHD og annað. Um
framt hetta, so gera tey eisini
serligt próvtøkutilfar, sum er
eitt samstarv við Glasir og Próv
stovuna.
Føroyingar kunnu eisini
fáa atgongd til NOTA, og her
finnast allar bøkur til næming
arnar. Her er tó sera lítið av før
oyskum bókum. Men av tí at
lærubøkurnar á miðnámi í stóran
mun eru á donskum, so er tað ein
góð hjálp at fáa atgongd til NOTA.
NOTA hevur eisini eina
app, sum kann takast niður,
og sostatt kann næmingurin
lurta eftir bókunum, tá hann
hevur hug til tess, tí ofta hevur
næmingurin við ADHD brúk fyri
at gera okkurt fysiskt, meðan
hann lurtar eftir lektiunum,
verður greitt frá.
Mangul á føroyskum
talgildum tekstum
Maybritt við Strond greiðir
eisini frá, at avbjóðingin
á miðnámi er, at tað ikki
eru serliga nógvar bøkur,
sum
ljóðbøkur
ella
e-bøkur. Á Glasi hava
tey ikki kunnað gjørt
nakað við manglandi
føroysku ljóðbøkurnar,
men tá tey hava tørv á
at gera føroyskar bøkur
lesibærar, so hava tey fyrst
kopiera bókina við einari
kopimaskinu, síðan verður
teksturin lagdur til rættis, um
hann til dømis er settur upp í
kolonnur og so framvegis.
OCR
Tá forarbeiðið er liðugt, verður
teksturin koyrdur gjøgnum
eitt forrit, sum eitur Phantom
Foxit. Hetta forritið kann ocr´a
á føroyskum máli og harvið
gera myndatekstin lesibæran.
OCR er ein stytting fyri Optical
Character Recognition. Nú kann
næmingurin markera í teksti
num, og síðan fáa tekstin lisnan
upp á til dømis cd-orð.
ADHD Á
MIÐNÁMI
Alsamt fleiri og fleiri søkja inn á miðnám við einari staðfesting av
einum ADHD. Hesin opinleikin er ein gongd leið, fyri at skúlagongdin
hjá næminginum skal eydnast, og málini hjá næminginum røkkast,
sigur Maybritt við Strond, logopediskur samskipari á Glasi
– Til
fólk við
lesitarni og
hoyritarni
§ 17. Til blind, sjónveik, fólk, ið bera talubrek,
deyv og til persónar annars, sum vegna brek ikki
eru førir fyri at lesa prentaðan tekst, er loyvt at
endurgeva og at spjaða eintøk av útgivnum
verkum, tá ið hetta er serliga ætlað til nýtslu
hjá nevndu persónum. Ásetingin í 1. pkt.
er ikki galdandi fyri endurgeving
ella spjaðing av eintøkum við
vinningi fyri eyga.
Í Sosialinum fara vit eisini
at seta sjóneykuna á ADHD
hendan mánaðin, og vit
fara við persónligum søgum
og fakta frá serfrøðingum
at skapa eina rætta mynd
av lívinum við ADHD, tá
ymisk viðkomandi evni
verða viðgjørd í Vikuskiftis
Sosialinum komandi
vikurnar
Oktober er ADHD Awareness
month, sum er eitt
afturvendandi altjóða
tiltak har feløg, stovnar,
einstaklingar og onnur varpa
ljós á neuropsykiatrisku
diagnosina ADHD. Umleið
fimm prosent av børnum og
tvey og eitt hálvt prosent
av vaksnum hava ADHD
sambært World Health
Organization, og tí er
heimsherferðin til frama
fyri upplýsing og tilvit fyri
hundatals milliónum.
Føroyska ADHD felagið
hevur spurt seg fyri hjá
Málráðnum, sum hevur
skotið upp, at »ADHD
Awareness Month« á
føroyskum veður kallað
»ADHD Tilvit«.
Í OKTOBER ER
SJÓNEYKAN
VEND Á ADHD