hósdagur 8. oktober 2020síða 15
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 9. OKTOBER 2020
SOSIALURIN 71
15
Tað er umráðandi, at alt forar
beiðið, kopiering og ritstjórnan
er væl og snøgt úr hondum
greitt, tá til dømis ein teldutala
skal lesa tekstin. Tað vil siga at
svertan má ikki verða kám og
skuggar mugu ikki vera á síð
unum, greiðir hon frá.
– Hetta arbeiðið verður
goymt, og tá næmingurin, sum
hevur serligan tørv, hevur tørv
á hesari bókini, so fær næming
urin bókina senda á sín glasir
teldupost, sigur hon.
– Við ársbyrjan skrivar næm
ingurin undir eitt skjal, at hann
i k k i
d e i l i r
ella víðarigevur talgilda tilfarið,
tí tað er sera umráðandi, at vit
halda upphavsrættarlógina,
leggur hon aftrat.
Onkuntíð eru vit so heppin,
at rithøvundar senda okkum
útgávur sum PDF-fílur, og tað
er fantastiskt fyri næmingin
og okkum, tí tað er sera tíðar
krevjandi at leggja allar hesar
bøkurnar til rættis.
Næmingar, sum hava ADHD,
hava viðhvørt lyndi til at dag
droyma, meðan teir lesa, og
harvið fáa teir lítið við av lisna
tekstinum. Aðrir lesa so skjótt,
at teir geva sær ikki stundir at
hugsavna seg um tekstin. Tá
er ein teldutala eitt sera hent
amboð, tí teldutalan hjálpir
lesaranum at halda fast í
einari góðari lesirútmu.
Cd-orð
Cd-orð er eitt forrit,
sum
kann
lesa
tekst upp og hjálpa
næminginum
at
skriva. Teldan lesur
tekst upp fyri næm
inginum,
sum
til
dømis hevur ADHD, og
fastheldur næminginum
í lesirútmuni, við at lisna
orðið verður framhevað. Tað vil
siga, at næmingurin lesur við
eygum og oyrum samstundis
og kann soleiðis betur minnast
lisna tekstin.
Tað finnast øll fremmandamál
og føroyskt mál í cd-orð, um ein
brúkar eina vanliga Windows
teldu. Til Mac teldur er tað
ikki møguligt at fáa føroyskt
mál í cd-orð, men øll onnur
fremmandamál.
Tað óhepna við cd-orð er, at
tað ikki er ein myndugleiki, sum
hevur evstu ábyrgd. Tí hóast
føroyskt mál er í cd-orð, so er
føroyska málið ikki integrerað
í allar funksjónirnar, sum eru í
cd-orð. Til dømis riggar tað ikki
serliga væl at ocr´a føroyskar
tekstir í sjálvum forritinum.
– Teldutalan í forritinum
eigur leypandi at blíva dag
førd. Skúlarnir rinda í dag fyri
samlaða næmingatalið á skúlun
um og ikki bert licensar fyri teir
næmingar, sum brúka cd-orð.
So her er nógv, ið man eigur at
hyggja eftir, sigur hon.
– Cd-orð profilurin eigur at
fylgja næminginum frá stovn
an og restina av lívinum. Vit á
Glasi hava valt at gera føroyskar
videovegleiðingar yvir tær týdn
ingarmiklastu funksjónirnar,
sum næmingurin skal duga,
sigur hon.
Talukennarin
Talukennarin er í gerð nú, og er
hetta eitt amboð, sum næmingar
við niðursettum virkisføri koma
at hava stóra gleði av. Hetta er
eitt tekst til talu forrit, sum ger,
at næmingarnir kunnu tosa ein
tekst inn og fáa hann skrivaðan
á telduna.
– Hetta arbeiðið sigst at verða
liðugt í 2021 – so tað gleða vit
okkum til, sigur hon.
Appir
Tað eru eisini nógvar hentar
appir til fólk, sum hava ADHD.
Millum annað appir, sum
visualisera títt skema, koma
við áminningum um, nær tú skal
byrja at gera tínar lektiur fyri at
blíva liðug/ur til tíðina, og aðrar
appir sum minna ein á at taka
heilivágin.
Førleikamennandi
skeið til lærarar
Í innleiðsluvikuni fáa nýggir
lærarir eina generella kunning
frá logopediini um orðblindni,
ADHD og annað.
– Vit møta ikki illvilja frá
lærarum, men tað er ofta ringt
at skilja ADHD og orðblindni.
Somuleiðis hevur leiðslan á
Glasi altíð víst vælvild og áhuga
at betra um lestrartíðina fyri
næmingar á Glasi, ið hava niður
sett virkisføri, sigur hon.
– Vit royna altíð at finna
loysnir saman við KT-deildini á
Glasi innan máltøkni og serøkið,
tí so at siga ongin amboð eru klár
ella fullfíggjaði innan føroyskt
máltøkni, men alt skal skapast,
tí hetta økið er á so nógvan hátt
ein eftirbátur í føroyska sam
felagnum, sigur hon.
Útgeiningar fyri millum ann
að orðblindni og ADHD eiga at
gerast so tíðliga sum møguligt
og praktiska hjálpin í skúlahøpi
til næmingin eigur at verða sett
inn stundisliga, soleiðis at hetta
ikki gongur útyvir samlaðu
sálarheilsuna hjá næminginum,
sigur Maybritt við Strond.
ANNIKA@SOSIALURIN.FO
Á digitalstyrelsen.dk
liggur ein røð av appum,
sum eru gjørdar til fólk við
adhd. So tað er skilagott at
leita sær íblástur her og
royna seg fram.