Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-10-08, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 8. oktober 2020síða 16

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 9. OKTOBER 2020 SOSIALURIN 71 16 E ivør Pálsdóttir hev­ur fríggjakvøldið kon­ sert í Norður­landa­ húsinum í Havn, sum verður stroymd til útheimin. Konsertin verður mark­ nað­ar­førd undir heitinum »Eivør – Segl Album Concert, Live at Nordic House: A Global Stream«. Hetta er útgávukonsert, sum verður skipað á øðrvísi hátt, nú tað ikki ber til at ferðast frítt kring heimin at halda konsertir. Fyri at uppliva fram­ førslu­na hjá Eivør, skulu fólk keypa sær atgongumerki til kon­sertina. Síðan fáa tey møgu­leikan at stroyma kon­ sert­ina. Tað kostar umleið 75 krónur at keypa atgongd til konsertin – selt verður í fleiri gjaldoyrum – men fólk kunnu eisini keypa sær størri pakka, sum kann umfata eina lítla akustiska konsert við Eivør sum upphiting og møgu­leikan at heilsa upp á Eivør um­vegis netið. Sagt verður, at stórur part­ur av avlopinum av kon­sertini verður latin til »Help Musicians Charity«, sum stuðlar tónleikarum, nú korona hóttir vinnuvegin hjá nógv­um teirra. Stroymda konsertin við Eivør verður fríggjakvøldið kl. 19:00. EYÐUN KLAKSTEIN S ongkvinnan Kristel Lis­berg hevur fingið eitt nýtt tónleikaligt úttrykk, nú hon aftur er farin at geva nýggjan tón­ leik út. Í summar kom sang­ urin »Contagious«, og í dag gevur hon sangin »I Only Want You« út. Í báðum førum hevur hon samstarvað við al­ tjóða tónleikaframleiðarar og hevur upptikið sangirnar í Lita­va. – Eftir at eg var við í danska Grand Prixnum í 2016, var eg burtur frá tónleiki eina tíð, og eg havi arbeitt við at endur­ nýggja meg sum tón­leik­ara, sigur Kristel Lisberg. – Eg var í iva um, hvat eg skuldi við tónleikinum, og í eina tíð gjørdi eg lítið við tað. Fólk í vinnuni kunnu hava mein­ingar um, hvat er best fyri meg, men eg mátti finna fram til, hvat eg sjálv vildi. – Eg byrjaði við at syngja country saman við pápa mín­ um, og tað var sera stuttligt. Vit spældu Føroyar runt, og eg elskaði at framføra á palli. Men við tíðini havi eg fingið mín egna tónleikastíl, og tá ið eg siti sjálv og skrivi sangir, eru tað sangir sum hesir nýggju, sum eg skrivi, sigur hon. Eivør stroymir til útheimin Eivør roynir nýtt slag av framførslu, har fólk kunnu keypa atgongumerki til stroyming av konsert Eivør stroymir konsert úr Norðurlandahúsinum fríggjakvøldið KRISTEL HEVUR FUNNIÐ NÝGGJAN TÓNA – Eg havi verið burtur frá tónleiki ein tíð, og eg havi arbeitt við at endurnýggja meg sum tónleikara, sigur Kristel Lisberg, sum hevur útgivið tveir nýggjar poppsangir. Nú vil hon hava nýggja tónleikin út til so nógv fólk sum gjørligt og vónar at kunna spæla meira live